mánadagur 10. apríl 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 15 • 10. APRÍL 2017
4
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
N
omi og manninum dámdu væl at flóta við
báti eitt nú í Lítlabelti ella fiska niðri við
strondirna. Eftir at tey ein góðveðursdag
høvdu sutttleikað sær í einum báti, vildu tey so
fegin avstað aftur nakrar dagar seinni at fiska
niðri við bátabrýrnar í Middelfart. Tey tóku tær
tríggjar døturnar við. Tær báðar eldru vóru ávika
vist trý og eitt hálvt og tvey ár. Tann triðja var
bert tríggjar vikur gomul, og sjálvandi mátti hon
eisini sleppa við.
Teimum eldru gentunum høvdu tey keypt
smáar glúpar at taka hvalspyggjur við. Nomi
varnaðist beinanvegin, at tað var flóð og tí rak
hart í sundinum. Brúgvarnar livdu nakað í sjó
num, so henni dámdi hetta einki.
Meðan maðurin tókst við at greiða fiski
reiðskapin, stillaði elsta gentan, Sólja, seg út á
kantin á brúnni.
– Ikki fara har, rópti Nomi.
Gentan fekk eyga á eina hvalspýggju og
toygdi seg eftir henni við glúpinum, men fekk
yvirvág og fór eftir høvdinum í havið. Hon tyktist
at hvørva, men Nomi fekk eyga á reyða jakkan,
gentan var í. Virðingi og óttin fyri havinum er
farin sum skot gjøgnum høvdið á Nomi.
Hon bar skjótt at, gav sær ikki far um at rópa
á mannin, heldur ikki skonkti hon tí ein tanka, at
hon bara fyri trimum vikum síðani hevði fingið
keisaraskurð og tí als ikki mátti gera nakað
tungt og strevið arbeiðið.
Hon leyp á bláman í øllum klæðunum. Tá
var gentan longu rikin nakað frá landi. Nomi var
sera bangin fyri, at tað var bara jakkin, sum fleyt
har, og at hann var flotnaður av gentuni. Hon
svam alt hon orkaði, fekk so eyga á húgvua, sum
til alla lukku var á høvdinum á Sólju. Hon fekk
togað dóttrina til sín og legði armin um hálsin
á henni. Nomi var í fleecejakka, sum seig nógv
vatn í seg. Hon merkti, hvussu hon tyngdist í sjó
num. Harafturat var gentan í jakka og termo
stilvum. Hon stríddist við at halda sær og gent
uni uppi, so at tær kundu anda. Eisini mátti hon
stríðast mti streyminum, ið var sera harður.
Einaferð hugdi hon upp og sær, at bátahavnin
ikki er langt burtur. Hon sá fólk standa og hyggja
at, hvussu leikur fór. Tey tyktust hjartkipt, nøkur
hildu fyri oyrini, onnur fyri eyguni og uppaftur
onnur hildu fyri munnin. Nomi royndi at toga seg
fram móti brúnni, men tað var sera strevið og
tvørligt, tí høvdið á dóttrini fóru í heilum undir,
so at hon varð noydd at hála hana uppaftur.
Gentan hostaði og spýtti, tí sjógvur rann alla tíð
ina inn í munnin. Hon sá mannin standa á brúnni,
hann var ráðaleysur, tí hann mátti ansa teimum
yngstu døtrunum, samstundis sum hann royndi
at bjarga konuni og elstu dóttrini í land.
Við tógvi stríð við dóttrini undir øðrum arm
inum og svimjandi við hinum arbminum, fekk
hon umsíðir togað seg inn at brúnni. Hon var
útlúgvað og royndi at lyfta gentuna upp móti
manninum, men orkaði ikki, har vóru ongar kref
tir eftir. Tað kendist, sum var hon um at drukna.
Maðurin, ið var líka uppskakaður sum Nomi,
fekk at enda toygt seg so langt niður, at hann
fekk í hárið á dóttrini og dró hana upp á brúnna.
Nomi royndi síðani at toga seg sjálva upp, men
tað gekk ikki, streymurin var so mikið nógvur, at
hann í heilum tók hana inn undir bátabrúnna.
Hetta tyktist sera drúgt. Men so var maðurin har.
Hann hevði tikið sær av dóttrini fyri at vita, um
hon var á lívi, og um sjógvur var komin niður í
hana. Við mikið stríð og strev fekk hann Nomi
upp á land. Tað var alt annað enn lætt, tí hon
var í øllum klæðunum, og tey vóru sum vera man
gjøgnumbloytt.
