Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. apríl 2017 · Nr. 45 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VEÐRIÐ Í FØROYUM VERÐUR VERRI Veðurlagsbroytingarnar hava við sær, at fleiri og harðari ódnir fara at raka Føroyar. Tað sigur Jóhan Mortensen, sum í næstum fer at skipa fyri veðurlagsstevnu í Norðurlandahúsinum, um hvussu veðurlagsbroytingarnar fara at raka Føroyar Danjal av Rana Um jólini raktu tvær harðar ódnir Føroyar og síðani hava fleiri minni stormar eisini rakt landið. Hesar hava til­samans havt stórar skaðar við sær. - Hygg eftir skaða­bótun­ um, sum tryggingarfeløgini hava goldið fyri ódnirnar sein­astu mánaðirnar. Upp­ hæddin er oman fyri 150 millión­ir krónur, sigur Jóhan Morten­sen. Hann sigur, at eftir øllum at døma er hetta byrjanin til eina nýggja tíð í Føroyum. - Serfrøðingar siga, at slík­ ar afturvendandi ódnir verða alsamt vanligari í Føroyum, og kanska enn sterkari. Veður­modellini fyri Føroyar vísa seg at svíkja. Vit síggja at stormarnir, sum hava ver­ ið seinastu vikurnar, hava verið spáddir at hava 20 til 22 m/s, men tá teir so bresta á, so er vindstyrkin 60 m/, sigur Jóhan Mortensen. - Ei heldur eru nøkur modell, sum kunnu greiða frá, hvat hendi í jóla­ódnun­ um. Vit síggja bara, at øgiligar broytingar eru í øki­ num norðan fyri Føroyar, men vit hava einki boð um, hvørjar avleiðingarnar av hes­um verða, sigur hann. Í septembur skipaði SEV fyri eini ráðstevnu um grøna orku og hevði millum annað vitjan av danska veður­frøð­ inginum Jesper Theil­gaard. - Hann vísti á, at veðrið her í norðuratlantshavinum verður verri og verri, tað verð­ur meiri vindur og meiri avfall. Hetta er veðrið, vit kunnu vænta okkum fram­ yvir, sigur Jóhan Mortensen.. Umframt at veðrið verður verri, smeltar pólísurin skjótari enn nakrantíð. - Hitin í arktiska økinum hækkar nógv og hetta ger, at ísurin smeltar. Tað er ein ómetaliga stór náttúru­ broyting og eg óttist, at stórar náttúruvanlukkur eru á veg. Føroyar liggja á gáttini til Arktis, og tað er stórur áhugi fyri Føroyum og øki­num rundan um okkum, sigur Jóhan Mortensen. Til ráðstevnuna, sum verð­ur 27. apríl, koma tveir út­lendskir gestir at halda fyri­lestur. Annar er Julian Dowdes­well, sum er stjóri á granskingarstovuni Scott Polar Research Institute og pro­fessari á universitetinum í Cambridge. Hin er Andy Bowen, frá altjóða viður­ kendu havstovuni Woods Hole í USA. - Hetta eru menn, sum eru heimsførandi innan polar­ gransking og hava stór­an kunnleika um evnið. Afturat teimum kemur so okkara egni Bogi Hansen, sum eisini hevur stóra virð­ing uttanlands fyri sína gransk­ing á økinum, sigur Jóhan Mortensen. Jóhan Mortensen sigur, at hann metir tað sum sína sam­felagsábyrgd at kunna fólk um, hvat hendir rundan um okkum. - Samstundis vóni eg, at hetta fer at eggja ungum før­oyinum av báðum kyn­ um at lesa veður­lags­frøði og hav­frøði og at granska í evninum. Hav­um­hvørvið um Føroyar hevur stóran altjóða áhuga. Ein stórur partur av veðri­num í heiminum verður skapt norðan fyri okkum. Før­ oyar kunnu gerast ein mið­ depil fyri gransking inn­an havfrøði, serliga nú vit fáa nýtt havrannsóknarskip, sigur hann. Sjálvur er hann ikki í iva – veður­lagsbroytingarnar eru mannaskaptar. - Tað eru útlátini frá okkara fossilu brennievnum, kol, olju og gass, sum er orsøkin til hetta. Oljan er stóri syndarin, og vit eiga ongan­tíð ov skjótt at flyta okkum burtur frá henni, sigur Jóhan Mortensen. VEÐURLAGSSTEVNA Soleiðis hevði Evropa sæð út, um allur ísurin í heiminum hevði smeltað. Havið hevði risið 66 metrar