Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. apríl 2017 sosialurin 42 4 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar Hesi lótu lív í flog­van­lukkuni í Myki­nesi 26. sep­ tem­ber í 1970: Davida Petersen, Vestmanna Martin Holm, 60 ár, Tórshavn Ernst Petersen, 52 ár, ætt­að­ur úr Porkeri, búsitandi Al­berts­ lund Hans Jákup Joensen, 51 ár, Klaks­vík Sofus Jacobsen, 52 ár, Klaksvík Gunnleif Durhuus, 35 ár, Klaksvík Brynleif Hansen, 33 ár, Vatnsoyrar Bjarni Jensson, chef-pilotur, Ísland Hini ferðafólkini: Jóhanna Oluffa Durhuus, Klaksvík Jógvan Asbjørn Skaale, Tórshavn. Hans Petur Petersen, Vestmanna. Erhard Næss, Tórshavn- Eyðfinn Poulsen, Tórshavn. Olaf Jacobsen , Norðragøta- Agnar Samuelsson, íslendingur, búsitandi í Danmark. Oddgeir Jensson, Ísland Tórbjørn Hjelm, Klaksvík G. Andreasen, Skála R. Nesstein, Haldórsvík Poul Grunnveit, Haldórsvík Knút Olsen, Tórsavn N. og V. Holm, Sæby Astrid Forsberg-Madsen, Kjøpinhavn Jákup Martin Jacobsen, Syðurgøta D. J. Bærentsen, Tórshavn B. Mørch, danmark Tórbjørn og Eyðbjørg Mikkelsen, Tórshavn Brynhild Johannesen, Tórsavn K. Simonsen, Sandavágur Páll Steffansson, flogstýrimaður, Ísland og íslendsku flogternurnar, Hrafnhildur Ólafsdóttir V. Jónsdóttir Djørv og íðin bjargingarmanning SOSIALURIN 1970 Ótrúligt at so nógv eru komin so væl frá vanlukkuni, sigur Eliesar Arge, yvirlækni. Ein er útskrivaður, og flestu verða útskrivað um tríggjar vikur S osialurin skrivaði soleiðis 30. september í 1970 um flog­van­ lukk­una í Mykinesi leyg­ar­ dag­in 26. september 1970: »Flogvanlukkan kravdi átta mann­ alív. Men nógv eru løstaði. Yvir­ lækn­in á Landssjúkrahúsinum, E. Arge, sigur, at tað er ótrúligt, at so nógv eru sloppin so væl frá van­ lukk­uni. Ein er útskrivaður, nøkur verða út­skrivað um fáar dagar. – Flestu um tríggjar vikur og 3 ella 4 um 4-8 mánaðir. Báðar flogternurnar eru farnir til Ís­lands og harafturat er ein av før­oy­ing­u­num, sum skal til Reykja­ vík­ar til ser­við­gerð í tað kunst­iga nýra. Henda viðgerð kann ikki verða giv­in í Før­oy­um. Flogvanlukkan, sum hendi um 11-tíð­ina seinasta leygarmorgun, kravdi átta manna­lív, og fleiri komu til skaða. Fokker Friend­ship flog­fari, sum kom við 34 ferða­ fólkum, hevði rent á Knúk versturi í Myki­nesi. Bátar vóru bidnir um at hyggja eft­ir flogfarinum, sum teir hildu møgu­liga var dottið niður á sjógv. So var tó ikki. Um middagsleitið varð boð­að frá úr Mykinesi, at trý av ferða­fólku­num vóru komin oman í bygd­ina eftir hjálp og hesi boð vóru síðani send víð­ari. Flog­ far­ið hevðirent á Knúk, sum er hægsta fjallið á Mykinesi. Bjargingarmanning beinanvegin avsta Tá hesi boð frættust úr Mykinesi, gjørdu menn seg beinanvegin til reið­ar at fara og hjálpa. Klokkan gott eitt fór fyrsti báturin til Myk­ i­n­es­ar. Hetta var »Títlingur«, sum fór við vága­lækna og teimum myk­ i­nes­monn­um og vágamonnum sum vóru stað­kønir. Teir høvdu nak­að av út­gerð við. Teppir, medisin, bør­ ur o. a. Smyril, Tejsten og Hvid­ bjørn­en fóru somuleiðis avstað við lækn­an­um í Vesturmanna, sjúkra­ systr­um og útgerð Veðrið vánaligt Veðrið var vánaligt, tað var nógvur vind­ur og tjúkt í mjørka. Tað var ó­gjør­ligt at koma upp á land við bygd­ina, so roynd var gjørd til land­ gongu Undir Byrgi. Tað var høgt at koma upp á vall­ ing­ina, einar 10 favnar, so teir sum best vóru kendir fóru fyrst upp og síð­ani vóru hini bjargingarfólkini