Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-10, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 15 • 10. APRÍL 2017 6 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen T að var í desember mánaði í 2015, at Petur Gaardlykke, sum eigur og rekur Colorama- handilin í Saltangará, keypti stóra bygn­ ingin í Saltangará, har Klement Petersen helt til í fleiri ár. Tá keypið fór fram, vóru leigumál í bygning­ in­um, men nú handlarnir, sum leigaðu í bygn­ inginum, eru fluttir í dagførd høli í Posthús- bygn­inginum í Saltangará, hava Petur Gaard­lykke og hansara fólk seinastu tíðina ar­ beitt dúgliga við at rigga nýggju hølini til. Soleiðis, sum alt gongur nú, verður miðjað eftir, at Colorama-handilin hjá Petur Gaardlykke letur upp í nýggju og rúmligu hølunum leygard- agin, 15. apríl, sum er leygardagin komandi. Nýggj seingjardeild Alt tað vanliga, sum Colorama í dag hevur í Saltangará, verður eisini við í útboðnum í nýggju hølunum, umframt at ein nýggj og serstøk seingjardeild letur upp í ovaru hæddini. Colorama í Saltangará hevur ikki selt seng­ur áður, men nú hetta verður partur av kon­sept­ inum, verður eisini farið ordiliga til verka. Tað er stóra fyritøkan, European House of Beds, sum hevur sett seing-jardeildina upp og merkið, sum selt verður, eru umtókta danska by KARMA, sum er eftirspurt og sera kappingarført í dygd og prísi. Nú Colorama fær seingjardeild, verður eisini gjørt nógv meira burtur úr dýnum og koddum, sum handilin longu hevur í sínum útboði. Colorama hevur eitt stórt útboð av gávu- og prýðislutum, og nú handilshølini verða nógv størri enn áður, fer Colorama eisini at hava eitt ávíst útboð av búnýtisvørum, eitt nú grýtum, pannum og ymiskum, sum fólk brúka heima við hús. Verandi útboð við gardintoyi, seingjarklæð­ um, handkløðum, viskistykkjum og øðrum verður eisini við í nýggja handlinum. Størri gólvdeild Í mun verandi Colorama-handil, verður nýggi handilin umleið tvífalt so stórur. Soleiðis verður pláss fyri at veksa munandi um gólvdeildina, sum eitt nú fer at leggja seg eftir einum størri útboði av trægólvum, eins og úrvalið av tapeti verður nógv størri, enn tað er í dag. Colorama er í fyrsta lagi ein umtóktur mál­ inga­handil, sum hevur máling til øll endamál. Colorama í nýggj høli í Saltangará Tað nýggjasta hjá Colorama í Saltangará er, at handilin nú fær eina serstaka seingjardeild, sum fyritøkan European House of Beds setir upp fyri handilin HA HA! ✿ ✿ ✿ – Petur er ein sannur pasifistur! – Hvussu tá? – Jú, hann er so friðarelskandi, at hann ikki so frægt sum vil berjast móti freistingum! ✿ ✿ ✿ – Mamma, veitst tú hvussu nógv tannkrem er í eini tubu? – Nei? – Átta metrar og fimmoghálvfjers! ✿ ✿ ✿ Petur arbeiddi eitt summar hjá Føroya Tele. Arbeiðsuppgávan var at koyra runt og tøma tær fáu eftirverandi mynttelefonirnar. Fjórða fríggjadagin fekk hann lønarseðil. Hann reyk inn á skrivstovuna og spurdi: – Fái eg EISINI løn??? ✿ ✿ ✿ Arnfinn gramdi seg fyri læknanum um at hann tosaði so illa í svøvni, at tað veruliga var flovisligt. Læknin segði, at hann kanska kundi hjálpa, men tað var heilt vanligt at tosa í svøvni, og flovisligt var tað avgjørt ikki. – Jú, svaraði Arnfinn, tá eg vaknaði einaferð í gjár, stóðu allir starvsfelagarnir og flentu! ✿ ✿ ✿ Ein havnarmaður kom inn í Skipshandilin og at keypa sær ein kasjett. – So gjarna, svaraði fryntliga daman innan fyri diskin. – Her er er ein vælumtóktur við bleytari sveittareim fyri 120 krónur! – Sveittareim? Ert tú svøk – eg arbeiði hjá Heilsumálaráðnum?!? ✿ ✿ ✿ Og so var tað sonur tann kenda tjóðveldismannin, sum pástóð, at eingir av hansara forfedrum vóru við Nóa ørk – tí teir høvdu allir egnan bát! ✿ ✿ ✿