mánadagur 10. apríl 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. apríl 2017 · Nr. 43
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tað er rárasta hending, at meistaraliðið í Sarpugerði hevur verið so væl
fyri so tíðliga í kappingini, sum tað er, nú kappingin er trý umfør gomul
Jóannes Hansen
Nú kappingin er trý umfør
gomul, eru tað meistararnir
í Víkingi, sum eru ovast á
talvuni.
Suðuroyingarnir
megnaðu ikki at vinna stig í
Streymnesi í gjár. Tá ið Vík
ingur vann 1-0 á heimavølli
ímóti Skála, sum framvegis
ikki hevur skorað í ár, so er
Víkingur oirvast á talvuni
við sjey stigum.
– Vit vóru greiðir yvir,
at hetta fór at vera strevið.
Skálamenn hava víst bæði
ímóti KÍ og HB, at teir eru
væl skipaðir í verjupartinum,
og í báðum førum endaði tað
við málleysum javnleikum.
Tíbetur eydnaðist tað at
skora mál tíðliga í seinna
hálvleiki. At vit løgdu okkum
framum 1-0 bar við sær, at
tað fall meiri friður á spælið,
men munurin var bara eitt
mál, og tí var tað intenst og
spennandi, inntil dómarin
bríkslaði fyri síðstu ferð.
Tað sigur Sølvi Vatnham
ar. Nú Fróði Benjaminsen
er burturstaddur, mannaði
landsliðsspælarin
roynda
sentrala miðvøllin saman við
Sorin Anghel og Hans Jørgen
Djurhuus,
sum
noyddist
skaddur av vøllinum longu
eftir tjúgu minuttir.
Skála liðið stóð í verju
spælinum einki aftari enn
heimaliðið, sum hevði meiri
tyngd og brodd í álopspart
inum. Nú Brian Jacobsen
var leikbannaður, vóru tað
veteranurin Jónhard Frede
riksberg og Mamuka, ið vóru
fremstir hjá Skála. Heldur
ikki í gjár eydnaðist at finna
vegin til mótstøðumálið, og
harvið hevur Skála spælt
tríggjar dystir og 270 min
uttir, uttan at tað er eydnast
at skora.
– Vit vistu, at Víkingur er
eitt gott lið, sum er vanda
mikið í deyðbóltsstøðum.
Undan steðginum vóru vit
pressaðir, men tá ið teir
høvdu skorað, sleptu vit
hondbremsuni, og tá var tal
an um javna uppgerð, hóast
vit síðsta korterið vóru und
irmannaðir, sigur Skála mál
verjin Andras Gango.
Tað gongur illa hjá tykk
um at skora fyrsta málið?
– Vit hugsa positivt. Vit
hava spælt javnt í Klaksvík
og ímóti HB. Tað munnu
vera nógv lið, ið høvdu verið
nøgd við tað. Í gjár taptu vit
1-0 í Sarpugerði. Tað munnu
onnur lið eisini fara at gera.
So vit halda fram við góðum
treysti, sigur Skála málverjin.
Tað hevur ikki verið eyð
kennið hjá Víkingi, at tað
hevur ligið so væl fyri í
fyrstu umførunum. 2012 er
stóra undantakið. Tá hevði
Víkingur fulla úrtøku eftir
trý umfør. Liðið var suverent
topplið og harvið so tíðliga á
árinum roknað at vera stór
favorittur at vinna FM.
Soleiðis tørnaði tað tó ikki
út í 2012, tá ið tað endaði við,
at EB/Streymur vann FM
við 58 stigum. Víkingur misti
oddasessin í fjórða umfari
og so gekk minni væl. Tá ið
kappingin var liðug, var Vík
ingur á fimta plássi við 45
stigum.
Í fjør var Víkingur á
fjórða plássi við fimm stigum
eftir triðja umfar.
– Tað ræður um at vera
við í FM stríðnum í oktober,
so er møguleiki fyri at vinna
FM, hevur Víkinga venjarin
Sámal Erik Hentze fleiri
ferðir sagt. Tað ber ikki til
at vera ósamdur við Víkinga
venjaran í hesum.
Nú úrtøkan í trimum
teimum fyrstu umførunum
hevur verið størri hjá meist
arunum, enn hon hevur verið
fýra tey seinastu árini, eru
FM fyritreytirnar sjálvandi
eisini betri, enn tær hava
verið so tíðliga í kappingini
seinastu árini.
Sjálvsálitið styrknaði
í Klaksvík
KÍ fór úr Sørvági við 2-0 sigri.
