týsdagur 11. apríl 2017síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN APRÍL 2017
24
Bergtóra Høgnadóttir
skrivar
SÁLARFRØÐI
ELSKI AT ELDAST
Bloggan
Kanska taki eg í so rívan til, men nú
eg hendan dagin segði farvæl við ein
starvsfelaga, sum fór úr starvi vegna
aldur … ella í holt við hitt arbeiðsfría
lívið, sum ein stavsfelagi nevndi tað,
hugsaði eg: Hepni tú! Signaði, ríki tú
at sleppa at gerast pensjonistur, vera
væl fyri og fegnast um tilveruna!
Skil meg rætt, eg elski at arbeiða,
og eg elski mítt starv. Men at hava
eina góða heilsu og familju og eina
ok fíggjarstøðu 67 ára gomul og í
stóran mun sjálv at sleppa at seta
dagsskránna. ALLAR vikudagarnar.
Tað er ikki at kimsa at. So jú, eg
haldi, at tað er ein gáva at gerast
pensjonistur. Víst er tað ein gáva
og ein styrki at hava ein sterkan
arbeiðssamleika, men arbeiðið má
ongantíð fylla alt í lívi okkara – vera
tað mest týdningarmikla í lívi
okkara! Ella nakað sum ger okkum
meiri strongd enn gott er.
Ivaleyst umráðandi longu nú
– eg eri 46 ár – ikki at telja niður til
pensjónsárini, tað skal valdast, men
kanska meir at hugsa: Um eg eri so
heppin at eiga lív og heilsu, tá børnini
eru floygd og eg gevist at arbeiða, tá
eg eri 67 -ish, hvussu ynski eg so at
gagnnýta dagarnar? Kanska eg verði
omma, tað hevði eg elskað, ikki beint
í morgin tó. Kanska eg fari at gera
okkurt sjálvboðið arbeiðið. Gransking
vísir, at tey sum gera sjálvboðið
arbeiði, eru tey eydnusamastu. Vóni,
eg orki at ganga laaaaangar túrar og
fari at flenna nógv. Og lesa bøkurnar
eg keypi, men ongantíð komi til. Men
heilsan og vónin um, at eg framvegis
havi nógv fólk í lívinum, sum eg elski
og tey elska meg, tað er alfa og omega.
Og so er fíggjarligi parturin, góðu
medsystrar, eru tit tilvitaðar um, at
tit um tit arbeiða niðursetta tíð eru
nógv verri fyri fíggjarliga, eisini tá tit
koma til pensjónsaldur? Eg arbeiddi
sjálv niðursetta tíð til børnini fóru í
skúla, ein herlig tíð. Tað skuldi til fyri
at javnvág var millum arbeiðs- og
familjulív við sjómanni og tvíburum.
Men um til ber av inntøku tínari
– ella av inntøkuni hjá manninum
– so spara upp, samsvarandi, sum
arbeiddi tú fulla tíð. Um tað á nakran
hátt ber til. Lat tað ikki koma sum
ein óvæntaðan frammaná, tá tú fert
undir arbeiðsfría lívið.
Eg havi mist tvær vinkonur – av
krabba. Aðra gjørdist eg væl við í
studentatíðini og hina gjøgnum
kappróðurin. Báðar í bestu árum, tá
tær noyddust at leggja árarnar inn.
Tað hevur ávirkað meg, og eg eri
tilvitað am, at vit ikki liva ævigt her
á fold. Alt til sína tíð, og eg vóni, at
eg hóast eg veruliga elski at arbeiða,
eisini sleppi at uppliva arbeiðsfría
lívið.
Johannes
Møllehave
segði
í
samrøðu nakað soleiðis: Jeg har talt
med rigtig mange mennesker. Også
mange døende mennesker. Mange
har jeg hørt sige: hvis bare jeg havde
arbejdet lidt mindre. Jeg har endnu
til gode at høre nogen sige: Hvis bare
jeg havde arbejdet mere!
Tankavekjandi ha?
Sá eina kanning herfyri, sum vísti,
hvat fólk iðraðu seg um á deyðastrá.
Fleiri søgdu: Eg angri, at eg ikki segði
mína meining ella segði frá oftari.
Tímir tú at angra júst hatta, tá tú
verður gomul? Eg tími ikki. Hoyri
javnan fólk, serliga kvinnur siga:
Men eri eg so ikki fitt meir, um eg
sigi frá? Og fara fólk so ikki at dáma
meg? Kanska onkur ikki fer at dáma
teg – so be it! Vænti, enn fleiri hugsa:
Ádúinnar, hon er kul at siga sína
meining! Og eg vænti, at nógv fara at
siga: Hasa damuna veit ein sanniliga,
hvar ein hevur!
Hvørji fólk dáma tær best? Nikku
dukkur, vingluskøltar ella tey, sum tú
veitst, hvar tú hevur? Halt kipp, sum
eg haldi, at eg bara verði meiri og
meir tilvitað um, at tey eg tími best
eru tey eg kenni meg trygga við. Tey
sum eg kann kjakast við upp á tann
góða mátan. Eisini vera ósamd við,
men eg veit, at vit kortini eru væl.
Og tey har eg veit, at prátið okkara
milum verður okkara millum. Snýr
seg eisini um, hvussu tú orðar teg,
tær nýtist ikki at brenna brýr, hóast
tú sigur tína hjartans meining.
Seligmann,
ein
guru
handan
positivu sálarfrøðina, sigur: ‘Let’s not
look how people fight, let’s look how
they celebrate!’
Roootið um ein letur seg særa
ov ofta, heldur enn at siga frá.
Mest umráðandi man vera,
at vit halda okkum sjálv
vera dámlig. Pleasaragenið
er framúr viðhvørt, men
einsamalt má tað ongantíð
standa. Vit skulu jú vera
ordiliga góðar til at vera
tær vit eru – innast inni.
Tá eg fylti, sendi onkur
mær eina mynd av einari
herligari, eldri kvinnu, har
stóð: When I get old, I don’t
want people to say: what a sweet
old lady ... I want people to say: oh
crap, what is she up to now! Júst so –
gerandisdagurin má hava litir. Eisini
tá vit … búnast enn meir. Sum onkur
hollur segði: tað snýr seg ikki bara
um at leggja ár til lívið. Tað snýr seg
um at leggja lív í árini.
BERGTÓRA
HØGNADÓTTIR
46 ÁR
HR LEIÐARI
HJÁ SEV