Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. oktober 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 191 - 7. oktober 2004 Nr. 191 - 7. oktober 2004 29 BILANLÆG Kvalitets auto-hifi JBL forstærker P80.4 (4x90 W) Ubrugt og en P80.2 (2x180 W) brugt i 30 timer. Rock- ford fosgate sab 10'' i kasse samt div. ledninger. Nypris ca. 11.000 kr. nu 6.000 kr. Tlf. 583034 Út- & Sjónvarp TIL SØLU Ein parabolskál (1 m) og ein LNB (0.3 db) selist fyri einans 1.000 kr. Bæði eru 3 mán. gamalt. Tlf. 224943 28'' SJÓNVARP TIL SØLU Telefunken, í góðum standi, selist vegna plásstrot fyri 2.000 kr. Tlf. 421331 ella 271836 TELEVARP BOKS TIL SØLU Nýprísur 1.600 kr. Hann fer fyri 1.000 kr. Tá fylgja káplar við. Tlf. 318401 ella 584567 RADIO Radio ynskist til keyps frá 1970- árinum. Hevur tú eitt slíkt stand- andi, ring vinarliga á Tlf. 519613 SJÓNVARP 1 ára gamalt JVC sjónvarp til sølu. Silvurgrátt og 25''. Sjónvarpið er sum nýtt. Til sølu fyri 4.000 kr. Ger kvetti og spar 3.000 kr. Tlf. 448097 PARABOL v/ digitalum móttakara og motori, skál 120 cm, til sølu fyri einans 4.000 kr. Tlf. 214831 ella 314831 Ymiskt FARTELEFON VIÐ OUTLOOK Msn messenger, internet explorer, media player (mp3), nógvum spølum og programmum. GPRS, MMS og kann avspæla allar ljóðfílar sum ringitóna. Sær út sum nýggj. 128 mb SD-kort fylgir við. Einans 1.100 kr. Ring Tlf. +45 26275314 HUGSAR TÚ UM HEILSUNA? Eg havi ein góðan venjingarbonk við nógvum hentleikum bíliga til sølu Tlf. 211034 FRAMSÝNING AV PATCHWORK Heldur fram vikuna út hjá Dianu í Saltangará Heimaseyming FLYTIGÓÐS TIL ELLA ÚR DANMARK Næsti túrur: til DK 14. okt. Heim- aftur 25. okt. Kostnaður 750 kr. kubilmeturin. Ringi til Tlf. 213223 ella 226758 FLOGFERÐASEÐLAR við Mærsk. 4 apex ferðaseðlar Vágar/Kastrup og aftur verða seldir fyri 2.500 kr. stk. Mugu vera brúktir í seinasta lagi 31. oktober 04. Tlf. 422303 - 722566 GER KVETTI Alt lítið brúkt og er í sera góðum standi til sølu. Pace analog móttak- ari kr. 350,-. Electrolux barrskáp v/ køliskápi 70x56x40 kr. 800,-. Pio- neer mini stereoanlæg v/ hátalarum kr. 800,-. Tlf. 422310 ella 545155 MÁLNINGUR TIL SØLU Av William Heinesen. Motiv: Úti í Bakka. Ár 1932. Pastell, stødd v/r 70x60. Tlf. 212289 OMEGA LUMMAUR Orginalt Omega Grand Prix 1900 ur, við leður lumma. Silvur við gull leg- ering. Stødd Ø 52 mm H 15,5 mm. Kassa nr. 6177038, urverk nr. 5395096. Perfekt til føroyska búnan. 2.500 kr. Tlf. 314587 NOKIA 8210 Lítið brúkt fartelefon í sera góðum standi, virkar perfekt. Við ladara. Einans 900 kr. Tlf. 314587 NIKON COOLPIX 3500 Lítið brúkt digitalt kamera, 3,2M pixel við ladara, 64MB Compact Flash, nýtt battarí, USB2 kortlesari. Í sera góðum standi, virkar perfekt. 2.300 kr. Tlf. 314587 TVEIR FLOGFERÐASEÐLAR Millum Føroya og Danmark við Mærsk Air bíliga til sølu. Mugu brúkast áðrenn 30. okt. Tlf. 218239 NOKIA 7250I Við camera til sølu fyri 1.500 kr. TLf. 216778 NOKIA 3100 Til sølu fyri 800 kr. Tlf. 216778 SOLARIUM SELIST BÍLIGAA Er hvítt, b 110, h 120, l 220. Undir 16 rør, yvir 18 rør v/ andlitssól. Má avheintast í stórum bili. Tlf. 510727 ella 310727 STÓR SÍL Í NESVATNI Ein hevur fiska 19 ferðir og fingið 17 síl. Tað størsta 6 kg. Nøkur eru eftir enn. Tlf. 447565 ella 260887 ELDRAFELAGIÐ NÓN Vit koma saman í húsum felagsins í Torvgøtu 2 mánadag til fríggjadag frá kl. 15.00 til 18.00, har vit kunnu hugna okkum og fáa ein drekkamunn Eldrafelagið Nón ARGJAVEITSLAN Verður í róðrarneystinum 30. okt kl.19.30. Fimmboði Lisberg og Jógvan