mikudagur 19. apríl 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. apríl 2017 · Nr. 45
mikudagsblaðið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í skrivandi stund vita vit ikki, um
hvítur roykur reis til skíggja av
Seglloftinum á Tvøroyri – ella um
tað rakk ella stakk í málinum um
eina fiskivinnunýskipan.
Men sjálvt um tey 17 tingfólkini,
sum mannaðu parlamentarisku
samgonguna á fundinum á Tvør
oyri eru samd, so er talan ikki um
ta breiðu semjuna, sum átti at ver
ið funnin í hesum máli.
Lykilin til ta semjuna er Sam
bandsflokkurin, sum – hóast tey
søgdu tætt vera millum partarnar,
er farin burtur úr samráðingunum.
Men sum skilst eru ikki allar
súður syftar, so vónandi ber til at
finna eina semju, sum Sambands
flokkurin kann kenna seg heima í –
og ger hann tað, so er væntandi, at
aðrir flokkar í Løgtinginum eisini
kunnu vera við.
Fólkaflokkurin hevur greitt
boðað frá síni mótstøðu, flokkurin
vil heldur, at verandi skipan heldur
fram. Tað halda aðrir flokkar ikki,
so broyting verður – og broyting
skal til.
Tað tykist heldur ørkymlandi,
at fakfeløg eisini eru farin upp á
bakbeinini saman við reiðarafelag
og Fólkaflokki um at steðga allari
tilgongdini til broytingar.
Tað er spell, og tað er ikki at
vísa samfelagssinni og ábyrgd.
Tað er sjálvandi landsstýrissam
gongan, sum eigur ábyrgdina, og
sum má standa við sína ábyrgd,
hóast ágang frá øllum møguligum
áhugamálum. Men fyri tað um tú
ert í andstøðu, ella um tú ert fak
felag, so ber til at vísa ábyrgd.
Samgongan hevur lovað Sam
bandsflokkinum,
at
flokkurin
sleppur at leggja sítt uppskot um
nýskipan fyri Løgtingið. Tí verða í
øllum førum tvey uppskot at taka
støðu til, um semja ikki fæst mill
um samgonguna og Sambands
flokkin.
Tað er tó einki dulsmál, at júst
fiskivinnunýskipanin
er
aðal
royndin og legitimeturin hjá sam
gonguni.
Megnar hon ikki nýskipanina,
so er henni ikki lív lagað. Hinveg
in kann samgongan broytast, um
semja fæst við Sambandsflokkin –
sum kann fáa ein týðandi leiklut,
um ikki hann kann gerast partur
av samgonguni.
Tí eitt er fiskivinnunýskipanin,
sum eigur og skal samtykkjast við
einum breiðum meiriluta á tingi,
so trygg viðurskifti verða kring
vinnuna næstu mongu árini.
Annað er so pensjónsnýskipan
in – ið sum skilst bíðar eftir fiski
vinnunýskipanini. Har er eisini
neyðugt við einum breiðum og
greiðum meiriluta.
Men vit fáa at síggja, hvussu
leikur fer og hvør stirðil er í kosnu
fólkum okkara.
Nýskipan: Nú má røkka
ella støkka hjá samgonguni
avgerandi aðalroyndin
Doku
menta
tiónin hjá
FAG
Meinhard jacobsen
Kjak síða 18
Brúgv
in um
Hvanna
sund
Sosialurin 90 ár
Síða 11
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Leygarkvøldið 22. apríl 2017
verður ein stuðulskonsert til
frama fyri Neyðhjálp Fólka
kirkjunnar í Vesturkirkjuni,
har Jens Lisberg og dótturin,
Kristel Lisberg, fara at fram
føra við bólki.
Jens Lisberg er væl kend
ur í Føroyum sum country
sangari, og hann hevur í
mong ár framført country
tónleik til mong ymisk til
tøk, harundir nógvar stuð
ulskonsertir fyri vælgerandi
endamál.
