Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. apríl 2017 · Nr. 41 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar 1997: Sosialurin væl fyri »Eg vil fyrst, vegna Tele­fon­ verk­ið, ynskja Sosialinum til­lukku við tíðindablaðnum á Int­er­netinum. Hetta er av­ gjørt eitt tiltak, sum er við til at seta Føroyar á heimskortið, økja virðið á Internetinum, og gera tað til ein seriøsan mið­il og arbeiðsamboð hjá ein­stak­ling­um og virkjum. Internetið er ein sam­ skift­is­mið­il, á sama hátt sum fjøl­miðlar og telefonin. Tann heilt stóri fyrimunurin fyri før­oy­ingar er tó, at her hava vit møg­u­leika fyri at kappast á jøvn­um føti við onnur lond og aðrar fyritøkur, hó­ast hes­ar eru ómetaliga nógv størri og sterkari. T. d. hev­ ur Sos­i­al­ur­in eins góðar møg­u­leik­ar sum Politiken, Jyl­lands Posten og hini bløð­ini, sum vit vanliga lesa á int­er­net­i­num. Tað sama er fyri so vítt galdandi fyri allar føroyskar fyri­tøkur. At hevja seg á int­er­net­inum er ikki fyrst og fremst ein spurningur um pen­ing, men ein spurningur um evni og vitan, segði Poul Henrik Poulsen, marknaðarleiðari á Telefonverkinum. Um 100 fólk stukku inn á gólvið SOSIALURIN 1997 27. november í 1997 skrivaði Sosialurin søgu, tá hann sum fyrsti føroyski fjølmiðilin fór á int­er­net­ið. Sámal Petur í Grund, mentamálaráðharri, trýsti á músina, tá fyrsti Internet Sosialurin alment fór á internetið S osialurin skrivaði soleiðis 27. november í 1997: »Rættuliga nógv fólk stukku inn á gólv­ið í blaðbúsinum hjá Sos­i­a­l­ i­num týsdagin, tá Int­er­net Sos­i­alurin al­ment varð tikin í nýtslu. Tað var landsstýrismaðurin í sam­ skiftismálum, Sámal Petur í Grund, sum trýsti á knøttin, sum legði fyrsta almenna Internet Sosi­al­in út á netið, nú royndartíðin er av. Á samkomuni segði lands­stýr­ is­maðurin nøkur orð og ynskti Sosialinum tillukku við tiltakinum. Fyri Telefonverk Føroya Løg­tings var Poul Henrik Poulsen, markn­að­ar­ leiðari, ið ynksti Sosi­ali­num tillukku, samstundis sum hann greiddi eitt sindur frá um tele­sam­skift­is­poli­tikk­ in hjá Tele­fon­verki­num. Petur Zachariassen á Fróð­skap­ar­ setr­i­num er ein av »gomlu rottu­num« í unga føroyska int­er­net­heim­i­num. Hann greiddi frá um gongd­ina og um internetpolitikk sum so. Eini hundrað fólk nýttu høvi at ynskja Sosialinum tillukku. Landsstýrismaðurin segði mill­um ann­að: – Mær rennur til hugs tá eg sjálv­ ur stóð í læru sum elektron­ik­mek­an­ ik­ari, seinast í sjeytiárunum, hvar vit fingu loyvi til at hoyra um eitt sum kall­aðist microprosessor. Tað var ikki smávegis man væntaði sær av hes­um geniala uppfinnilsi. Í dag mugu vit ásanna, at tøknin alla tíð­ina yvirhálar seg sjálva. Útbúgving á hesum økjunum er nær­ um avoldað, tá ein er avlærdur. Ein av teimum møguleikum, sum tøkn­i­frøð­i­liga hevur vakt ans, er int­ er­netið. Hesin miðil hevur gjørt útboðið sum stend­ur okkum í boði, so ó­end­a­ liga nógv størri, enn ein kundi í­mynda sær, bert fyri stuttari tíð síð­ani. Møguleikarnir fyri upp­lýs­in­g­um, sum ein slettis ikki hevði givið gæt­ur, eru at finna á netinum. Tað hevur í eina tíð verið møg­u­ligt at lesa útlendsk bløð og tíðarrit á int­ er­net­i­num. Eisini frá føroyskari síðu hava vit sæð initiativ á hesum øki. Sosial­ur­in hevur royndarkoyrt blað sítt á net­i­ num, og hava vit, sum hava fylgt við á hesum øki, við spenningi sæð fram til, hvønn leist ein fór at leggja seg á. Tað er helst eingin av okkum sum kann ímynda sær, hvussu langt kann náast við einum miðli á int­er­net­i­num, men longu í dag kunnu vit síggja, at lesaraflatan er økt mun­andi við tað, at føroyingar alla­staðni um í heiminum nú kunnu lesa dagførdan Sosial. Nú nýtist ongum meira at bíða eft­ir postinum, til nýggjastu tíð­ind­ ini koma innum gáttina. Eg eri heldur ikki í iva um, at bløð okkara kunnu víðka um tæn­ast­ur­nar, sum givnar verða av bløð­u­num. Vit, sum av og til føla trongd til at skriva eitthvørt, hava longu merkt henda munin, við tað at greinarnar nú kunnu sendast bein­leið­is av telduni yvir internetið. Eg vil fegin takka Sosialinum fyri heiðurin at fáa loyvi at senda tað fyrsta blaðið, eftir roynd­ar­tíð­ina, út á netið. Til seinast fari eg at ynskja Sos­ i­al­i­num og tykkum sum hava tykk­ ara dagliga yrki her, hjartaliga til­ lukku og góða eydnu við hesum til­taki, segði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður. Sosialurin skrivar soleiðis 7. febr­ uar í 1979: »Í gjár fall dómur í tí sokallaða disko­tek­klubbamálinum. Teir sak­søktu, Árni C. Joensen og Pet­ ur Ol­iv­ar í Hoyvík, eru dømdir at gjalda um 204.600 kr til diskotekklubban í Tórs­havn. Eftir at teir dømdu ikki vórðu aftur­ vald­ir sum nevnd­ar­limir í Disco­ teq Club í Tórshavn á vári í 1977 stevndi tann tá valda nevndin teir fyri m. a. at hava tikið sær sam­sýn­ing ólógliga. Samlaða kravið var upp á hálva milli­ón krónur. Umframt tær 204.600 kr skulu Árni C. Joensen og Pet­ur Olivar í Hoyvík gjalda sakar­máls­út­reiðsl­ur­nar, sum eru 12.000 kr. Hvussu teir dømdu býta gjald­ ið av dóminum, vera teir sjálv­ir at avgera, tá teir ikki hava upp­lýst, hvussu stórur luturin hjá hvørj­ um í sær er.« 1979: Dømdir at gjalda 204.600 krónur í endurgjaldi Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í samskiftismálum, tendraði fyrsta almenna InternetSosialin Krisjan Dahl, fyrrverandi stjóri á Sosialinum, Jona Henriksen og Jóannes Dalsgaard á Sosialinum hendan dagin í 1997, tá fyrsti Sosialurin alment varð lagdur út á internetið. Krisjan Dahl doyði góðar seks vikur seinni, 11. januar í 1998