Olsen undirhalda og spæla til dans. Kostnaður 275 kr. Tilmeld- ing: Noomi tlf. 317982/255308, Edvard tlf. 317835/217835. Argja Róðrarfelag/Argja Bóltfelag ÚTHURÐ TIL SØLU Brúkt mahognyúthurð. Breidd 90, hædd 210. Gongur høgra inn, til sølu fyri 4.000 kr. Tlf. 220338 ÚTHURÐ TIL SØLU Brúkt plastikúthurð br. 96 h. 209. Gongur vinstra inn, til sølu fyri 5.000 kr. Tlf. 220338 RENNIBAND TIL SØLU Fyri 1.000 kr. Nývirðið 2.000 kr. Lítið brúkt. Tlf. 448127 FUJICA SPEGLREFLEKS fototól við blitz og tveimum eykalinsum til sølu. Tlf. 218159 HVÍTT BAÐIKAR Stødd 130x70 við 2 síðuplátum til sølu fyri 900 kr. Tlf. 317590 TIL SØLU Ein lítið brúktur Orbitrek trenings- bonkur til sølu fyri 1.200 kr. Nýprísur 2.500 kr. Tlf. 229723 EFTIRLÝSING - SANDOY Eldhús-rabatmerkini frá 60-unum og 70-unum verða eftirlýst. Latið finningartløn/samsýning. Tlf. 321291 JÓLASØLA Árliga jólasølan hjá Føroya Heima- virkisfelag verður í Ítróttarhøllini á Nabb 27.-28. nov. Tilmelding innan 15. okt. Hjá Jórun Tlf. 317911 NOKIA N-GAGE Ein lítið brúkt NOKIA N-Gage selist fyri kr.1.800. Ring Tlf. 517376 TI 83 TELDUHVØLPUR til sølu fyri 400 kr. Væl egnað til student/HF. Tlf. 214831 ella 314831 BYRSA TIL SØLU Browning 1/2 aut. Gold Sport v/ 3 Chokes: 9.785 kr. Mossberg Macerick mod. 88 Pumgun v/ 1 shokes: 2.785 kr. Á goymslu júst nú. Tlf. 422445 ella 250105 ER TAÐ NAKAR sum manglar eina myrkabrúna wc- kummu ella hondvask. Ring Tlf. 744994 EIN EIK HARMONIKU-HURÐ Til sølu. 211 cm høg og 318 cm breið. Tlf. 444994 ella 744994 TIL SØLU Eitt solarium við 38 rørum. 2 tenn til Brøyt x21. Ein Frank Thomas jakki/buksur XL (MC-klæðir) Tlf. 441515, 229023 ella 259164 MÁLNINGUR Av William Smith til sølu um hóskandi boð fæst. Málningurin er av Porkeri og er málaður í juni 1978. Stødd 85x100 cm. Tlf. 214658 XEROX WORKCENTRE XE60 kopimaskina og Okifax OF-8m sera bíliga til sølu. Tlf. 218903 FARTELEFON Sony Ericsson T610 + nógv eykaútstýr bíliga til sølu. Kostaði nýtt uml. 4.000 kr. Tlf. 218903 SAMSUNG E700 KLAPTELEFON Við innbygdari antennu og í lekrum sniðið v/ myndatóli og litskermi. Hevur 9MB dynamiskt memory. Til sølu fyri 2200,- ella hægsta boð yvir. Tlf. 255909 aftaná kl. 15 KONTAINARAR 1 stk. 40 fót kontainari til sølu. Stoypt gólv og ljósamatur í sera góðum standi. Til sølu fyri kr. 15.000 Tlf. 226445 NÝGGJAR RAMMUR 21 stk. ymsar støddir, úr mahogni, til sølu fyri 20.000,- Nýprísur 50.000. Tlf. 226445 UTTAN ÚR HEIMI Leita eftir oljuinntøkum Í USA vilja demokratarnir í Kongesssini hava eina frá- greiðing um, hvussu amerikanararnir hava umsitið oljuinntøkurnar hjá Irak síðani innrásina, og hvussu tætt sambandið hevur verið ímillum amerikonsku stjórnina og fyritøkuna Halliburton, sum Dick Cheney, varaforseti, hevur verið stjóri í. Í mai í 2003 yvirtóku amerikanararnir alla umsiting í iraksku oljuvinnuni, og hon bleiv ikki latin iraksku stjórnini fyrr enn í juni í ár. Demokratarnir vilja hava at vita, hvat teir nógvu oljupengarnir vórðu nýttir til teir trettan mánaðarnar. Skjøl, sum fyrr eru komin fram, hava avdúkað, at júst Halliburton hevur fingið fleiri sera virðismiklar sátt- málar í Irak, men stjórnin hevur sýtt fyri at lata Kon- gressina fáa avrit av sáttmálunum. Tað er verjumála- ráðið, sum hevur sáttmálarnar um hendi, men nú er líkt til, at politikararnir hava funnið ein veg uttan um Penta- gon. Mánadagin fingu fleiri av teimum størstu amerik- onsku bankunum boð um at flýggja teirri serligu trygd- arnevndini hjá Kongressini øll skjøl, sum hava sam- band