týsdagur 4. apríl 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. apríl 2017 · Nr. 41
mikudagsblaðið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Málið um hjúnarbandslógina hev
ur volt nógv høvuðbrýggj. Í fleiri
ár var tað eitt vónleyst mál at seta
sær, at hugsingur nakrantíð skuldi
vera um, at Føroya Løgting fór at
góðtaka, at tvey fólk av sama kyni
skulu giftast í Føroyum.
Men tann støðan er eisini
broytt. Afturhaldnir, sum føroy
ingar eru, so verður hildið fast upp
á tað gamla. Soleiðis var eisini, tá
tosið um javnstøðulóg kom upp í
áttatiárunum. Tað var eisini mett
sum ólop á kristnan fornan sið,
og tey, sum tosaðu fyri javnstøðu
millum kynini vórðu løgd undir
mangt og hvat.
Nú er støðan broytt – og hugs
anin millum tingfólk er eisini
broytt. Meiriluti er fyri at loyva
fólki av sama kyni at giftast, men
enn er ikki meiriluti fyri, at hetta
skal kunna gerast í kirkjuni.
Lógartekniskt hevur hetta ført
við sær fleiri seinkingar – eisini
fleiri óneyðugar seinkingar. Roynt
verður at leggja fótoglar í vegin
við at seta kílar ímillum føroysku
Fólkakirkjuna og politiska viljan
hjá meirilutanum í Løgtinginum,
og kærur verða sendar um hetta
og hatta.
Alt hetta í eini roynd at steðga
málinum, sum ein meiriluti í tingi
longu hevur samtykt. Ein seink
ingarprosess kunnu vit siga.
Viðhvørt tykist, at fólk hava ilt
við at góðtaka ella skilja veruleikan
– sum er tann, at Løgtingið hevur
samtykt, at samkynd í Føroyum
kunnu giftast. Maður kann gifast
manni og kvinna kann giftast
kvinnu.
Í morgin skal tingið aftur við
gera hjúnabarndsmálið. Nú er
talan um lóg um nágreining í
lógarregluni at signa borgarliga
stovnað hjúnalag. Hetta snýr seg
um, at tað ikki skal bera til at signa
hjún av sama kyni í kirkjuni, um
ikki góðkent rituali er galdandi.
Og tað er tað ikki – og verður tað
neyvan í bræði.
Tað er sjálvandi demokratiskur
rættur hjá minnilutanum á tingi
at stríðast ímóti málinum, til tað
endaliga er avgreitt í Løgtinginum.
So sjálvandi gera tey tað. Men vit
mugu nokk øll síggja veruleikan í
eyguni, at »tokið er koyrt«, at tað
nú er ein politiskur meiriluti á
tingi at loyva fólki av sama kyni at
giftast.
Tað er neyvan heldur nakar
ivi um, at trýst ferð at verða lagt
á kirkjur og samkomu seinni um
eisini at góðtaka, at fólk av sama
kyni kunnu giftast. Tí tá vit hava
sagt A so mugu vit eisini siga B.
Men hagartil eru vit ikki komin
enn. Men tey hava rætt, sum siga,
at tað trýstið kemur fyrr ella
seinni.
Streingja á at steðga
samtyktu hjúnabandslógini
broyta neyvan hugsan
Off
ensiv og
ósmæðin
framsókn
Virgar dalsgaard
Kjak síða 16
Er
Kring
varpið
óheft?
Jógvan á Lakjuni
Kjak Síða 16
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
– Okkara Vár er nummar eitt
hjá Vestjysk Ølkultur, sum er
viðurkend kapping millum
bryggjarí í Danmark.
Soleiðis skrivar bryggjarí
ið Okkara í tíðindaskrivi. Øl
frá Okkara hava áður verið
við.
–Til dømis var Okkara Jól
nummar tvey í kapping mill
um danskt jólabryggj hjá
Vestjysk Ølkultur í fjør, sigur
Petur Petersen, sølustjóri hjá
Okkara – betur kendur sum
Petur Øl.
– Vit eru sera fegin um
ta positivu gongdina hjá
Okkara. At vit fáa ein slík
an heiður hevur nógv at siga
fyri bryggjaríið og starvs
fólkini, sum hvønn dag gera
sítt besta fyri at bryggja Før
oya fólki dygdarøl.
– Tað hevur eisini vakt
ans uttanlands, at vit nú
hava fingið samstarv í lag
við Mikkeller um at bryggja
"Gullhornið", sum kom á
marknaðin í síðstu viku,
sigur Petur Øl.
Tað var á árliga aðalfund
inum hjá SVO.DK tann 31.
mars. at páskabryggj-smakk
ing var á skránni.
Har vóru 11 útvald páska
bryggj og 30 ymiskir limir,
sum við nærlagni og eldhuga
smakkaðu og góvu stig. Nú
tá ið atkvøðurnar vórðu tald
ar saman, varð Okkara Vár
kosin sum nummar eitt av øli
upptil 5,8%, skrivar Okkara.
Úrslitið í »Øl upp til 5,8%«
var hetta:
Nr. 1, 130 stemmer, Vår,
Okkara (Færøerne)
Nr. 2, 126 stemmer, Påske
Bryg, Mylius-Erichssen B.
Nr. 3, 111 stemmer, Påske
Bryg, Refsvindinge Bryggeri
Nr. 4, 90 stemmer, Påske
Bryg, Struer Håndbryg
Nr. 5, 80 stemmer, Påske
Bryg, Bryggeriet Herning
Nr. 6, 73 stemmer, Påske
Ale, Thisted Bryghus
Okkara Vár fremsta pláss
í danskari kapping
Fyrsta ársfjórðing í ár eru 50,5
milliónir krónur meiri komin
inn í skatti enn í fjør. Av teim
um hava kommunurnar fing
ið 31 milliónir, meðan 13,5
milliónir stava frá landsskatti,
700.000 frá kirkjuskatti og 5,3
milliónir frá eftirlønarskatti.
Tað er Tórshavnar komm
una, sum hevur fingið størsta
vøksturin. Meðan skattainn
tøkurnar fyrsta ársfjórðing í
fjør vóru 164 milliónir krónur,
eru tær í ár 173,5 milliónir
krónur, altso 9,5 milliónir
krónur hægri.
Í Klaksvík er skattainn
tøkan hækkað við 3,5 milli
ónum krónum, í Runavík við
3,2 milliónum krónum og í
Eysturkommunu við 2,6 mill
iónum krónum. Í Fuglafirði,
Nes, Vestmanna og Vága
kommunu eru skattainntøk
urnar eisini vaksnar við yvir
einari millión.
Størstu lutfalsligu øking
ina eigur Fugloyar komm
una. Kommunan hevur fing
ið 529.085 krónur meiri inn
í skatti higartil í ár í mun til
sama tíðarskeið í fjør. Tað er
ein vøkstur upp á 176,1 pro
sent, úr 300.453 krónum í
829.538 krónur.
Fimm kommunur hava
fingið minni inn í skatti í
mun til í fjør, og av teimum
liggja fýra í Suðuroynni.
Hvalbiar kommuna, Fámjins
kommuna, Porkeris komm
una og Hovs kommuna fáa
allar minni enn, frá 34.000
krónum til 212.000 krónur
minni.
Fimta
kommunan
er Kunoyar kommuna, har
skattainntøkan er minkað við
69.000 krónum.
Fleiri krónur
koma inn í skatti
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
adfasf