Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN APRÍL 2017 26 Instagram er ein sosialur miðil, har tú kanst deila myndir úr tínum gerandisdegi. Og her kanst tú eisini fylgja spennandi fólkum úr allari verðini. Vit nevna hvønn mánaða nakrar av føroysku Instagram vangunum: PIPPAN FYLGJARAR: 512 Pippan skrivar sjálv soleiðis um sín instagram-vanga: Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard. Faroese designer & artist. Welcome to my backstage. Visual diary. Special - just like everybody else. Men eg haldi nú at Ragnhild er serliga serlig. Í øllum førum eru myndir hennara serliga serligar, og allar tær gulu myndirnar, sum Ragnhild hevur sent út seinastu vikurnar, kennast sum várlig klemm. Myndirnar hjá Pippuni kína meg við estetikki, og ljósspælið í myndunum ger meg róliga – ja, kanska nærum lukkuliga? DAMUDOMI FYLGJARAR: 331 Damudomi er ein føroyskur feministiskur felagsskapur. Instagram-vangin er mest aktivur beint upp undir kvinnudagin 8. mars, men av og á – gjøgnum alt árið – koma nøkur eyka gullkorn. Komið nakrar av tykkum lesarum og fylgið teirra instagram-vanga, so fáa kulu fólkini handan damudomi kanska íblástur til at leggja myndir og (genialar) hugleiðingar út til okkum oftari. elisa_heinesen FYLGJARAR: 571 Tað er okkurt spennandi við at fylgja skapandi fólki á instagram – teimum ið gera slíkt, sum tú loyniliga droymir um at gera. Á instagram-vanganum síggjast, afturat myndunum av liðnu klæðunum/ málningunum/verkunum, eisini myndir handan ‘pallin’. Sjálvandi serliga útvaldar myndir, og tó, ofta myndir vit annars ikki síggja í mótabløðum og á framsýningum. Eg hevði (næstan) gloymt um Elisu Heinesen, men rendi meg tíbetur á hana á Instagram. ‘FYLG’. Ja, nú sleppi eg at lúra við í tí sum hendir handan og framman fyri stóru mótatjøldini hjá Elisu. Insagram er fantastiskt. Instagram – tal­gildur heimur í myndum