Hansara sangir á kon
sertini kunnu flokkast sum
country/gospell. Talan er um
andaligar sangir, sum verða
framførdir
við
serligum
íblástri frá countrytónleiki
num.
Kristel Lisberg er kend á
føroyska tónleikapallinum,
har hon hóast sín unga aldur
hevur verið virkin í mong ár.
Hon hevur m.a. síðani hon
var blað ung sungið sam
an við pápa sínum á mong
um konsertum og øðrum
tónleikatiltøkum.
Seinni
hevur hon havt sína egnu
tónleikaleið við fløguútgáv
um og konsertum v.m. har
hon hevur sligið sítt navn
fast sum ein framúr song
kvinna, ið eisin hevur gjørt
vart við seg uttanfyri land
oddarnar. Eisini hevur hon t.
d. luttikið í X-Factor og Mel
odi Grand Prix í Danmark.
Kristel fer at framføra nakr
ar kendar andaligar sangir
í country/gospell stíli um
framt nakrar av hennara
egnu sangum.
Nú eru mong ár síðani, at
Kristel og Jens hava sungið
saman á konsert, men høvi
verður eisini at hoyra tey
syngja saman aftur komandi
leygarkvøld í Vesturkirkjuni.
Afturat sær hava tey ein
bólk av dugnaligum tónleik
arum og kórsangarinnum:
• Malan Hansen, kórsang
• Elspa Samuelsen, kórsang
• Jógvan Olsen, keyboard og
klaver
• Petur Bærentsen, sologuitar
• Eling Berg, rútmuguitar
• Ólavur Magnussen, trumm
ur
• Jóhan Martin Jacobsen,
bass
Undir konsertini fer Jógvan
Fríðriksson, bispur, at siga
nøkur orð. Konsertin verður
ókeypis, men høvi verður
at lata eina peningagávu til
Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.
Konsertin byrjar kl. 19.30.
Jens og Kristel á stuðuls
konsert í Vesturkirkjuni
Kringvarpið skal hava ein
nýggjan stjóra, og í blaðnum
í dag søkir Kringvarpið eftir
nýggjum stjóra.
Dia Midjord var áramáls
settur, tá hann varð settur
sum
kringvarpsstjóri
fyri
sløkum fimm árum síðani,
og nýggi stjórin verður eisini
áramálssettur.
Skeiðið hjá Dia Midjord er
úti 1. august, tá nýggi stjórin
tekur við starvinum.
Dia Midjord hevur, sam
bært kringvarpinum, boðað
kringvarpsstýrinum frá, at
hann takkar fyri seg, tá ið
hansara tíð er úti á hesum
sinni. Sostatt hevur hann ikki
ætlanir at søkja um stjóra
starvið á nýggjum.
Hví hetta er, vil Dia Mid
jord ikki greiða frá enn, sigur
útvarpið hjá kringvarpinum.
Freistin at søkja stjóra
starvið í Kringvarpinum er
19. mai og nýggjur stjóri tekur
við 1. august.
Stjórin í Kringvarpinum
skal hava dagligu programm
ábyrgdina og røkja fyrisit
ingarligu og búskaparligu
leiðsluna. Heimasíðan hjá
Kringvarpinum skrivar, at
sambært lýsingini skal stjórin
vera savnandi, myndandi og
skal ganga á odda fyri stovn
in.
Stjórin skal hava viðkom
andi leiðsluroyndir, viðkom
andi miðallanga ella langa
útbúgving, innlit í føroyska
mentan,
samfelagsviður
skifti og greiða fatan av
public
service
uppgávum
Kringvarpsins.
Eisini
skal
stjórin megna at leiða og
skapa eldhuga hjá starvs
fólkunum, at fylgja settum
málum og støðugt at taka við
nýggjum avbjóðingum.
Dia gevst sum
kringvarpsstjóri
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin