mánadagur 3. apríl 2017síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 14 • 3. APRÍL 2017
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: VESTMANNA
Á
altjóða kvinnudegnum í ár, 8. mars, hevði
Á-handilin í Vestmanna trý ár á baki.
Handilsleiðari síðan desember 2015
hevur verið Birita Signýardóttir, og hon letur
væl at gongdini.
– Vit hava nógv og trúgv viðskiftafólk, serliga
her í nærumhvørvinum, Vestmanna, Kvívík,
Stykkjunum, Leynum og Skælingi. Tað er í fyrsta
lagi hesi, sum koma inn á gólvið at keypa sínar
gerandisvørur, og eg haldi, at fólk eru ógvuliga
glað fyri okkara handil.
Tiltøk og søla
Handilsleiðarin sigur, at tá tiltøk eru í Vest
manna, har hondbólturin fyllir ógvuliga nógv,
detta fólk úr ymiskum heraðshornum javnan
inn á gólvið.
– Sama er, tá fólk eru á kampingplássinum
og hava brúk fyri einum innkeypi. Her standa
kampingvognar alt árið, og tað er ikki so sjáldan,
at fólk koma higar at gista, eisini uttan fyri
summarvertíðina.
Birita Signýardóttir vísir á, at Á-handilin í
Vestmanna hevur opið allar gerandisdagar frá
og við mánadegi til og við leygardag frá klokkan
9 til 22. Sunnudag er stongt.
- Vit hava allar gerandisvørur, og vit fáa frukt
og grønt tvær ferðir um vikuna, mánadag og
hósdag, leggur hon aftrat.
Ymisk tilboð
Á-handilin í Vestmanna hevur somu vikutilboð
sum aðrir Á-handlar hava, og kunnað verður um
hesi í lýsingarbløðum, sum verða borin í hvørt
hús.
Vikutilboðini eru galdandi frá týsdegi til og
við leygardag, hvørja viku.
– Vit hava eisini vikuskiftistilboð, sum vit lýsa
við á okkara Facebook-vanga - Á handil (Vest
manna).
Handilsleiðarin sigur, at umframt reglulig
vikutilboð og vikuskiftistilboð, hevur Á-handilin
í Vestmanna altíð av og á eisini sms-tilboð.
– Her senda vit út sms eftir einari skipan,
sum viðskiftafólk hava teknað seg til hjá okkum,
leggur Birita Signýardóttir aftrat.
Tey, sum kundu hugsað sær at vent sær til
Á-handilin í Vestmanna við onkrum fyrispurningi,
kunnu ringja á tlf. 442005.
SKALT TÚ...
HALDA KONFIRMASJÓN,
BARNADÓP ELLA BARA
MATGERÐA TIL FLEIRI
FÓLK ENN VANLIGT ?
So kanst tú nú, við “Stórkeyp -
tænstuni”, bíleggja, heinta og rinda
fyri størri nøgdir av Krás vørum í
flestu Á og Samkeypshandlum.
* Hesin bíleggingarseðil skal útfyllast greitt og latast inn í tí Á ella Samkeypshandli, har
vøran ynskist heintað. Bíleggingin er galdandi, tá ið bíleggingarseðilin er útfyltur greitt
og til fulnar og síðani latin handlinum. Handilin avgreiðir bíleggingina. Goldið verður
sum vanligt við kassan, tá vøran verður heintað.
Nær ynskir tú at heinta vøruna?
Navn/undirskrift
• Bíleggingarfreistin er 4 yrkadagar áðrenn vøran ynskist avheintað í handlinum.
• Minsta nøgdin á einari bílegging er á 5 kg.
Malið oksakjøt
kg
Gullasj
kg
Stroganoff
kg
Oksagyros
kg
Útbeinað tjógv
kg
Skinkuterningar
kg
Skinkustrimlar
kg
Angus steak
kg
Høsnarungabitar
kg
Høsnarungastrimlar
kg
Høsnarungagyros
kg
Heil oksafilet
kg
Oksakulotta
kg
Dagfesting
Klokkutíð
BÍLEGGINGARSEÐIL
Navn og eftirnavn
Handil
Telefonnr.
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
Handlarnir hava
bíleggingarseðlar við
vøruúrvalinum og við
nærri upplýsingum
um tænastuna.
ÐA TIL FLEIRI
nstuni”, bíleggja, heinta og rinda
a
Fólk eru
glað fyri
Á-handilin
í Vestmanna
– Vit hava allar gerandisvørur, og vit fáa frukt
og grønt tvær ferðir um vikuna, mánadag og
hósdag, sigur Birita Signýardóttir, handilsleiðari
Á-handilin í Vestmanna hevur somu
vikutilboð sum aðrir Á-handlar hava, og
kunnað verður um hesi í lýsingarbløðum,
sum verða borin í hvørt hús