Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. apríl 2017 · Nr. 41 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SÍÐAN 1936 GUMMIBÁTATÆNASTAN Mykinesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo VIT HAVA VOGNIN TIL EINHVØNN TØRV Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Kunngjørt verður, at sorinskrivarin tann 3.4.2017 hevur givið loyvi til at panta eftirstøðu, sum stavar frá skatti, mvg og øðrum gjøldum, ið verða innheintað av TAKS sambært reglum um innheinting av skatti, og sum skuldu verða goldin innan 1.4.2017. Farið verður undir pantingina tann 18.4.2017. TAKS www.taks.fo Sosialurin 341800 Panting Heini-beiggi, fantastiski abbabeiggi mín. Tú og Eyðbjørg, fantastisk bæði tvey; altíð líka kærlig og blíð. Aldrin eg fari at gloyma teg’. So lættur á fótum, glaður og fekk altíð gott lag á onnur. Altíð. Ja, tú var ein heilt serligur maður, at krabbin valdi teg, eg als ikki skilji hví. Tú bardist leingi og hart. Áh dett stríð. Tú vann, men ikki gekk leingi, so var hann aftur. Hesaferð, var bara spurningur um tíð, til tú ein vakur eingil skuldi gerast. Alla ta tíð tú millum okkum var, hava vit øll altíð havt stóra gleði av tær. Nú tú í himmiríki er og yvir okkum alt sær; abbabeiggi, tú fert altíð at hava eitt serligt pláss í hjartanum hjá mær. Bjørk Sofía Dávadóttir Glerfoss Minningarorð um Heina Jóhan Glerfoss NØVN 20. januar fingu Milja Kristina Pattinson Joensen og Jamin Linduson Zhang, fyrsta son okkara. Hann vigaði 3580 gr og var 50 cm langur. 25. mars fingu Ida og Jósef ein lítlan beiggja. Hann vigaði 4290g og var 55 cm. Foreldrini eita Elin Kathrina og Jens Sofus Thomsen, Hoyvík Tann 1. februar fingu vit hesar fittu tvíburarnar, eina diddu, sum vigaði 1760 gr og var 45 cm long, og ein beiggja, sum vigaði 1940 gr og var 45 cm langur. Durita og Rúni Dahl, Tórshavn 11. februar fingu Sigga & Magnus á Stongunum, Sandavágur, eina dóttur. Hon vigaði 4080 gr og var 53 cm long. 9. februar fingu Betsy Wairimu Gichuk og Sigmund Christiansen, Tórshavn, ein son. Hann vigaði 4100 gr. Mánadagin 27. februar fingu Mirjam Zachariasen og Haraldur Djurhuus, Streymnes,ina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3490 gr. 11. mars fingu Svein Krogh Johansen og Sylvia Berg Johansen ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3580 gr.