hiv­aði upp við línu. Tey skipaðu seg í bólk­ar við stað­kunnugum manni á odda og var síðani farið niðan til stað­ið har flogfarið lá. Tá var so nógvur mjørki, at ikki var møg­u­ligt hjá helikoptaranum hjá verju­skip­i­num at lætta sær á, so hann mátti bíða til morgunin eft­ir. Um 8-tíðina sunnumorgunin lendi heli­kopt­arin í Mykinesi og vóru tá trý av teim­um sum vóru komin ring­ast fyri flutt til Havnar. Um middagstíð sama dag flutti heli­kopt­arin nakrar sjúklingar í børu umborð á verjuskipið og seinni um kvøld­ið um 9-tíðina kom verju­skip­ið á Havnina við ferða­ fólku­num, sum beinanvegin vóru flutt út á Landssjúkrahúsið. Djørv og íðin bjargingarmanning Frá læknanum umborð á Hvid­ bjørn­en hava vit fingið at vita, at tá boð­ini komu at leitast skuldi eftir flog­farin­um, lógu teir í Søldarfirði. Teir sigldu so móti Mykinesi og skuldu so royna at leita á sjó­ øki­num, tí hildið varð, at flog­far­ið kundi ver­ið dott­ið í hav­ið. Men so fingu teir at vita frá Marinu­støðini, at flog­far­ið var funnið uppi á oynni. Landsdjóralæknin, Dánjal Bær­ ent­sen, ið var eitt av ferðafólkunum, var tann fyrsti, ið ringdi. Hann ringdi til konuna, sum síðani gav boð til Marinu­støðina. Djernes greiðir soleiðis frá Klokkan mundi vera ca. 15, tá vit lógu norð­an fyri Mykines og royndu at seta fyrsta bjargingarhldið í land – teirra millum var eg sjávur, sigur Djernes. – Nakrir smábátar lógu undir oynni, og tað var eydnast teimum at seta nakr­ar fá­ar staðkendar menn í land – og var hetta ein lukka fyri okkum, sum als ikki eru vanir við at klúgva í bakka. Vit vóru heysaðir einar 20 metr­ ar upp og fóru so til gongu – eini 8-10 mans vóru vit. Tá vit komu til vanlukkustaðið, vóru øll farin til gongu sum ganga kundu. Eini 6-8 løstað lógu eftir, um­framt tey deyðu. Eingin ivi er um, at tey deyðu, eru deyð upp á staðið, ið hvussu er, er eingin deyð­ur eftir tað, at vit komu. Eftir øllum at døma eru øll nú utt­an fyri lívsvanda. Tey 3, sum flutt vóru á Lands­ sjúkra­hús­ið sunnudagin, fyrrapart, vóru illa løstað, síðani høvdu eini 5-6 onn­ur fingið nokk so álvarsliga snudd­ir – hini eru sloppin við lætt­ ari skaða. Øll gramdu tey seg um pínu í rygginum, og kemst hetta av, at tey sótu við reim­un­um um seg – og sett­ið hevur verið so sterkt, sum rímu­ligt er. Mogens Djernes, lækni, si­g­ur ann­ars, at tað var undrunarvert at síggja og uppliva, hvussu djørv og íð­in bjarg­ing­ar­manningin arbeiddi. Hann tekur til teir staðkendu myk­ i­nes­menn og seyrvingar, sum vóru heilt eina­stand­andi – ja, í heila tikið øll, sum lut­tóku í arbeiðinum ikki minst sjúkra­systrarnar. Eitt, sum gjørdi tað lættari hjá lækn­u­num og sjúkrasystrum var, at øll ferða­fólkini og annars øll vóru so ró­lig og dugdu at taka hesa ræðu­ligu hending við slíkum tolni, sum krevst. Eitt annað, sum lækni var ógv­ u­liga takk­sum fyri, var at øll ferða­ fólk­ini og øll bjarg­ing­ar­mann­ing­in var so væl móttikin í Myk­inesi. Øll fingu song at sova í og góðan mat – og her hevur verið talan um eini 60-70 fólk. Mogens Djernes, løkni sig­ur seg hava sæð mangan van­lukk­u­til­burð­ in, men er hesin tann versti, hann hev­ur verið úti fyri. Ófatuligt, sigur hann, at hini eru sloppin so væl, hó­ ast summi hava tað ringt. Flogfarið er illa farið í tí borðinum, sum tók Fokker Friendship-flogfarið har tað liggur eftir at hava rent ímóti, tá tað rendi á Knúk í Mykinesi 26.september í 1970