Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 7. apríl 2017 Samhaldsfasti sum meginsúlan undir pensjónsskipanini Enn vita vit ikki, hvørja lagnu pen­sjóns­ný­ skip­an­in fer at fáa, og einki røkist fyri, at nak­að uppskot kemur í tingið í bræði. Tað var eitt tungt tak, tá fólk fyri seksti ár­um síðan stríddust fyri at fáa sett í gildi fólka­pen­sjónina, sum vit kenna hana í dag. Tað var eisini eitt tungt tak, tá lógin um Sam­halds­fasta skuldi setast í gildi. Hetta var eitt stríðs­mál í mong ár í áttatiárunum, sum borg­ar­ligu flokkarnir ikki vildu kenn­ast við. Men tá Javnaðarflokkurin og Fólka­ flokk­urin skipaðu samgongu í januar í 1991, varð avtala gjørd um at seta Samhaldsfasta Arbeiðsmarkn­að­ar­eft­ir­løn­ar­grunn­in á stovn. Í kjakinum í Degi og Viku týskvøldið mill­um Kaj Leo Holm Johannesen og Sonju Jógv­ans­dótt­ir segði uttan­flokka­ting­kvinn­an, at hon heldur, at pensjónsinngjaldið hjá okk­ um eig­ur at fara í Sam­halds­fasta alt sum tað er, og so kunnu fólk tekna sær ta eyka­pen­ sjón, tey vilja hava. Hetta er tað, sum var tankin aftan fyri Sam­halds­fasta á sinni. Og sambært tí, sum Rig­mor Dam og Aksel V. Johannesen skriv­ aðu í tíðargrein her í blaðnum 22. oktober í 2014, so ætlar Javnaðarflokkurin, at Sam­ halds­fasti skal vera meginsúlan undir før­ oysk­um pensjónum í framtíðini. Tí kunnu vit rokna við – um gerðir kunnu leggjast at orðum teirra, sum nú valda, og um tey eru samd – at vit í framtíðini fara at hava eina fel­ags pensjónsgrunn, til dømis Sam­halds­fasti, har øll fólk fáa líka nógv burt­ ur­úr, men tó eina munandi hægri upp­hædd, enn í dag. Hetta vildi lagt upp til, at partar av ver­andi pen­s­jónsuppsparing kann gjaldast sum til løn, og at øll kunnu frítt spara upp um­framt. Tað hevði lætt um hjá hjún­um, tí eing­in mótrokning hevði verið. Hetta hevði eggjað fólki at verið longri á ar­beiðs­markn­ að­i­num – og so høvdu fleiri hundrað milli­ ónir verið meira í umferð í før­oyska bú­skap­ i­num, tí pengarnir høvdu ikki ver­ið sendir av landi­num til íløgur. Eingin ivi um, at ein felags og sam­halds­ føst pensjónsskipan eigur at byggja á Sam­ halds­fasta, sum nærum onga umsiting hev­ur. Tær 500 milliónirnar, sum fólkapensjónin kost­ar, kunnu takast av fíggjarlógini og skatt­ur­in lækkast til svarandi. Tað hevði verið hugaligt at sæð eina skip­ an, sum gangaði fyrst og fremst fólkinum og landinum – heldur enn onkrum, sum spekulerar við fólksins pengum. Hesir konfirmantar eru í Vágs kirkju pálma sunnudag klokkan 11: Fríði Sigmundarson Olsen, Porkeri. Andras Fríðason Hauritz Rókur Lukas Živanović í Lágabø Fríðrikur Magnus Eyðfinsson Joensen, Porkeri. Rakul Bech Jacobsen Torgerð Fryda Dagfinsdóttir Suðuroy Petra Irena Arnadóttir Nielsen, Famjin. Lea Mortensen Mørk Anna Elisa Gilstón Dam, Sumba. Viktoria Sesilia Ann Thomsen, Sumba. Sesilia Skorastein Súsanna Naomi Dalá Holm. Ein skipan sum gagnar fólkinum Konfirmantar í Vágs kirkju konfirmatión Les eisini blaðið á telefonini Um tronga og tómgongd til vøstur og vælferð Aksel V. Johannesen, løgmaður s22-23 Heimtøka pyntar hagtøl Høgn Djurhuus síða 32 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Í gjár vitjaði løgmaður á føðideildini á Lands­sjúkra­ húsi­num og handaði teimum gávu Annika kunoy im Í gjár var móttøka á føð­i­deild­ini á Lands­ sjúkra­húsinum, har Aks­el V. Johannesen, løg­mað­ur, handaði teim­um eina gávu fyri at mark­era, at vit nú loksins eru 50.000 fólk í Før­oy­um. Hann ynskti føðistovuni og øllum før­ oy­ing­um til lukku við hesum megnar felags avriki og handaði Johnny í Grótunum, sjúkra­hús­stjóra, ein málning. Møguleiki var ikki at heilsa upp á barn numm­ar 50.000, tí óvist er júst, hvør borgari numm­ar 50.000 er. Av tí at hetta er óvíst, so varð valt at hava móttøku á føðideildini í­staðin. Tey níggju børnini, sum fødd vórðu fyrstu vikuna í mars mánaði verða at rokna sum møguligir borg­arar nummar 50.000, greið­ir Anna Dánjalsóttir, deildarleiðari á føði­deildini frá. Hagstovan skrivar, at skrásetta fyri­ bils fólka­talið 1. apríl er 50.030 fólk. Van­liga kunnger Hagstovan fólkatalið ein mán­að afturút, tí fleiri fráboðanir til lands­fólka­ skránna ofta eru seinkaðar bæði ein og tveir mán­aðir. Nú fyribilstalið fyri 1. apríl vísir, at fólka­ talið er farið upp um 50.000, eru helst fleiri, sum vilja vita, hvør persónur gjørdist í­búgvi nr. 50.000. Sum Hagstovan áður hev­ur víst á, er tað ikki so líka til at finna út­av. Fólkatalið verður funnið við at telja tey, sum eru skrásett at búgva í Føroyum. Tað gongur nakað av tíð, áðrenn allar skrá­set­ing­ ar­nar eru komnar upp á pláss. Hetta ger, at uppgjørda fólkatalið ikki er heilt eft­ir­farandi fyrr enn ein tíð er fráliðin. Tað merkir eisini, at fleiri kunna gerast nummar 50.000, alt eftir nær ið hugt verður eftir skrá­set­ing­ unum, skrivar Hagstovan. – Seinni verða tí øll tey níggju børnini, sum fødd vórðu fyrstu vikuna í mars mán­ aði, bjóð­að til móttøku, sigur Anna Dánjals­ dótt­ir, deildarleiðari á føðideildini. Nú eru vit fleiri enn 50.000 Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann vitjaði á føðideildini í gjár