týsdagur 11. apríl 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
LÝSINGARTEKSTUR • SOSIALURIN APRÍL 2017
Vit á Føroya Bjór fáa javnan fyrispurn
ingar um samanseting av bjóri til matin.
Tann rætta samansetingin, kann gera
máltíðina til eina heilt serstaka uppliving.
Til høgtíðir og veitslir eru tað fleiri, ið
ynskja at spæla sær við ymiskum smakkum
og samansetingum av mati og bjór. Árstíðin
hevur eisini sína ávirkan, tildømis eru tað
Várbryggj og Páskabryggj, sum eru sera
vælumtóktar hesa árstíðina.
Øl verður nógv brúkt at koyra í pizza
deiggj, pannukakudeigg og eisini í deiggj
til fish and Chips. Men eisini afturvið
ymiskum rættum sum eitt mótspæl til
matin ella sum ein viðspælari, ið gevur
eina góða javnvág. Sum við móta og list,
so er tað sum so onki, ið ikki er loyvt, men
vit viðmæla oftast eina samanseting, ið
gevur eina góða javnvág. Til dømis til
lættar máltíðir hóska ljósar øl sum Veðrur,
Várbryggj ella Sct. Brigid Blond og til tyngri
rættir við góðari fyllu viðmæla vit myrkari
øl sum td. Slupp, Black Sheep ella Páska
Bryggj. – Nøkur tora eisini at samanseta
Tripple Ram og Cask til tað ræsta.
Til feitan fisk sum laks og kalva viðmæla
vit ofta ølsløg, sum er sterkari. Til dømis
Gull, Gyltan veðr (Golden Ram) og sterkan
Veðr, men eisini Sct. Brigid Blond og Sct.
Brigid IPA hóska til hetta.
Heilt yvirskipað kunnu vit siga, at tað
góða við bjóri er, at tað riggar til allan
mat. Øl hóskar til bæði søtt, salt, súrt,
braiseraðan og kryddaðan mat v.m. Ofta
siga vit ljósar øl til lættar rættir og myrkari
øl sum td. Classic, Slupp og Black Sheep til
stoktan ella kryddaðan mat.
Back to Basics. Til høgtíðir og veitslur
eru tað fleiri, ið bíleggja ófiltrerað øl í 2 ltr.
fløskum, tvs. øl har gerin ikki er filtrerað
frá, og eisini øl sum er lagrað í sherry
og Bourbon tunnum í fleiri mánaðar.
Smakkurin frá tunnunum gevur bjórini ein
heilt serstakan og kompleksan smakk við
notum av vanilju, eik, honning, v.m.
HER ER EITT DØMI SAMANSETING
BJÓR OG MATUR:
Apertif: Serverið kalt: Golden Ram +
tilsetið fryst Hindber/ jarðber.
Ella blandið ½ Ydun + ½ Cider sum ein
vælkomstdrykk.
Forrættur: Fiskarættir, salat, lættir rættir.
Vit viðmæla Veðr, Várbryggj og Sct Brigid
Blond afturvið. Um talan er um feitari fisk
sum laks og kalva hóska Gull og Golden
Ram eisini til.
Høvuðsrættir: Vit viðmæla Classic til
lættari kjøtrættir og Slupp og Black Sheep
til búffar og annað kjøt. Ófiltrerað øl hóskar
eisini væl til serlig høvi.
Øl hóskar serstakliga væl til tann
føroyska matin við tí kompleksa smakk
inum frá tí ræsta. Vit viðmæla, Slupp, Black
Sheep Sct Brigid IPA og Trævetur (Tripple
Ram), ið gevir kjøtinum eitt gott mótspæl.
Páskabryggj hóskar eisini sera gott til
lambskjøt sum marinada og eisini afturvið.
Dessert: Vit viðmæla Green Island Stout
afturvið sjokolátarættum.
Til ís og nakað meira fruktkent hóskar
Trævetur, Nordic Cider/ Ydun Rabarbuøl
eisini gott til.
Eftirrættir: Til ostaborðið viðmæla vit
Tripple Ram, Green Island Stout, Sct Brigid
IPA og eisini Sct Brigid blond.
• • •
Ofta er best at royna seg fram, fyri at finna
ta røttu samansetingina og fáa ta bestu
smakk upplivingina.
Vit viðmæla bjór til matin …
…sera góð
ÁRNASYNIR
Íslendsk framleiðsla
Frálíkur smakkur, ið tú mást royna!
Síríus sjokuláta hevur fylgt íslendsku tjóðini gjøgnum súrt og søtt – og sjálvandi serstakliga søtt – síðan í 1933.
Íslendingar hava notið Síríus sjokulátu í hátíðar- sum í gerandisløtum, longur enn teir hava notið sjálvræði. Í áravís hava
íslendingar notið Síríus sjokulátu, tá ið teir vilja forkela seg sjálvar og er hon serstakliga góð í sær sjálvum. Sjokulátan er
løtt og mjúk og hon beinleiðis bráðnar í munninum, og tú nýtur hvønn einasta bita, tí Síríus sjokuláta er nakað so góð.