Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. apríl 2017 · Nr. 41 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen – So er triðja vika við fullum rakstri farin afturum. Í alt eru nú boraðir 154 metrar Strandamegin. Í síðstu viku vórðu 26 metrar boraðir. Hetta er minni enn vikuna frammanundan, tá 60 metrar vóru boraðir. Soleiðis ljóðar seinasta dagføringin hjá P/F Eystur- og Sandoyartunlar á Face­ book, sum í skrivandi løtu er 23 tímar gomul. Lagt verður aftrat, at or­ søkin til, at færri metrar eru lagdir aftur um í síðstu viku í mun til vikuna fyri, er, at smærri lekar við vatni, ið eru tettir so hvørt, hava verið. – Men, hetta er púra van­ ligt í tunnilsarbeiði. Meðan tunnilin verður sprongdur, vera boraði kann­ ingarhol inn í benið fyri at fáa vitan um tilfarið, sum sprongt verður í gjøgnum og fyri at finna møguligar lekar í helluni, áðrenn sprongt verður fyri sjálvum tunli­ num. – Talan er um tvey til seks kanningarhol, sum eru umleið 30 metrar long, og hesi skulu umskarast við umleið seks til átta metrum. Um so er, at kanningarholini vísa, at hellan hevur lekar, verður hellan tett við fínum sementi, áðrenn sprongt verður víðari. Sementið verð­ ur sproytað inn í fjallið við rættiliga stórum trýsti, sum so tettur møguligar rivur. Lagt verður aftrat, at tað eisini ber til at brúka kann­ ingarholini til at tryggja sær, at nóg mikið av hellu er oman fyri tunnilin. Tað var hin 21. februar í ár, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, skeyt fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin. Vilmund Jacobsen Skipasmiðjan Mest hevði eitt gott ár í fjør við 10 mil­ jón­um krónum í avlopi eft­ ir skatt. Stjórin í samtakinum, Mouritz Mohr, er saman­ umtikið nøgdur við úrslitið, tó at Pam Offshore Service, sum hevur havt minkandi virksemi orsakað av støð­ uni í oljuvinnuni, gav eitt hall í fjør á hálva miljón krón­ur. Útlitini hjá samtakinum fyri árið í ár eru góð, og fyrstu mánaðirnir av árin­ um hava eisini verið góðir. – Vit hava havt eina góða byrjan, sigur Mouritz Mohr. Tað hevur áður verið nevnt, at skipasmiðjan ætl­ar at inniloka dokkina á Skála, og henda ætlan stend­ur við. Stjórin væntar, at tað fer at tryggja Mest eitt javnari virksemi yvir alt árið, tá dokkin verður innilokað. – Hetta fer eisini at gera, at vit kunnu veita okkara kundum eina munandi betri tænastu, sigur Mouritz Mohr. - Tá dokkin á Skála verður innilokað, kunnu vit veita okkara kundum eitt munandi betri tænastustøði, sigur stjórin í Mest Eitt nýtt lið av aspirantum verður tikið inn á Vinnu­ háskúlanum í summar, og umsóknarfreistin er 1. juni 2017. Tár fullu í Skopun 26. mars í ár vóru liðin fimmti ár, síðan fýra menn í bestu árum, sum vóru við Nólsoyar Pálli, fóru í bjargingarbát, sum ongantíð varð funnin aftur. Hendingin fór fram 1. páskadag í 1967. Nólsoyar Páll var á veg til Grønlands, tá teir fingu ein sjógv sum førdi til, at saltið í lastini fór út í annað borðið. Skipið fekk stóra slagsíðu í ringa veðrinum, og vandi var fyri, at skipið fór at koppa. Tað eydnaðist fýra ungum monnum at koma í bjargingarbát, sum rak frá skipinum, áðrenn aðrir fingu møguleikan at sleppa í bátin. Teir, sum vóru eftir umborð á Nólsoyar Pálli, ivaðust ikki í, at teir fýra í bjargingarbátinum fóru at verða bjargaðir, meðan illa var vorðið hjá teimum, sum eftir vóru umborð. Tað skuldi tó vísa seg, at menninir í bjargingarbátinum ongantíð vórðu funnir aftur. Nólsoyar Páll lá við stórari slagsíðu alt kvøldið og alla náttina. Um morgunin eydnaðist tað monnum at sleppa niður í lastina at skumpa salt, soleiðis at skipið fekst aftur á rættkjøl. Soleiðis bjargaði manningin sær úr neyðini. Sunnudagin, 26. mars í ár - á sjálvum fimmti ára degnum - tók Sólfríð Lognberg stig til minningarløtu við minnisvarðan yvir sjólátnar í Skopun, og her vóru fólk í familjuni savnað. Sólfríð er dóttir Sannu og Sofus Lognberg (Skopun), sum bert 22 ára gamal hvarv við bjargingarbátinum saman við Trúgva Hansen (Skopun), Vagn Jacobsen (Skálavík) og Jónleifi Hansen (Miðvági). Sanna, sum var 21 ára gomul, gekk við Sólfríð, tá Sofus gekk burtur, og Sólfríð er fødd hin 16. juni í 1967. Tá áttu Sanna og Sofus eisini Sámal Petur Lognberg, sum var um hálvt annað ára gamal, tá pápin doyði. Á myndini oman fyri síggjast Sámal Petur, Sanna og Sólfríð. Eftir teir fýra, sum sjólótust, vóru átta faðirleys børn. - Hóast fimmti ár eru liðin, er tað framvegis svárt at hugsa um tað, sum hendi, og eisini við minningarløtuna í Skopun fullu tár, sigur Sólfríð Lognberg. vilmund@sosialur Inniloking gevur javnari virksemi – Men, hetta er púra vanligt í tunnilsarbeiðið, og lekarnir verða tettir so hvørt, sigur tunnilsfelagið Smærri lekar við vatni í tunlinum Systurskipini, Maersk Lancer og Maersk Launcher, skulu liggja á Vági til miðjan apríl, tá tey fara yvir til Kanada sum supplyskip í samband við oljuboring Her er Hans á Bakka í dokk á Skála. Fyrimunirnir verða fleiri, tá dokkin verður innilokað