Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-10, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2017síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 15 • 10. APRÍL 2017 22 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ M ikudagin 5. apríl læt nýggi handilin Naomi Cosmetics upp í Bókbindaragøtu 18 í Havn. Talan er um kenda nethandilin Naomi.fo, sum nú eisini er ein fysiskur ein handil. Tað er Rói Clementsen, sum eigur og rekur Naomi Cosmetics og nethandilin Naomi.fo. Net­ hand­ilin hevur verið virkin síðan mars 2015 við sera góðum úrsliti. Naomi Cosmetics er ein slóðbrótandi handil, sum umboðar tey størstu merkini innan makeup, negl, húðrøkt, hárrøkt, bað og spa. Tað sást eisini á uppmøtingini, at áhugin er stórur. Ótrúliga nógv fólk hevði leita sær leiðina í handilin, og tá dyrnar lótu upp vóru áleið 300 fólk í bíðirøð uttanfyri. Hettar er sera sjálvsamt í Føroyum, og er tað nakað vit bert eru von við at síggja úr útlondum. Útbúgvin starvsfólk Starvsfólkini eru útbúgvin makeup artistar og hava útbúgving í teimum merkjum vit selja. Hetta ger okkum før fyri at geva kundum okkara eina persónliga ráðgeving. Naomi hevur stórt sæð einans verið til kvinn­ ur, men í nýggja handlinum koma vit at hava stórt úrval av húð- & hárrøkt, luktilsi o.a. til mann­fólk. Innan húðrøkt, hava vit nýggjastu tøkni frá Biotherm, har vit kunnu gera eina roynd av húðini. Tú fært síðani at vita, hvat fyri húðtypu tú hevur. Hetta ger okkum før fyri at finna røttu vøruna til tín tørv, og tískil minka um vansan at keypa skeivt. Á tí tøkniliga partinum er Naomi einki aftanfyri. Naomi Club er kundaklubburin fyri øll tey, ið dáma vakurleikarøkt. Naomi Club er ein app til iOS og Android, har kundar kunnu samla sær bonusstig fyri hvørt keyp, ið verður gjørt í handlinum ella á Naomi.fo. Naomi Cosmetics er tískil ein fysiskur handil, nethandil og app. – Vit hava í longri tíð merkt, at áhugin fyri einum fysiskum handli er sera stórur. Tí hava vit tikið avgerð um at lata handilin upp, sigur Rói Clementsen, sum hevur fleiri ára royndir í fakinum. Nýggjur vakurleika­handil í Tórshavn VISTI TÚ? ... at ein loppa klárar at loypa 350 ferðir sína longd. Hjá fólki svarar tað til ein heilan fótbóltsvøll! ... at tá tú flennir brúkar tú fleiri enn 15 vøddar! ... at tað finst ein blóma, sum angar av sjokulátu! .... at einasti vøddur á menniskja­ kroppinum, sum bara er festur í øðrum endanum! ... at ein lagkøka fitar líka nógv sum 20 øl! Rói Clementsen í nýggja handlinum Umleið 300 fólk í bíðirøð uttan fyri handilin