Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 LÝSINGARTEKSTUR • SOSIALURIN APRÍL 2017 Klædnahandilin Rokoko í Norðragøtu, sum hevur røtur heilt aftur til hin 8. de­sember í 1988, hevur eitt stórt og fjøl­ broytt úrval av klæðum til kvinnur. Tað eru eisini dugnaligar kvinnur í Rokoko, sum eru viðskiftafólki til tænastu, tá fólk hava brúk fyri vegleiðing. - Hóast vit hava viðskiftafólk úr øllum heraðshornum í Føroyum, síggja vit altíð av og á fólk inni á gólvnum sum siga, at tey eru her fyrstu ferð. Vit hava ein breiðan og trúfastan viðskiftaskara, og vit halda tað vera eitt gott tekin, at viðskiftafólk leggjast aftrat. Kristianna Ennigarð sigur, at Rokoko fylgir við tíðini og mótanum, og tað er neyðugt, um einum nútímans klædnahandli skal vera lív lagað. NÝTT HVØRJA VIKU Rokoko fær nýggj klæði heim úr útlandinum hvørja viku, og hetta ger, at handilin altíð er áhugaverdur og forvitnisligur hjá viðskiftafólki. Umframt at vera á messu tvær ferðir um árið, keypir Rokoko eisini nógv á netinum frá veitarum, sum tey hava uttanlands. Nú várið er komið, og summarið ikki er so langt burtur, vísir Kristianna Ennigarð á, at hon tey seinnu árini hevur heft seg við, at fleiri og fleiri, sum fara uttanlands at ferðast um summarið, keypa klæðir við sær, áðrenn tey fara. – Hetta eru gjarna løtt klæði, stuttar buksur og lættar t-shirts ella blusur. Tað er serliga, síðan føroyingar eru farnir at flúgva beinleiðis úr Føroyum til ferðamál í heitari londum, at vit hava sæð hetta. Hon vísir á, at fólk, sum fara suður eftir at ferðast, vita eftirhondini, at útboðið av klæðum, har tey koma, ofta er lítið og eintáttað. – Er talan um ferðabýir sunnan fyri, sært tú gjarna somu klæðir í fleiri handlum, og oftast er talan um eitt lutfalsliga lítið úrval, sigur hon. ALT TIL KVINNUNA Rokoko hevur fleiri klædnamerki til gentuna, kvinnuna og eisini til tær størru kvinnurnar. – Klædnamerkini til tær yngru kvinnur­ nar eru eitt nú Noisy Mai, sum er bíligt og Masai, sum gongur ógvuliga væl, til ta tilkomnu kvinnuna. Av merkinum Marc Lauge er tað serliga kovboybuksurnar, sum eru populerar, og soleiðis er eisini við merkinum Mapp, sum serliga tær yngru kvinnurnar keypa. Merkið DNY er serliga ætlað størri kvinnum. Vit hava eisini klæði til størru kvinnuna av merkjunum Zhenzi og Juna Rose, og hesi klædnamerki hava vit í støddunum úr 42 upp í 56. Kristianna Ennigarð vísir á, at eitt klædnamerki sum Jacqueline de Yong er serliga bíligt og væl umtókt og verður keypt bæði av ungum og tilkomnum kvinnum. Onnur klædnamerki, sum Rokoko hevur til hennara, eru eitt nú Sisters-point, Cat & Co., One Two, ZeZe og Mongul. Vælumtóktað merkið INFRONT er aftur at fáa í Norðragøtu, eins og nógv nýtt er av merkinum, Sandwich. – Vit hava soleiðis bæði bíligari og dýrari klædnapløgg og pløgg til allar aldursbólkar, eins og vit hava klæðir til bæði gerandisbrúk og betri brúk, sigur Kristianna Ennigarð. Rokoko, sum eisini er at finna á Face­ book, hevur eitt hampiligt úrval av skóm, serliga til kvinnur, og hetta eru gjarna lutfalsliga bíligir skógvar, ið hava samband við klædnamerki, sum handilin selur. vilmund@sosialurin.fo Vælumtóktað merkið INFRONT er aftur at fáa í Norðragøtu, eins og nógv nýtt er av merkinum, Sandwich Rokoko klæðir kvinnuna ROKOKO Í NORÐRAGØTU HEVUR NÝGGJASTA VÁRMÓTAN, OG HANDILIN SELUR KLÆÐIR TIL ØLL, BÆÐI VAKSIN OG BØRN Skósølan við Gøtugjógv hevur í ár handlað skógvar í sjeyti ár. Tí kunnu tey róliga siga, at tey vita, hvat tey snakka um, tá ræður um skógvar. Jákup Hansen byrjaði í 1947, og í 1992/1993 tók abbasonur hansara, Terje Hansen, yvir. - Nógv er broytt hesi ár, og vit hava lagað okkum eftir tíðarrákinum. Tað sigur Terje Hansen, sum vísir á, at í dag er Skechers mest selda skógvamerkið við Gøtugjógv. - Fyrr vóru mótaskógvar til kvinnur berandi sølan. Men, nú finnast kvinnuskógvar í flestu klædnahandlum. Vit hava lagað okkum eftir hesum veruleika og hava minkað um útboðið av hesum skóm. Í staðin hava vit lagt okkum eftir at hava eitt stórt úrval av Skechers, sum er størsta fitnessbrand í dag, sigur hann. KVINNUR FYLGJA TÍÐARRÁKI Terje Hansen vísir á, at ein kvinna, sum fylgir tíðarrákinum í dag, heilt sikkurt íðkar eitt ella annað. Kanska gongur hon túrar ella rennur. Onkur gongur til vælkendu fitness-tilboðini, sum eru at velja ímillum. - Flestu kvinnur hava tí heilt sikkurt hoyrt um kenda skógvamerkið Skechers, sum framleiðir eitt sera stórt úrval til tað stóra fitness-trendi, sum er í løtuni. Soleiðis framleiðir Skechers alt frá skógvum til renning, innandurafitness og sjálvandi til gongutúrar. Fryntligi handilsmaðurin við Gøtugjógv sigur, at fitness-skógvarnir eru sera lættir og hava antin memoryfoam ella gogamax innleggssálla. - Hetta ger skógvarnar sera behagiligar at vera í og tekur at kalla allan stoyt, ið kemur av vegnum ella gólvinum. Soleiðis verja skógvarnir móti skaða á fót, knø, lendar og rygg, sigur Terje Hansen. EISINI TIL ARBEIÐSBRÚK Skechers eru eisini sera væl egnaðir til brúk í eitt nú heilsuverkinum og heilsurøktini, tí her bæði standa og ganga tey nógv allan dagin. Tí hava heilsu-og røktarstarvsfólk eisini brúk fyri sera góðum skóm. - Men, sjálvandi hava vit ikki bara Skechers-skógvar. Vit hava eisini damuskógvar til fínari brúk, eins og vit hava sandalur og stivlar, sigur Terje Hansen, sum eigur og rekur Skósøluna við Gøtugjógv. vilmund@sosialurin.fo Skósølan fylgir tíðarrákinum – NÓGVAR KVINNUR ÍÐKA EITT HVØRT ELLA GANGA TÚRAR, OG ONKUR GONGUR TIL VÆLKENDU FITNESS-TILBOÐINI. SKECHERS ER SKÓGVURIN, SUM ER ÓGVULIGA BEHAGILIGUR OG FER VÆL VIÐ KROPPINUM, SIGUR TERJE HANSEN Í SKÓSØLUNI VIÐ GØTUGJÓGV Skósølan selur skógvar til bæði gerandis-og betri brúk. Kendasta merkið er Skechers