Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-10, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2017síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 15 • 10. APRÍL 2017 20 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Uppá Tá Dansur í Skóta­húsinum við Løkin í Runavík Leygarkvøldið 22. apríl skipar ein áhugabólkur fyri »Uppá Tá Dansi« í Skótahúsinum við Løkin í Runavík. Hetta er ein áhugabólkur, sum skip­ar fyri tiltøkum fyri at stuðla und­ir skótar og skóta­ húsið í økinum, og bólkurin fegnast eisini um, at tey, sum eru við til tiltøkini, kunnu hava eitt stuttligt og minniligt kvøld. Marna Knudsen hevur røsk og dugnalig fólk aftrat sær í áhuga­bólkinum, og hon sigur, at dansi­ til­takið hesaferð verður fyri fólki við ser­ligum tørvi. – Vit høvdu eitt slíkt tiltak í fjør heyst, og tað eydnaðist serstakliga væl. Fleiri hava spurt, nær eitt slíkt tiltak verður aftur, og nú hava vit so tikið stig til tiltakið aftur. Verður undirtøkan eins stór hesaferð, vóna vit, at hetta kann gerast aftur­vend­andi. »Uppá Tá Dansurin« í Skótahús­inum við Løkin byrjar leygarkvøldið 22. apríl klokkan 19, og kvøldið end­ar klokkan 22. – Men, longu frá klokkan 18 hetta kvøldið fara vit at selja pylsur, burgarar, chips, køkur og annað gott. Marna Knudsen sigur, at tey hava ein pylsu­ vogn, sum kemur at standa inni í Skóta­húsinum, og har­aftrat fara tey at rigga ein lítlan og heima­ gjørdan handil til. – Umstøðurnar við Løkin eru framúr, ikki minst nú økið framman fyri Skótahúsið er asfalterað, og komandi er inn – eisini í koyri­ stóli – uttan nakrar sum helst trupulleikar. Í Skóta­húsinum er eisini wc til fólk við serligum tørvi. Uttanfyri fara vit at hava parkeringsvørar sum fara at syrgja fyri, at skil verður í og vit, sum skipa fyri, verða alt kvøldið til hjálpar hjá teimum, sum koma til dansitiltakið. Góður tónleikur Tað verða Elis Poulsen og Finnur Olsen, sum fara at stýra tónleikinum, og Flemming & Vin­ menn verða eisini við. vilmund@sosialurin.fo – Umstøðurnar við Løkin eru framúr, ikki minst nú økið framman fyri Skótahúsið er asfalterað, og komandi er inn – eisini í koyristóli – uttan nakrar sum helst trupulleikar, sigur Marna Knudsen SØKT VERÐUR EFTIR ARBEIÐSFÓLKI TIL BYGGIPLÁSSARBEIÐI Í TÓRSHAVN Arbeiðið fevnir um betong, jørð, - og kloakkarbeiði, umframt annað fyrifallandi arbeiði. Tað er ein fyrimunur men ikki ein treyt, at hava kunnleika og royndir í maskinarbeiði. Fleiri upplýsingar kunnu fáast, við at venda sær til Hilbert Elisson tlf. 580041 Grafix 504251