Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Eidesgaard: Vandi fyri at forkoma øllum í berum treiskni Forkemur Høgni Hoydal øllum í berum treiskni, ella er hann eitt flogvit? Tað er spurningurin, heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður LANDSSTEVNA Áki Bertholdsen Spurningurin er, um Høgni Hoydal fer at forkoma allari fiskivinnunýskipanina í ber­ um treiskni – ella um hann framúr snildur í síni fram­ ferð. Tað heldur Jóannes Eides­ gaard, sum hevur staðið í fremstu røð í føroyskum poli­tikki í eitt mannaminni, bæði sum tingmaður, lands­stýrismaður, sum løg­ mað­ur, og sum formaður í Javnaðarflokkinum. Á Landsstevnuni hjá Javn­aðarflokkinum um viku­skiftið var ætlaða fiski­ vinnunýskipanin hjá sam­ gonguni eyðvitað nógv um­ røtt. Og har duldi Jóannes Eidesgaard ikki, at hann stúrdi fyri, at samgongan kundi missa alt á gólvið í ber­ um treiskni. Hann heldur, at Høgni Hoydal minnir um ein sjavs­ spælara, sum ikki vil taka tey stikkini, hann hevur, tí hann lúrir upp á at vola mót­ støðumenninar Vit øðrum orðum, vil Høgni Hoydal hava øll málini í eini fiskivinnunýskipan, avgreitt í einum, tí hann vil ikki sættast við tey málini, hann longu hevur fingið semju um. – Men tit skulu ikki gloyma, at politikkur er ein tilgongd, har tú ofta vinnur smáar sigrar, og fær eitt sind­ ur, hvørja ferð. Tvey mál eru yvir øllum Jóannes Eidesgaard heldur, at samgongan hevur sett sær nógv glæsilig mál í upp­ skotinum til eina nýggja fiski­vinnuskipan. Men tað eru serliga tvey mál, sum skugga fyri eini semju, og tað er spurn­ ingurin um økiskvotur, og spurningurin um at seta há­mark fyri, hvussu stóran part av fiskirættindunum, hvør einstakur reiðari kann fáa, hetta er tað, tey kalla antitrust- reglan. Jóannes Eidesgaard ávar­ ar um, at heldur samgongan ov fast um hesar reglurnar, kann tað forkoma allari fiskivinnuskipanina. Men hann heldur, at ein annar møguleiki er eisini, at Høgni Hoydal í hesum føri hevur víst seg sum eitt politiskt flogvit, og bara hevur sett reglurnar um økis­ kvotur og antitrust í lógina av taktiskum orsøkum, fyri at leiða tankarnar burtur frá øllum hinum ætlanunum í eini fiskivinnunýskipan. Men fortreytin er sjálv­ sagt, at hann tekur krøvini aftur í evstu løtu. – Tað skerst ikki burt­ ur, at í allari fiski­vinnu­ný­ skipanini, eru tað bara tveir spurningar, sum kjakast verður um, og tað eru økis­ kvotur og antitrust. Tað eru bara tey málini, sum mala í høvdinum á fólki, men øll hini viðurskiftini eru gloymd og ongin tosar um tey, heldur Jóannes Eidesgaard fyri. Nógv er longu vunnið Men samstundis ávarar fyrr­ verandi løgmaður ímóti at leggja so nógv fyri á hesum øki, at alt verður mist á gólv. – Kynstrið er at taka tey stikkini, tit longu hava fingið, og longu nú er rættiliga nógv vunnið staðfesti Jóannes Eidesgaard. Í hesum sambandi vísti hann á, at eitt úrslit av all­ ari hesari tilgongdini at nýskipa fiskivinnuna, er, at bæði politikarar, og reið­ ararnir sjálvir, hava yvir­ høvur mestsum góðtikið, at landið skal kunna krevja eitt tilfeingisgjald fyri fiski­ rættindi. – Tað er eitt risa framstig, tí bara nøkrum heilt fáum árum síðani var tað púra óhugsandi fyri, staðfesti hann. – Tað er eisini semja, at vit skulu fiska burðardygt og tað er eisini semja um, at so nógv av fiskinum, sum tilber, skal avreiðast í Føroyum. Hann vísir á, at tað er eisini semja um, at vit skulu burtur frá skipanini við fiskidøgum, til eina skipan við kvotum og tað eru heldur ikki tey stóru mótmælini ímóti at alt skal førast til lands, eisini høvd, rogn, livur og innvølir annars. – Tað vildi verið óheppið at latið alt hetta fari fyri skeyti tí at tit ikki fingu alt, ávaraði fyrrverandi løg­ maður. Hann vísir tí á, hvussu av­ gerandi tað er, at sam­gongan tekur tey stikkini, hon longu hevur fingið, uttan kortini at missa málið úr eygsjón, men stríðið um restina kann so takast í einum seinni umfari. – Tí vóni eg, at samgongan telvar so væl, at hon fær fleiri flokkar at taka undir við eini nýggjari fiskivinnuskipan, sigur Jóannes Eidesgaard. ÓHEPPIÐ Tað vildi verið óheppið at latið alt farið fyri skeyti, tí at tit ikki fingu alt, ávarar fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, samgonguna, nú arbeitt verður við eini nýggjari fiskivinnuskipan Høgni Hoydal minnir um ein sjavsspælara, sum ikki vil taka tey stikkini, hann hevur, tí hann lúrir upp á at vola mótstøðumenninar Tað eru serliga tvey mál, sum skugga fyri eini semju