mánadagur 3. apríl 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 14 • 3. APRÍL 2017
6
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
E
in várdag fyrst í nítiárunum høvdu vinmenn
inir Antines Joensen og Kjartan Hentze, ið
tá vóru um tíggju og tólv ára gamlir, leitað
sær oman í fjøruna í Skúvoy, og har funnu teir
eina jarntunnu. Eigarin heðvi við lekthamara
høgt nøkur hol í hana, fyr at hon skuldi fara til
botns, tá ið aldurnar skolaðuhana útaftur.
Dreingirnir skúvaðu spunslið úr og luktaðu
niður í. Jú, tað var besnin. Hetta sá spennandi út.
Antines biður Kjartan fara eftir einum tómum
mjólkarpakka, sum lá har nærhendis, so at teir
kundu tappa tann slettin av bensini, sum var í
tunnuni, ið hann. Teir leggja tunnuna upp á ein
kant. Kjartan stillar seg aftan fyri tunnuna fyri
at hella henni á, so at bensinið kundi renna niður
í pakkan.
Tá ið teir høvdu fingið alt bensinið niður í
pakkan, hildu teir, at stuttligt hevði verið at sett
eld í tunnuna. Teir hugsaðu, at hetta fór at vera
sum nýggjársaftan, táið fest verður í blikk fram
við vegum. Tey loga, sum vera man bara til oljan
umsíðir er útbrend.
Kjartan hevði tendrara í lummanum, sum
Antines bað hann rætta sær. Hann festir í tætt
við spunslið.
Tá hoyrist brádliga eitt suð, sum tá ið ein
hørð hvirla tekur húsini. Antines veit ikki meira
til sín, fyrr enn hann vaknar úti á sjónum.
Hann royndi at toga seg inn gjøgnum taran og
upp á land, men gleið fleiri ferðir, tí har var sera
hált. Tað fyrsta, hann gjørdist varugur við var, at
Kjartan lá sum lívleysur nakrar metrar oman fyri,
har teir høvdu fest í tunnuna. Antines gjørdist sum
vera man ræðslusligin. Hann fór yvir til vinmannin
og rópti á hann, men har kom einki svar.
Men tá ein løta er farin, sær hann, at drong
urin andar. Tá lætnaði hann um hjartað. Umsíðir
fær hann samband við Kjartan og fær hann á
føtur, men vitið var enn ikki runnið til hansara,
hann var eitt sindur í ørviti.
Tá ið Antines fær lagt armin á Kjartan um
akslarnar á sær, verður spakuliga farið til gongu.
Antines sigur við hann, at teir skulu fara upp um
brimgarðin, men Kjartan var somikið illla fyri, at
hann helt seg ikki orka tað. Eitt brot um var á
brimgarðinum, og tí vildi hann heldur, at teir foru
um tað liðið. Teir so ganga, men spakuliga gekk.
Í øllum rokilsinum, sum hent var, hevði Anti
nes als ikki givið sær far um, hvussu hann sjálvur
sá út:
Troyggjan var øll brend, sum hon var
framman, og onnur tryggjuerman somuleiðis.
Hann sigur við vinmannin, at teir skuldu fara
inn til Onnu, sum er sjúkrarøktarfrøðingur. Men
Kjartan mutaði ímóti og segði nei.
– Jú, segði Antines.
Kjartan hevði ilt í knænum, og eisini hevði
hann skrætt vørrina innanfyri.
Teir fara inn hjá sjúkrarøktarfrøðinginum.
Húskið gjørdist illa við, tá ið tey sóu, hvussu
dreingirnir sóu út. Annar bløddi illa um munnin,
og klæðini hjá hinum vóru brend framman.
Dreingirnir vórðu settir á hvør sín stól, og ringt
varð síðani eftir foreldrunum.
Pápi Kjartan og mamma Antines komu oman
beinanvegin. Tey gjørdust sum vera man skelkað
av tí, sum hent var.
Mamman græt, sum ikki var so løgið, tí
dreingirnir kundu báðir verið deyðir.
Antines er sloppin sera væl, hann kundi
júst tað sama ligið eftirá av spreinginini. Hann
hevði eitt brunasár á áðrari hondini. Tað var tað
einasta, ið hendi honum, tá ið tunnan sprongd
ist. Eldur hevur verið i klæðunum, men øgiliga
trýstið slongdi hann í havið, har eldurin sloknaði.
Eisini var hann í føroyskari troyggju, sum
helst hevur gjørt sítt til, at hann ikki brendist
meiri.
Men tað kundi verið nógv verri, tí drongurin
var svímaður av spreinginini og kundi tí verið
druknaður, um hann ikki hevði fingið vitið aftur.
Kjartan slapp eisini hampuliga væl, men
hann var slongdur øvutan veg nakrar metrar
niðaneftir. Har lá hann við ongum viti, tá ið
Antines kom til hansara. Hann hevði fingið ilt í
høvdið, vørrin var skrædnað, og sár var á skinna
beininum, tí mátti hann liggja í seingini nakrar
dagar.
Um snuddirnir eru komnir av spreinginini, ella
tá ið hann er brostin í grótið, veit hann ikki.
Teir halda við vissu, at stóð Kjartan aftan
fyri tunnuna, tá ið brast, so kundi botnurin, ið
fór úr henni, og sum lá hálvthundrað metar frá
staðnum, havt klipt dreingin av.
Sjálvandi fór tunnan illa. Eisini halda teir, at
vóru ikki fleiri hol sligin í hana, kundi spreinginin
havt verið nógv verri. Men bresturin var kortini
so harður, at hann hoyrdist um alla bygdina, og
tey niðastu húsini skulvu.
Antines var tann eldri av dreingjunum, so
hann tók alla skuldina á seg og fór heim til
Kjartan, sum lá í seingini. Hann tosaði við for
eldur hansara um hetta. Tosað varð við dreing
irnar og spurt, hví teir høvdu funnið upp á slíkt.
Men har var ikki nógv at verja seg við. Ter
eru báðir samdir um, at ein hægri makt hevur
hjálpt teimum, vart teir og verið til staðar í tí
álvarsomu støðu, teir høvdu verið í.
Í dag hevur hvørgin nakað mein av hendingini.
Nú eru teir tilkomnir menn. Kjartan er timb
urmaður og Antines skipari.
Men teir ætla sær, ið hvussu so er, ikki at
royna slíkt aftur, og mæla øllum dreingjum frá
at finna upp á slíkt.
Festu í tóma
bensintunnu
Við loyvi frá forlagnum Føroya
Met úr bókini »Skakandi
tilburðir V«, 2010, sum fæst í
bókahandlum kring landið.
Skúvoy. Í fjøruni komu Antenes og Kjartan fram á eina bensintunnu,
sum teir festu eld í. Hon kundi havt kostað teimum lívið
Kjartan og Antenes fingu tíbetur ikki varandi mein av hendingini
25 ár síðani: Brádliga hoyrdist eitt suð, sum tá ið ein sterk hvirla tekur húsini. Drongurin
veit ikki meira til sín, fyrr enn hann vaknar úti á sjónum. Hann royndi at toga seg inn
gjøgnum taran og upp á land. Tað fyrsta hann gjørdist varugur við, var, at vinmaðurin
lá sum lívleysur nakrar metrar omanfyri, har teir høvdu fest í bensintunnuna