mánadagur 10. apríl 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. apríl 2017 · Nr. 43
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Enn ein sigur:
MÁLVERJIN STÓÐ FANTASTISKT
Tað var einki at ivast í, at Montenegro var greitt tað vandameira
liðið í fyrra hálvleiki, og at Føroyar kundu vera væl nøgt við
0-0 í hálvleikssteðginum. - Verjan hjá okkum stóð rættiliga
væl. Málmaðurin stóð heilt fantastiskt í nøkrum avgerandi
støðum, og tað gjørdi at vit komu til hálvleiks við 0-0. Tað
vóru vit væl nøgd við, segði Pætur S. Clementsen, venjari.
Venjarin hevði blandað kortini, og tað bleiv avgerandi.
Kvinnulandsliðið kúgvendi hóttandi tapi til 2-1-sigur
ímóti Montenegro, og tær hava nú fult stigatal
Pætur Albinus
Skiftandi
Dystarbyrjanin var einki ser
lig fyri føroysku kvinnurnar.
Tað hómaðist ein ótti yvir
spælinum, og tað vóru tær úr
Montenegro, ið stóðu betur á
vøllinum fyrstu løtuna. Tær
fingu tey einføldu tingini at
rigga, so sum temjingar og
avleveringar, og tá ið Føroyar
ikki megnaði tað sama og
samstundis datt langt aftur á
vøllin, so vóru tær føroysku
undir einum ávísum trýsti
fyrstu løtuna.
Hetta helt á í eitt gott
korter, og var tað ikki fyri
Onnu S. Hansen í føroyska
málinum, sum gjørdi nakrar
stórbjargingar fyrstu løtuna,
so hevði Montenegro verið á
odda í minsta lagi við einum
máli.
Ein hevði tó varhugan
av, at hetta trýstið ikki fór
at vara í allar ævir, og tá ið
einir 20 minuttir vóru leikt
ir, fingu tær føroysku av
álvara vind í seglini. Tað var
eins og tær nú vóru møttar
upp, og bati sást í bæði
samanspæli og vilja. Nú var
tað Montenegro, ið datt langt
aftur á vøllin, og Føroyar
royndi seg við skotum frá
eitt nú Ansy og Heidi Sevdal.
Nógvar aðrar góðar støður
vóru eisini, eitt nú umvegis
deyðbóltar, men bóltarnir
lógu ikki í hesum staði har
teir kundu potast í málið.
Rótut
Seinasta korterið av fyrra
hálvleiki
var
ógvuliga
rótut. Montenegro vísti
tenn har frammi á
vøllinum, og nakrar
ferðir var vandi
á ferð, men tær
úr Montenegro
vóru ikki nóg
kaldar
til
at
revsa føroysku
verjuna, ið hevði
úr at gera við at
rudda burt.
Í tráð við veður
umstøður, rótut spæl
og ivasamar dómara
avgerðir,
tendraðist
ein
neisti í fleiri leikarum. Fyri
tað mesta kundi tað bólkast
sum ein góður stríðsvilji,
men tær føroysku fóru eis
ini um markið. Heidi Sev
dal
bleiv
ovtendrað
og
fekk eitt tápuligt gult kort,
meðan Birna Tummasar
dóttir á høgra bakki nærum
tveitti um seg við vanda
miklum og illa umhugsað
um takklingum í brotsparks
teiginum. Hon var einans
heppin, at brotsspark ikki
varð dømt ímóti henni.
Hepnar vóru tær før
oysku eisini, at støðan í
hálvleikssteðginum
var
0-0. Føroyar hevði havt
sínar løtur, men tað var
Montenegro, ið hevði greitt
teir størstu málmøguleik
arnar og – um nakar – hevði
uppiborið at verið á odda í
hálvleikssteðginum.
Satsaðu
Í seinna hálvleiki tóktust
tær føroysku at hava funnið
fótafestið. Ikki tí at tær
fingu lagt tað stóra trýstið á
Montenegro, men tey grund
leggjandi tingini sótu betur
og liðið hekk betur saman.
Hóast Føroyar nú vóru
væl við, so vóru tað gestirnir
úr Montenegro, ið løgdu seg
á odda miðskeiðis í seinna
hálvleiki. Eitt frísparksinn
legg varð ikki ruddað burtur,
og eftir trunkaspæl fekk
Armisa Kuc potað bóltin í
málið til 1-0 til Montenegro.
Hetta var sum vátur vøtt
ur til tær føroysku, og nú
vóru góð ráð dýr hjá før
oyska venjaranum, Pætur S.
Clementsen.
– Um man
skal koma víð
ari, so skal man
vinna bólkin ella blíva
tann besti 2-arin, so mest
sannlíkt máttu vit vinna
dystin, sigur Pætur, sum
viðgongur, at teir hugsaðu
dúgliga hvussu teir skuldu
telva, og at teir í grundini
vóru í ferð við eina útskift
ing júst sum 1-0-málið kom.
Tann útskiftingin var at
Milja R. Simonsen loysti Áslu
Johannesen av.
– Vit fara all-in og spæla
við trimum í verjuni, og
tað vísir seg at geva okkum
eitt spark. Vit fáa trýstið og
skjóta tvey skjót mál, so tað
var ordiliga gott, segði Pætur.
Gløgt
Tey bæði føroysku málini, ið
kúgvendu dystinum, komu
í 78. og 80. minutti, og venj
ararnir høvdu eisini ein fing
ur við í spælinum, tí tvær
innskiftar áttu avgerandi lut
í málunum – ella, tann eina
skiftingin varð framd undan
dystinum; ein broyting í mun
til Luksemburg-dystin.
Milja R. Simonsen setti av
álvara ferð á føroyska álops
spælið, og tað var hon, ið lá
framvið og var sniðgevin
handan fyrra føroyska mál
ið.
Kvikbeinti
framherjin
fekk luskað seg framum
verjuna hjá Montenegro, og
gløgt legði hon bóltin útfrá
til Eyðvør Klakstein, ið eftir
eina skotfintu langaði bóltin
í málið til 1-1.
Nú kom lív í Tórsvøll,
og Føroyar tevjaðu meira.
Seinna málið kom longu
tveir minuttir seinni, nærri
nágreiniliga tá ið 10 minuttir
restaðu í.
– Tað var horna, ið bleiv
skotið til fremru stong,
har fýra av okkara skuldu
standa. Bólturin stakk leysur
upp frá, og so prikaði eg
hann bara inn. Eg haldi ikki
eg fekk tíð at hugsa, segði
avgerandi málskjúttin, tann
einans 17 ára gamla Birita
Bergsdóttir Nielsen úr B68,
ið spældi sín allarfyrsta
A-landsdyst.
Heldur
óvæntað
varð
Birita sett í miðverjuna frá
byrjan av, men tað var hon,
ið avgjørdi dystin, og tað var
innskifta Milja R. Simonsen,
ið legði upp til bæði tey
føroysku málini. Ikki so
galið telvað av føroysku venj
arunum, má sigast, og ein
framúr hugburður hjá før
oysku kvinnunum at venda
hóttandi tapi til ein vakran
og týdningarmiklan 2-1-sigur
ímóti Montenegro.
Vónin at blíva 1-ari ella
besti 2-ari, og harvið spæla
seg víðari til næstu und
ankapping, livir av álvara.
Týsdagin
kl.13.00
spæla
Føroyar oddadyst ímóti best
styrkismetta liðnum í bólk
inum, Turkalandi, ið eins og
Føroyar hevur seks stig.
patur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
TVÆR
SNILDIR VÓRU
AVGERANDI