Tað vóru klaksvíkingar lætt
ir og ovurfegnir um. Heima
menninir vóru vónbrotnir.
Tað var lætt at skilja, tí eftir
steðgin gekk tað mesta fyri
seg á KÍ hálvuni. Tá hevði
heimaliðið fleiri møguleikar.
Holgar Durhuus sendi við
frísparki bóltin í tvørtræið,
og úr góðari støðu sendi
hann bóltin upp um málið.
Jóannes Bjartalíð legði KÍ
framum beinanvegin eftir
lítið sannførandi verjuspæl
hjá heimaliðnum, og í tíð
ini, sum dómarin hevði lagt
aftrat, staðfesti Páll A. Klett
skarð sigurin eftir langa
framlegging:
– Tað er sera torført at
vinna í Sørvági. Vit vóru om
aná í fyrra hálvleiki, tá ið vit
høvdu lotið undan og spældu
okkum fram til fleiri góðar
støður. Eftir steðgin vóru vit
pressaðir, og tá var tað primi
tivt hjá okkum, men tíbetur
komu vit undan trýstinum,
sigur
landsliðsframherjin
Páll A. Klettskarð, og hann
heldur fram:
– Fimm stig eftir tríggjar
dystir er á góðari leið. Tað
hevur stóran týdning fyri
sjálvsálitið, at trý stig koma
á kontu, og at vit framvegis
eru ósigraðir.
Sølvi Egilsson staðfestir
vónbrotið hjá 07Vestur:
– Tað var mótbrekka
beinanvegin, tí teir skoraðu
og tóku harvið grundarlagið
undan tí, sum vit høvdu tos
að um. Vit reistu okkum, og
mesta partin av tíðini vóru
vit væl betri enn KÍ. Týdn
ingarmikið er tað, at vit vístu
so góðan hugburð. Hann
kunnu vit taka við okkum,
og tað fer ikki altíð at vera
stong út hjá okkum, sigur
miðvallarin í høgru hjá 07
Vestur, sum framvegis bíðar
eftir fyrsta stiginum.
Suðringarnir koppaðu
við Margáir
Fyrsti sigurin eftir uppflyt
ingina hjá EB/Streymi varð
veruleiki, tá ið Suðringarnir
noyddust úr Streymnesi við
ongum. Hetta var fyrsta ferð
in yvirhøvur, at Suðringarnir
mistu stig síðani teir har suð
uri funnu saman.
Einsamalla málið skoraði
VÍKINGARNIR ERU
SO BRAGDLIGIR SUM
SJÁLDAN ÁÐUR
Jóannes Bjartalíð (t.h.) og Páll Klettskarð skoraðu málini hjá KÍ
MYND: NORÐLÝSIÐ
Hatta var tjóvarí!
Vit skjóta, skalla og
saksasparka uppá
málið, men tað er
stong út! Spæla fult
upp ímóti føroyameistarakandi
datunum úr Klaksvík, men inn vil
bólturin barasta ikki.
Tað er sjálvandi keði
ligt at missa eina 2-0
leiðslu. Men alt í alt
haldi eg ikki vit kunnu
klaga um ein javnleik. Vit spæla
illa, ein stóran part av dystinum.
Vit kunnu meira enn hetta. Tað má
finnast fram nú, tí nú mugu stig
koma á kontuna!
Trøðini veksa ikki
inn í himmiríkið.
Okur verja gott, men
álopsspælið var
heldur tannleyst í
dag. Keðiligt at okur gera so nógv
óneyðug fríspørk. Tað kostar for
nógv. Okur koyra á aftur í Runavík
tórsdagin. SUÐRINGAR! :)
Ikki tann besti
dysturin, men
vit vunnu við
einum málið.
Gott kempa, nú
stendur Víkingur
fyri tørni, og teir
fáa somu skuffu.
Saman standa vit sterk
0-0. Tað er ikki
altíð teir bestu
dystirnir, og tað
var tað tað heldur
ikki hesa ferð
Koyr á ÍF
2-2 eg veit ikki
hvar hasi málini
hjá NSÍkomu frá
!? vit áttu so nógv
tann stórsta partin av tí frálíka
fótbóltsspælinum og skuldi tad
verid ein vinnari so vóru tad
sjálvandi vit. Vit Eru enn ósigraðir
uttan sigur. Einaferd og Altíd
REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
JANUS KJÆRBO TB/FCS/ROYN
RÓGVI DAM EB/STREYMUR
SÆBJØRN LEITI ÍF
LISSI MOURITSEN B36