við iraksku oljuvinnuna. Á tann hátt vóna politik- ararnir at fáa innlit í viðurskiftini. Gaddafi leiðir friðarfund Libyski leiðarin, Moammar Gaddafi, hevur gjørt av at skipa fyri einum fundi, sum skal hava til endamáls at loysa kreppuna í sudanska landspartinum Darfur. Ein embætismaður í Tripoli segði í gjár, at stjórnin hevur boðið umboðum fyri Sudan, Tjad og Egyptaland á fundin, og at tveir uppreistrarfelagsskapir í Darfur eisini hava fingið innbjóðing til fundin. Ætlandi verður nigeriski forsetin eisini á fundinum, av tí at hann er for- maður í afrikanska eindarfelagsskapinum. Toppfundurin verður tann 15. ella tann 17. oktober, og ætlanin er, at umboðini skulu royna at finna eina varandi loysn í Darfur. Tey skulu eisini umrøða, hvussu tey neyðstøddu flóttafólkini kunnu fáa ta neyðugu hjálpina. ST, USA, ES, Afrikanski Eindarfelagsskapur- in og Tann arabiska samgongan taka undir við hugskot- inum hjá Gaddafi. ETA viknað nógv Spanskir fjølmiðlar vilja vera við, at baskiski loys- ingarfelagsskapurin ETA er viknaður nógv, eftir at politiski leiðarin í felagsskapinum, Mikel Albizu, og 20 aðrir ETA-limir eru tiknir. Tað var franska løgreglan, sum tók teir sunnudagin. Samstundis legði løgreglan hald á 600 kilo av spreingievnum, 660.000 patrónir, 112 granatir og 74 byrsur av ymiskum slagi. Summar keldur vilja vera við, at løgeglan fann eisini tvær rakettir av russiskum uppruna. Ein spanskur hernaðarserfrøðingur sigur við sponsku bløðini, at eftir hansara tykki hevur ETA at kalla eingi vápn eftir. Løgreglan ásannar, at átakið sunnudagin hevur gjørt, at ETA er viknaður nógv, men samstundis verður stúrt fyri, at tað kann fáa felagsskapin at gera ein seinasta vørr. Loyniligur gravstaður Myndugleikarnir í New York halda seg hava funið ein loyniligan gravstað hjá mafiuni í býnum. Gravstaðurin er í býarpartinum Queens, og FBI heldur, at har finnast leivdirnar av nøkrum monnum, sum mafian hevur beint fyri. Serliga verður hugsað um fimm menn, sum hvurvu í sjeyti- og áttatiárunum, og løgreglan hevur alla tíðina verið greið yvir, at morðini høvdu samband við innanhýsis stríð ímillum teir ymsu bólkarnar í mafiuni. Sambært blaðnum New York Daily Mail væntar FBI ikki, at gravstaðurin í Queens fer at loysa allar tær óloystu morðgáturnar, sum eru knýttar at mafiuni í New York, men hildið verður, at gravstaðurin kann í hvussu er loysa nakrar av hesum gátunum. Hóast tann elsta morðgátan er frá 1978, hevur løgreglan arbeitt við málinum øll árini, skrivar New York Daily Mail. Myndugleikarnir í Haiti siga nú, at ódnin Jeanne kravdi meiri enn 3.000 manalív, tá hon herjaði landið í síðsta mánað. Tann endaliga uppgerðin hjá myndugleikunum sigur, at ódnin kravdi 3.006 mannalív. Av teimum búðu 2.826 í býnum Gonaives, sum varð serliga meint raktur av ódnini, tí ein flóð- alda legði ein stóran part av býnum undir í sjógvi. Sostatt hava náttúruva- nlukkur kravt umleið 5.000 mannalív í Haiti í ár. Í mai druknaðu umleið 2.000 fólk í einari vatnflóð. Iran hevur útvegað sær eitt nýtt slag av rakettum, og sambært fyrverandi forsetan- um bera tær langt VÁPN Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyrrverandi iranski foretin Hashemi Rafsanjani sigur við BBC, at Iran hevur fingið sær eitt nýtt slag av rakettum, sum kunnu raka mál 2000 kilometrar burt- uri. Tað merkir, at tær kunu raka mál í landssynnings- partinum av Evropa. Herfyri royndu iranar eina rakett, men tá varð hildið, at talan var um eina rakett av slagnum Shahab- 