Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. apríl 2017 · Nr. 45 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað vóru tveir stórir vinnarar í fjórða umfari í landskappingini. Víkingur og TB/FC Suðuroy/Royn vunnu sínar dystir og leggja væl fyri í landskappingini Tróndur Arge Skírisdag vórðu meistararnir í Víkingi sendir úr kappingini um løgmanssteypið, tá ið teir taptu 1-0 á útivølli ímóti B36. Í landskappingini gong­ur sum eftir ánni hjá Vík­ingi. 2. páskadag vunnu meist­ar­ar­ nir stórsigur á útivølli ímóti EB/Streymi og liggja fremst í lands­kappingini. Eisini suðuroyingar hava nógv at fegnast um í lands­ kappingini. Eftir fýra umfør hev­ur TB/FC Suð­ur­oy/Royn fing­ið fult í trim­um um­før­ um. Tað gevur heili níggju stig av tólv møgu­lig­um. EB/Streymur- Víkingur 1-5 Rokið í Gundadali í steypa­ kapp­ingini gjørdi, at sunda­ lagsmenn spældu utt­an beiggjarnar Poul og Árna G. Olsen. Víkingur skuldi somu­ leið­is slikka steypa­sár­ini, har tað nú er greitt, at Víkingur fyri fyrstu ferð í fimm ár ikki verð­ur í steypafinaluni. EB/Streymur legði seg á odda við máli, sum Leif Nicla­sen skoraði, men síðani tók Víkingur yvir og vann heili 5-1. – Eg helt at vit sótu á spæl­inum í fyrra hálvleiki, men teir skora upp á eitt gott mál, ið vit sjálvandi ikki eru nøgd­ir við. Vit fáa tosað um ting­ini í hálvleikinum og vinna sann­førandi, sigur Atli Greg­er­sen, liðskipari og mál­ skjútti hjá Víkingi. – Sorin Anghel stútaði á yv­ir­leggjarin, og var so hepp­in at standa á rætta stað og sendi hann í málið við skinna­beininum, sigur lið­skip­ar­in. – Vit spæla sum vit eiga at spæla í fyrra hálvleiki, men vit blíva hólvaðir í seinna hálvleiki, sigur Heðin Ask­ ham, venjari hjá EB/Streymi. TB/FC Suðuroy/ Royn – Skála 2-0 TB/FC Suðuroy/Royn vann fyri triðju ferð í ár, tá teir vunn­um 2-0 á Skála, sum fram­vegis ikki hevur skorað í landskappingini. – Okur ikki bara vunnið. Ok­ur spældu eisini væl, slær Jón Krosslá Poulsen fast. Jón Krosslá Poulsen slapp sjálv­ ur at skora sigursmálið, tá hann skoraði til 2-0 við ein­ um brotssparki. Jón Krosslá Poulsen held­ ur, at suðringar fingu tað at rigga, sum ikki riggaði í dyst­ in­um ímóti EB/Streymi við Marg­áir farna umfarið. Tá gúpp­aðu suðringar alt ov illa, men í dag fegnast Jón um, at teir vunnu við stíli. Í fjórð­ingsfinaluni ímóti NSÍ við Løkin í Runavík spældu suðr­ingar væl, og Jón er feg­ in um, at liðið endurtók tann leist­in í dag. Nú bíðar ein uppgáva ímóti B36 á heimavølli um seks dagar, og Jón Krosslá Poul­sen er avgjørdur. Skans­ in skal haldast við Stórá í Trong­is­vági, og B36 skal fáa tað líka torført, sum øll onn­ ur útilið hava tað við Stórá. HB-B36 2-2 Havnarfeløgini fingu hvørt sítt stig í Gundadali. B36 var væl betri í fyrra hálvleiki og kundi verið á odda við fleiri, men tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð stóð 1-1. HB skor­aði upp á horna í sein­ astu løtu av fyrra hálv­leiki. Í seinna hálvleiki trýsti HB og legði seg eisini á odda 2-1. Síðani kundi HB upp til tvær ferðir havt avgjørt dyst­in, men hesa ferð var tað B36, sum stjól eitt mál aftur. Tað endaði við javnleiki og tað kunnu báðir venjararnir nokk liva við. Jákup á Borg kundi ynskt sær fleiri mál í fyrra hálvleiki, meðan Sig­ fríð­ur S. Clementsen, venjari hjá HB, kundi ynskt sær at hildið leiðsluna í seinna hálv­ leiki. ÍF-07 Vestur 0-1 Frøin er ovurstór í vest­an­øk­ inum. 07 Vestur hev­ur loks­ ins aft­aná fýra tap í lands­ kapp­ing­ini, og í kapp­ing­ini um løg­mans­steyp­ið fingið eitt mál, ein sigur og trý stig á kont­una. Hetta gjørdist veru­leiki, tá 07 Vestur vann 1-0 á ÍF í Fuglafirði við einum máli, sum Ken Fagerberg skor­aði uppá brotsspark í tíð­ini, sum dómarin hevði lagt aftrat. Tað stóð á gomlum nøgl­ um summar løtur í seinna hálv­leiki, men 07 Vestur vardi borg, og forloysingin var stór, tá sigursmálið kom. – Tað var ein ótrúliga góð kensla, tað hevur ligið eitt trýst á okkum, tí vit ikki hava skorað nakað mál. Tað var forloysandi, tá Ken Fager­berg skoraði uppá brots­sparkið, greiðir Trygvi VÍKINGAR OG SUÐRINGAR RENNA AVSTAÐ Gunnar Vatnhamar hevur vunnið sær fast pláss á liðnum hjá Víkingi í ár. 2. páskadag skoraði hann eitt av fimm málum hjá Víkingi. Her er nógv positivt at taka við í dag. Vit halda málið reint, hava loksins fingið hol á málskjótingina og eru slopnir av aftasta plássi. Øgiliga vigtigur sigur og kærkomin stig. Flott!!! Skuldu havt fingið meira burturúr. Men eitt stig er betri enn einki. Toftamaðurin var ikki spesielt góður við okkum í dag ;) Hasi trý stigini hjá okkum munnu fara at koma næsta vikuskifti. Góðir! Klárt besti dystur í ár hjá okum, og uppiborin sigur. 9 stig av 12 er meir enn vænta var. Tađ hevđi veriđ stuttligt at gjørt ein Leicester :) Men okur taka ein kamp at gangin :) Tað einasta góða var málið hjá Leif. Restin var skræppa. Saman standa vit sterk Vit høvdi nógv og gott spæl, men komu ikki til nakrir farligar tjansir. 0-0, tað hevði verið eitt ok úrslit, men so var ikki, dómarin legi 4 min afrurat og dømdi straffi í 94 minutti. Koyr á ÍF Vit knokla og standa saman og fáa tað utjavnandi málið - raskir menn sum stríddust. Eldri sum ungir allir forbanka raskir ! Einaferð og Altíð ! REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ JANUS KJÆRBO TB/FCS/ROYN RÓGVI DAM EB/STREYMUR SÆBJØRN LEITI ÍF LISSI MOURITSEN B36 FÓTBÓLTUR