Ikki fyrr enn Nomi var komin upp á brúnna,
kom bakslátturin. Tá fyrstani gekk upp fyri
henni, hvat var hent. Hon gjørdist bangin, og
spurningurin helt á at mala í høvdinum á henni:
Hvat nú um...? Hvat nú um hon ikki var lopin í
havið? Maðurin hevði eisini misfatað hana og
spurdi, hví hon ikki hevði rópt á seg. Men sigur
Nomi, hvat um hon fyrst var farin at samráðast
við hann um støðuna? Gentan hevði longu verið
druknað ella verið komin longur frá landi, um
hon ikki sjálv bar so skjótt at. Sjógvurin var ísa
kaldur, og gentan var eisini lítil og klantraslig.
Fólk komu á staðið. Fleiri vóru skelkað av
hendingin. Tey spurdu um støðuna, og um tey
skuldu ringja eftir lækna og sjúkrabili. Tað helt
Nomi ikki vera neyðugt. Ein brúsuklivi var á stað
num, har tað bar til at koyra nakrar krónur í, so
fólk kundu fás sær heitt bað.
Nomi stóð leingi við dóttrini undir tí heita
rennandi vatninum. Hon trýsti hana inn at sær
og ruraði henni í føvninginum, sum vildi hon ikki
sleppa henni, nú hon hevði fingið hana aftur á
lívi í øllum góðum.
Sólja tyktist tó ikki skelkað eftir hesa ógvus
ligu hending. Hon hevði ikki varnast, at tað var
mamman, ið hevði bjargað henni og ført hana
aftur til lands. Hon hevði sæð, at tað var pápin,
ið dró hana upp á brúnna, og tí tosaði hon seinni
um, at tað var pápin, ið hevði bjargað sær, og
Nomi læt hanan bara liva í tí trúgv.
Nomi heldur sjálv, at tann, ið var mest skak
aður av hendinini, var maður hennara, tí tá ið
tær komu útaftur undan brúsuni, tyktist hann
vera fyri ongum. Hann dugdi ikki at ímynda sær,
hvat hann átti at havt gjørt. Hann hevði tvær
smágentur at ansa eftir, meðan konan og hin
dóttirin bardust móti streyminum fyri at náa upp
á land. Tí var tað Noi, ið mátti troysta mann
in. Hann verður enn í dag ávirkaður, tá ið hann
hugsar um hendingina, ger sær eisini ymiskar
tankar um, hvussu og hví:
– Hví fóru vit at fiska tann dagin, streymurin
var so harður og hví hetta og hatta?
Nomi hevur ikki fingið sálarligt mein av hend
ingini, men hon sigur, at fara tey út til strondina
í dag, so kannar hon neyvt, hvussu streymurin er,
tí er tað flóð, rekur hart í Lítlabelti. Hon kannar
eisini eftir, hvussu djúpt tað er har, tey eru.
Sólja hevur ongantíð verið bangin fyri vatni
eftir hendingina. Tað kemst helst av, at Nomi
hevur tosað nógv við hana um, hvat for fram og
ikki tagt tað burtur, ið teimum hevði verið fyri.
Nomi hevði átt yngstu dóttrina við keisara
skurði bara tríggjar vikur áðrenn óhappið. Boðini
frá læknunum voru greið: Hon mátti einki lyfta,
ið vigaði meira enn tvey kilo ta fyrstu vikuna.
Men lækanboðini høvdu ongan týdning, tá ið
galt um lív.
Hendan dagin gjørdist hon lívbjargari hjá
dóttur síni.
Leyp í streyma
sjógv eftir dóttrini
Við loyvi frá forlagnum Føroya
Met úr bókini »Skakandi
tilburðir VII«, 2012, sum fæst í
bókahandlum kring landið.
Nomi Jóhannesardóttir, ættað úr Miðvági og búsitandi í Tommerup á Fjóni, her saman
við dóttrini, Sólju. Frøin var stór, og kenslurnar sterkar, tá vandastøðan var av
2011: Hon bar skjótt at, gav sær ikki far um at rópa á mannin, heldur ikki skonkti hon tí ein tanka, at
hon bara fyri trimum vikum síðani hevði fingið keisaraskurð og mátti tí als ikki gera nakað tungt og
strevið arbeiði. Hon leyp á bláman í øllum klæðunum. Tá var dóttirin longu rikin nakað frá landi
Við bátabrúgvarnar í Middelfart er vanligt at fólk fiska frá bryggjukantinum.
Sólja fór eftir høvdinum í streymharðan sjógv og rak skjótt út frá landi