3, sum kunnu raka mál 1300 kilometrar burturi. Men sambært Rafsanjani kann hetta hava verið ein av teimum nýggju rakett- unum. BBC sigur, ar tær nýggju rakettirnar hava elvt til stúran í Washington og Jerusalem, sjálvt um iranar halda uppá, at teir ætla bara at nýta rakettirnar til sjálv- verju. Serliga í Ísrael hava tær nýggju rakettirnar vakt ans, samstundis sum ísra- elsmenn stúra fyri, at Iran er komið væl ávegis við royndunum at fáa sær kjarnorkuvápn. Ovastin fyri ísraelsku fregnartæn- astuni sigur við BBC, at um eitt hálvt ár verða iranar væntandi førir fyri at gera ta fyrstu kjarnorkubumb- una. Kravdi 3.000 mannalív Iranskar rakettir kunnu raka mál í Evropa Sjónvarpsdysturin gjáranátina ímillum tey bæði amerik- onsku varaforseta- evnini, Dick Cheney og John Edwards, endaði javnur VALSTRÍÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Sum væntað brúktu teir báðir nógva tíð til at um- røða viðurskiftini í Irak og sjálva avgerðina um krígið. John Edwards vísti á, at sambært fyrrverandi umsit- ingarleiðaranum í Irak, Paul Bremr, hevur USA ov fáar hermenn í Irak, og harafturat vísti hann á, at sambært Donald Rumsfeld, verjumálaráðhara kann USA ikki prógva, at nakað samband var ímillum Sad- dam Hussein og yvirgangs- felagsskapin al-Qaeda. Cheney svaraði ikki benleiðis. Tað var týðiliga Edwards, sum var tann meiri ágang- andi. Hóast hann ikki hevur serliga drúgvar politiskar royndir, eydnaðist tað hon- um at vísa á, at hann hevur eina greiða uppfatan av, hvønn uttanríkispolitikk USA eigur at reka. Eins og John Kerry helt hann, at USA hevur átikið sær alt ov tungar byrðar í Irak. – Vit hava 90 prosent av hermonnunum. 90 prosent av teimum hermonnunum, sum doyggja, eru okkara, og amerikonsku skattgjald- ararnir rinda 90 prosent av útreiðslunum í Irak, segði John Edwards. Cheney vísti á, at irakska stjórnin er tann týdningar- mesti sameindi hjá USA í Irak, og hann minti hyggj- ararnar á, hvussu nógv irakska fólkið hevur mist. Teir vóru annars ójavnir, tann brosandi Edwards og tann álvarssami Cheney, sum eisini tóktist troyttur og líkasælur viðhvørt. Eyg- leiðarar í USA halda, at varaforsetin var ikki so sannførdur, sum hann van- liga tykist vera. Hinvegin halda eygleiðararnir, at tað eydnaðist Cheney at bøta eitt sindur um tað vánaliga skoðsmálið, sum Bush fekk aftan á sjónvarpsdystin ímóti Kerry í síðstu viku. Sambært amerikonsku fjølmiðlunum endaði dyst- urin gjáranáttina við javn- leiki. Næsti dystur verður fríggjakvøldið, tá Bush og Kerry hittast aftur. Aftur ein javnleikur Tað endaði javnt ímillum Dick Cheney og John Edwards.Tað endaði javnt ímillum Dick Cheney og John Edwards C M Y K 29 28 HEILSANIR Góði Pætur og Páll Jóhan Hjartaliga tillukku við føðingardøgunum 5. og 7. okt. Jesus pápi signi tykkum. Gleða okkum til vít síggjast. Heilsan frá okkum í Hirthals. Mamma/omma Góði Leivur gubbi Hjartaliga tillukku við 15 ára degnum 4. okt. Vón- andi fært tú ein góðan dag. Heilsan lítla Marjun Hey Sámal Jákup Góði babba. Eg og mamma ynskja tær hjartaliga tillukku við 28 ára degnum 5. okt. Heilsan Marjun Góða Anja Hjartaliga tillukku við 18 ára degnum 6. okt. Heilsan Sandra og Steingrímur Góða Ragnhild Hjartaliga tillukku við 17 ára føðingar-degnum, sum var tann 29. sept. Ynskja Selma, Dánjal Jákup og Pauline Hey Mcfólkið, sum vóru við á túrinum í Suðuroy. Túsund takk fyri eitt gott vikuskifti. Anders hvar er hin gardinan? Heilsan Myndatakarin Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir«