Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Fleiri íslendsk skip liggja í føroyskum havnum fyri tíð­ ina í løtuni. Tey bíða eftir at sleppa at veiða svart­ kjaft, og tað kunnu tey, tá svartkjafturin er komin norð­ur í føroyskan sjógv. – Eitt av hesum skipum er Bjarni Ólafsson av Akranesi. Hann hevur ligið í Runavík í nakrar dagar. Tað sigur Torleif Jo­ hanne­sen, sjómanstrúboðari, sum hevur vitjað umborð og hevur heilsað upp á mann­ ingina. Bjarni Ólafsson er bygdur í Noregi í 1999. Hann er 67 metrar langur og 13 metrar breiður. Motorurin er ein 7500 HK. Wartsila. Sjómanstrúboðarin veit at siga, at Bjarni Ólafsson lastar 1960 tons. Hann varð keyptur úr Noregi til Akra­ nesar í 2015. Átta mans eru við skip­ inum, tá teir trola aftir svart­ kjafti, makreli ella sild. – Tá teir fiska lodnu, er tað við nót, og tá eru 11 mans við skipinum, verður lagt aftrat. Smáligur fiskiskapur Skipari við Bjarna Ólafssyni er Runálfur Runólfsson. Hann sigur við Facebook- síðuna hjá Føroysku Sjó­ mans­missiónini, at hetta er fjórði Bjarni Ólafsson í røð­ini, og at hansara familja hev­ur verið eigari í øllum skip­unum. – Felagið, sum varð stovn­ að í 1967, kallast Runólfur Hallfreðsson ehf. Nú eru teir tveir mans sum eiga skipið saman við Mjølvirksmiðjuni á Akranesi, sum er høvuðs­ eigari. Torleif Johannesen veit frá skiparanum at siga, at teir vónandi sleppa til fiski­skap mikukvøldið, um svartkjaftur verður at fáa. Eitt íslendsk skip er til fiski­ skap, men fiskiskapurin er sera smáligur í løtuni. – Manningin fekk eitt ís­ lendskt nýggjatestamenti og annan lesnað, og teir vórðu eisini heilsaðir við gomlu føroysku heilsaninni: “Góðan túr og Jesus fylgið tykkum!” vilmund@sosialurin.fo EINGIN SVART­KJAFTUR Í FØROYSKUM SJÓGVI Í løtuni er eitt íslendsk svartkjaftaskip til fiskiskap í føroyskum sjógvi, men fiskiskapurin er sera smáligur. – Vit vóna tó at kunna loysa mikukvøldið, sigur íslendskur skipari Nú bragdar aftur á Føroyabanka – Nøgdirnar av toski og hýsu plaga at fylgjast á Føroyabanka, men enn er ógreitt, um toskurin fer at koma fyri seg aftur eins og hýsan, sigur Havstovan Vilmund Jacobsen Yvirlitstrolingin hjá Magnusi Heinasyni á Føroyabanka í vár er liðug. Úrslitið vísir eitt nú, at meira var at fáa av hýsu hesaferð enn vanligt hevur verið seinastu mongu árini. Havstovan sigur í nýggj­ ari frágreiðing, at fyri veður vórðu einans støðir tiknar, sum vóru grynri enn 200 metrar. Nógv hýsa Hýsa var spjadd um allan tann partin av Føroyabanka, har støðirnar vórðu tiknar. – Eitt lítið sindur meira av toski var eisini at fáa hesa­ ferð samanborið við seinastu tvey árini. Havstovan vísir á, at tað var serliga var í einum góð­ um háli, at nógvur toskur var í. – Nøgdirnar av toski og hýsu plaga at fylgjast á Føroyabanka, men enn er ógreitt, um toskurin fer at koma fyri seg aftur eins og hýsan. Við tað, at ongar djúpar støðir vórðu tiknar í yvir­lits­ trolingunum hesaferð, verða úrslitini fyri fisk á djúpum vatni, eitt nú upsa, longu, brosmu og gulllaks, tikin við fyri­varni. Fyribilsúrslit Í fyribilsúrslitunum sigur Hav­stovan, at veiðan hjá Magnusi Heinason á túrin­ um á Føroyabanka var 118 toskar í mun til 30 toskar í fjør. Av hesum 118, vórðu 96 toskar fingnir í einum háli. – Fyri hýsu var meira enn tríggjar ferðir so nógv at fáa í ár sum í fjør, og hetta komst ikki av nøkrum einstøkum háli. Havstovan sigur, at hýsa var spjadd væl um allan tann grunna partin av Før­ oya­banka. – Og nógv var at fáa at smáari hýsu, verður lagt aftrat. vilmund@sosialurin.fo FISKAVINNA Bjarni Ólafsson liggur í Runavík og bíðar eftir at fara til fiskiskap Mynd: TJ-myndir Skipari við Bjarna Ólafssyni er Runálfur Runólfsson Mynd: TJ-myndir Tað sær betri út á Føroyabanka. Her stendur Johan Mortensen við einari yvirvaksnari bankahýsu Mynd: Vilmund Jacobsen