mikudagur 19. apríl 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. apríl 2017 · Nr. 45
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
AVLOYSARI FYRI
RØKTARA Á
BÚNAÐARSTOVUNI
Søkt verður eftir avloysara fyri røktara í
sjúkra farloyvi til Búnaðarstovuna. Starvið
verður sett frá 15. mai 2017 og væntast at
vara í góðar tríggjar mánaðir.
Arbeiðið kemur í størstan mun at fevna um
røkt av fjósi og haga og djórunum, sum har
til hoyra. Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar,
alt eftir hvør árstíðin er. Avloysarin verður
settur væl inn í uppgávurnar, áðrenn byrjað
verður.
Krøv til umsøkjarar. Góðan kunnleika til
land búnað og hollar arbeiðsroyndir innan
landbúnað.
Arbeiðstíðin er full tíð, svarandi til 39 tímar
um vikuna.
Starvið verður lønt sambært sátt mála
millum Fíggjarmálaráðið og Starvs manna
felagið.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Hans Martin Andreasen, tlf.
299013 ella Trónd Leivsson, tlf. 299010.
Umsókn við viðkomandi skjølum skal
vera Búnaðarstovuni í hendi í síðsta lagi
27. apríl 2017.
Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður
Tlf. 47 90 00 – Faks 47 90 20
Tpost: bst@bst.fo
Eiðis kommuna søkir við hesum eftir leiðara til
Korndalsgarð, at byrja 01. mai 2017, ella skjótast
gjørligt eftir tað.
Korndalsgarður:
Á stovninum ganga 80 børn, 54 børn eru
frá 0-6 ár og ganga í barnagarð, 26 børn eru
í frítíðarskúla. Frítíðarskúlin er í Eiðis skúla.
Stovnurin er opin frá kl 07:00 til kl 17:00
Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur
hugsjónir og vil virka fyri einum høgum
námsfakligum støði. Ein leiðara, sum megnar
at leiða námsfrøðiliga virsemið, starvsfólk
og somuleiðis dugir at fyrisita og umsita
fíggjarviðurskiftini.
Vit bjóða:
• Eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika at
seta dám á stovnin
• Eitt avbjóðandi starv har tú sleppur at mynda
frítíðarskúlan, tá hann seinni í ár verður fluttur
í nýggj hølir.
• Ein góðan starvsfólkahóp.
Vit vænta, at tú:
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan
og tryggan gerandisdag við virðing og
umsorgan fyri tí einstaka barninum,
foreldrinum og starvsfólkinum.
• Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
• Dugir væl at samstarva, lurta og reflektera.
• Hevur eitt vet av teldukunnleika.
• Hevur lætt við at orða teg munnliga og
skrivliga á føroyskum.
Tað er ein fyrimunur um tú hevur leiðsluroyndir
ella viðkomandi útbúgving.
Setanarviðurskifti
Tann, ið settur verður skal vera útbúgvin
námsfrøðingur. Løn sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya, lønarstig 24-30.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Jógvan í Skorini, borgarstjóra, telefon 740400.
Umsókn
Umsókn saman við viðmælum, royndum og
upplýsingum um útbúgving skal vera send til
Eiðis Kommunu, Brekkuvegur 37, 470 Eiði ella
til teldupost eidi@eidi.fo, í seinasta lagi tann
26.04.2017 kl.12:00
Dagstovnurin Korndalsgarður
Foravegur 11, 470 Eiði, tlf. 200410 og 740410 , korndalsgardur@eidi.fo
Leiðari til
Korndalsgarð
SÍÐAN 1936
GUMMIBÁTATÆNASTAN
Mykinesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo
VIT HAVA VOGNIN
TIL EINHVØNN TØRV
Løgfrøðingur
til Heilsu- og
innlendismálaráðið
HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ
Heilsu- og innlendismálaráðið søkir eftir
løgfrøðingi til setan 1. juni 2017 ella skjótast
gjørligt.
Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt.
Høvuðsuppgávurnar verða løgfrøðilig
ráðgeving, lógar- og kunngerðarsmíð,
málsviðgerð, gera hoyringssvar, umframt at
umboða stjórnarráðið í arbeiðsbólkum og
samstarvsfora.
Talan er um eitt fast starv. Arbeiðsøkið fevnir
serliga um familjurættarlig mál og heilsumál.
Starvið er mennandi og við skiftandi og
fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið er
sjálvstøðugt og ábyrgdin stór, so verða
uppgávurnar eisini loystar í toymum og í
samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum.
Førleikar
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv. Tú hevur
áhuga fyri økjunum, ið Heilsu- og
innlendismálaráðið umsitur, og ynskir at
arbeiða við at menna og dagføra økini.
Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum,
bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur,
um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri
samfelags viður skiftum sum heild.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Heilsu-
og innlendismálaráðið og stovnar undir tí,
umframt Løgmansskrivstovuna og onnur
stjórnarráð.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast
til:
Heilsu- og innlendismálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn
ella umvegis teldupost á himr@himr.fo
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 20. apríl 2017, kl. 12:00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til Jan Simonsen, deildar stjóra, tlf. 304050 ella
umvegis teldupost til jan.simonsen@himr.fo
Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur heilsumál, orkumál,
kommunumál, umhvørvismál og familjurættarlig mál,
og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag
og ger hugskot til veruleika.