Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 60

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN APRÍL 2017 28 Vindeyguni. Tey vendu móti havinum móti einum víðum sandi og handan land var kirkjan og ein stórur handil og prestagarður og hús hjá vanligum fólki og eg gleddi meg altíð at koma tí eg slapp at standa á bonkinum og hyggja út og eg helt hetta var øll verðin. Og um kvøldini áðrenn eg sovnaði lurtaði eg eftir havinum. - Og altíð var tú har. Í hvussu er næstan altíð og var tú ikki har lógu húsini still. Tað søgdu øll. - Tú stóð við vaskið og vendi tú tær røkk tú komfýrin og kjallarahurðina vinstrumegin. So hent. Har var eisini eitt langt arbeiðsborð úti í kjallaranum. Eisini tað títt. - Nú er langt síðani. Eg var barn tá eg helt at tú átti at vera gomul Eg eri ikki gomul. Tú var yngri tá enn eg eri nú. Og eg flenni hvønn dag – og ferðist um lond. Tú var altíð heima. - Tú stendur her á einum bílæti. Tú stendur í einum høsnaflokki. Tú hevur meis í einum fati. Tú ert í fyriklæði og sólin hon sær. Eg var har tann dagin. Vit fóru út í sólina, tú við fatinum og eg tók teg av við einum gomlum myndatóli. Tað átti tú. Tú keypti tað í útlondum. Hinaferð tú fór burtur at læra. Tú vildi verða lærari. Tú noyddist heimaftur. Mannfólkini í ætt tíni søgdu tað. Pápi tín hevði ongan son. Hann og brøður hansara søgdu ,,tú skalt heim”. Mamma tín var deyð. Nú skuldi tú ansa øllum. - Tú smíltist ikki tá tú kom aftur. Tú hugsaði: tað gongur nokk. Um trý ár bert trý ár er yngsta fjúrtan er næstyngsta nítjan er triðyngsta tjúgueitt - systrar mínar. Og um trý ár eri eg sjálv fimmogtjúgu. Eg havi góða tíð. Um trý ár, um trý ár – eg fari avstaðaftur um trý ár. - Fotomyndin er følnað. Tá eg tók teg av segði tú at tú hevði keypt myndatólið fyri tjúgu árum síðani – ,,ein sovorðnan deiligan dag”. - ,,Veit eg ikki at verðin er full av spennandi kvinnum” segði tú hin dagin tú hevði borðreitt fyri trimum. Útlendskir plantufrøðingar ið vitjaðu gjónna á kanningarferð. - Tann dagin løgdu vit bitar í eina kurv tú gjørdi kaffi og vit settu okkum á tann kalda sandin inni í tí lítla tjaldinum sótu vit og vit vendu bakið móti øllum vindeygum í bygdini og eyguni móti tí víða havinum og tú var næstan glað og tín hálva gleði smittaði og eg varð næstan glað og eg rann út í aldubrotið og skilti teg og kuldin beit men tú segði - er tú ikki annað enn ein genta … so – Men tá trúði eg tú langt síðani hevði givið upp. Ikki tordi eg at spyrja teg. Spakuliga fataði eg tað: Alt var vorðið ov seint. Sjálvt systrar tínar vandu seg við at Tú var har. - Sjálvt giftu systrar tínar vandu seg við at lata alt hvíla á tær. Tær góvu tær børnini. Tú fylti grýtur teirra tú hevði hjalslykilin. ,,Hon er altíð her, lat hana hava hann.” - Á ovasta lofti fanst tú tær skýli og tú keypti eina bindingarmaskinu tá tú fylti fýratifimm. Dreymurin um frælsi var ikki deyður og tú píndist av látrinum tá teir søgdu: ,,Eitt hálvgamalt konufólk við maskinu!” ,,Og so er hatta fult av pengum og av jørð!” ,,Hatta er valahús, tað vita øll!” ,,Hoyr tú, far heldur at mjólka!” ,,Hoyr tú, hvussu gongur við maskinuni!” ,,Fær hatta aldrin nógmikið!” - Ikki eru nógv ár síðani. Tá bergholið kom fór tú at ferðast – á børu. - Tú kom aftur í kistu og nógv fylgdu tær til gravar. ,,Hon fór skjótt” søgdu tey. ,,Gud í himmalinum viti hví” søgdu tey. ,,Hon sum altíð hevur havt nokk av øllum” søgdu tey. - Eg eigi títt myndatól og brævið Tú skrivaði mær dagin tú doyði: “Góða” skrivar tú, góða! “Køb Visdom for det bedste du ejer, køb Forstand for alt hvad du har (Ordsprogenes Bog) Rým! Gud signi teg. Kata”. Ebba Hentze, 1984 Kata – ein seinkaður nekrologur