mánadagur 10. apríl 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. apríl 2017 · Nr. 43
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ALEXANDAR STANKOV NÆRKAST
Í HB hevur verið arbeitt við at fáa sterka framrættaða spælara,
Alexandar Stankov, tøkan skjótast gjørligt. Makedonin hevur sitið
uttanfyri síðani hann kom til landið, tí arbeiðis- og uppihaldsloyvini
ikki eru komin upp á pláss. – Hann kann spæla á øllum teimum
fremstu plássunum, sigur Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá
HB, ið vónar at Alexandar Stankov verður tøkur skjótt.
HB hevur keypt stórt inn, men hóast fleiri stór nøvn, so megnaði
HB ikki at umseta tað til mál í Fuglafirði. Vit hyggja nærri at
fimm avbjóðingum, sum HB hevur um liðið skal í Evropa
Tróndur Arge
HB hevur sett sær sum mál
at vinna FM. Meiri sannlíkt
er, at HB rímiliga ókeypis
kann melda tað út, men
hevur í veruleikanum eitt
mál um at enda í topp fýra.
Harvið kemur liðið í Evropa,
um ikki eitt hvørt óvæntað
hendir í kappingini um Løg
manssteypið.
Til tað eru fleiri nýggir
spælarar heintaðir til HB.
Í gjár vóru seks nýggir frá
byrjan, ein kom afturat, með
an tann áttandi bíðar eftir
loyvunum.
Tað sást aftur á spælin
um, sum ikki tóktist skipað
og fleiri misskiljingar vóru,
sum sjáldan síggjast á sam
anspældum liðnum.
ÍF spældi ein fínan dyst
og fekk eitt stig. Tað eru
fuglfirðingar á leið nøgdir
við, men breiddin blívur ein
trupulleiki hetta kappingar
ár, men so leingi allir mans
eru tøkir kemur ÍF at arga
fleiri av teimum stóru.
Fleiri nýggir
Martin
Bergvold,
Daniel
“Elly” Pedersen, Sebastian
Pingel, Símun Samuelsen,
Heðin Hansen, Dánjal Pauli
Lervig Levi Hanssen eru
allir nýggir í HB til hetta
kappingarárið.
Eisini
sat
Alexandar Stankov uttan
fyri, tí loyvini ikki eru upp á
pláss. Har eru átta spælarar,
sum ikki vóru í HB í fjør. Seks
av teimum eru í HB á fyrsta
sinni, meðan tríggir spæla
í føroyskum fótbólti á
fyrsta sinni.
Spurningurin er
so um HB verður
millum teir stóru í
ár? Her eru fimm
avbjóðingar hjá
HB.
Avbjóðing
1 – Verjan
Eftir
dystin
í
Fuglafirði
vísti
Símun Samuelsen
á, at HB hevur hildið
málið reint í tríggjar
landskappingardystir, um
framt ein dyst í steypakapp
ingini. Í gjár spældi Dánjal
Pauli Lervig á vinstra bakki,
meðan
Bartal
Wardum,
Jóhan Troest Davidsen og
Jógvan Rói Davidsen spældu
á hinum trimum plássunum.
Tá verjan er full mannað,
so tykist HB ikki hava trupul
leikar, men í løtuni klárar HB
illa ein skaða ella leikbann í
miðverjuni. Her má HB finna
eina loysn, so alt ikki hong
ur á liðskiparanum og lær
linginum hjá honum, Bartali
Wardum.
Teir fáa seg royndar móti
B36 í komandi umfari í lands
kappingini.
Avbjóðing 2 –
Statiska miðjan
Martin Bergvold, Rókur av
Fløtum Jespersen og Heðin
Hansen hava allir sínar egin
leikar, men í Fuglafirði var ilt
at fáa eyga á, at hasir koma
at skjóta nógv mál. Martin
Bergvold hevur víst, at hann
kann skjóta útifrá, meðan
Rókur av Fløtum Jespersen
fyrr hevur verið upp á tvey
siffrað málum um árið, men
fyri tað mesta liggja teir mitt
á mijðuni.
Tí eru stór krøv til Heðin
Hansen, sum tó ikki megn
ar at gera neyðugu renn
ingarnar, sum vit eitt nú
síggja Sølva Vatnhamar gera
í Víkingi. Skal HB millum
tvey stóru aftur, so skal liðið
til at finna mál á miðvøllin
um eisini.
Hartil kann nevnast, at
HB bara hevur skorað í
einum av trimum dystum
higartil.
Avbjóðing
3 – Daniel
“Elly” Pedersen
Hann spældi illa í Fugla
firði, tá HB hevði bóltin.
Hann royndi fleiri ferðir
at leita í røttu støðunum,
og kom eisini í onkra góða
støðu,
men
antin
hevði
“Elly” avbera torført við at
standa rætt, ella duga við
spælararnir ikki at finna
hann.
Tá hann kom til HB metti
hann, at hann kundi skjóta
mál í øðrum hvørjum dysti.
Higartil hevur hann bara
skorað móti MB í steypa
kappingini.
Ein hvør áleypari kann
hava ein trupla tíð og ikki
raka málið, men her tóktist
tað meiri sum, at HB ikki
rakti “Elly” – ella umvent.
Skal HB hava mál, so skulu
“Elly” og HB til at spæla betri
saman.
Avbjóðing 4 –
Ongin flaggberi
HB liðið sunnudagin tóktist
ikki hava nakran spælara,
sum ordiliga kann sláa ígjøg
num. Onkrir eru ikki í form,
aðrir hava havt sínar bestu
dagar, meðan uppaftur aðrir
ikki tykjast hava evnini.
Raskastur á liðnum eru
Sebastian Pingl og Jógv
an Rói Davidsen, men um
setningurin hjá teimum er
ikki so góður, meðan Símun
Samuelsen og Rókur av Fløt
um Jespersen ikki eru sum í
gomlum døgum.
Martin Bergvold og Daniel
“Elly” Pedersen eru við, men
ikki dystaravgerandi. Heðin
Hansen er ikki í toppform,
meðan
innskiftara
sum
Tróndur Jensen og Levi
Hanssen tykjast ikki sum
upplagt boð at byrja kom
andi dyst.
HB manglar ein spælara,
sum kann ganga á odda
longur frammi á vøllinum.
Hetta kann alt broytast, um
fleiri spælarar í felag lyfta
sítt spæl, meðan vónin í HB
er, at Alexandar Stankov er
tann spælarin. Hann bíðar
eftir loyvunum.
Avbjóðing 5 – Halda
fast í positiva
andanum
HB er byrjað av nýggjum
og tað merkist. Nógv fleiri
áskoðarar
fylgja
liðnum
og tað er ein positivur andi
kring felagið. Tað smittar
eisini av á besta liðið. Nú eru
fyrstu umførini farin aftur
um og tað verður aftur ger
andisdagur.
Nú ræður um at halda
áskoðarunum til, men vit
vita at tað krevur úrslit í
HB. Liðið hevur bara spælt
móti liðnum, sum endaðu
aftanfyri teir í fjør. Tí koma
nakrir avgerandi dystir nú
– har í millum í steypakapp
ingini.
trondur@sosialurin.fo
LANGT TIL EVROPA:
HER ER FIMM
AVBJÓÐINGAR
HJÁ HB
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...