Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 21. apríl 2017 Fýra landsstýri sótu sum ryssa yvir deyðum fyli. Men nú kann ikki bíðast meira Nei tað gongur ikki altíð, sum prestur præd­ ikar – og tað verður heldur ikki altíð so, sum løg­maður sigur. Tað var ein til vón um, at sam­gongu­fólki­ ni fóru at finna semja, nú tey høvdu leitað sær til Suðuroyar at finna semjuna, sum skal verða grundarlagið undir fiskivinnuni – og harvið øllum vinnupolitikki í Føroyum fram­yvir. Men vónin brast. Enn hava vit ikki frætt um neyvt, hvør trup­ul­leikin er. Men eyðsæð er, at øll 17 sam­gongu­fólkini ganga ikki í takt. Tá so er, so kann eingin siga andstøðuna ringa fyri at gera sær dælt av støðuni – og tí er tað held­ur ikki so løgið, at til dømis Sam­bands­ flokk­urin, sum hevur verið konstruktivur í he­s­um máli, hevur meldað pass fyribils. Politikkur er at vilja broytingar, og pol­ i­tikk­ur er at finna semjur og gyltar mill­ um­veg­ir. Men politikkur er eisini at skera í­gjøgnum, og ta uppgávuna hava fyrst og fremst løg­maður, men eisini fiski­mála­ráð­ harr­in og leiðslurnar í sam­gongu­flokku­ num. Tað hvílir ein stór ábyrgd á teimum trim­ um flokkunum, sum mynda landsstýrið, og tað hvíl­ir ein stór ábrygd á teimum 17 fólk­u­num, sum eru parlamentariska grund­ ar­lagið undir samgonguni. Jú víst hevur andstøðuan sína stóru á­byrgd, tí andstøðan var samgonga fyri val­ið, og undanfarna samgonga – eins og hinar tríggjar samgongurnar, sum hava sitið und­an hesari – hava ikki rætt hond frá síðu til tess at loysa hetta málið, sum varð sett á skinn­arar, tá Bjørn Kalsø í 2007 segði upp fiski­loyv­ini til 1. januar 2018. Tí er tað ikki bara eitt krav frá vinnuni um, at nú mugu politikararnir taka seg saman. Men tað er eitt fólkakrav. Serliga er ábyrgdin hjá teimum trimum flokkunum, sum vunnu valið upp á at nýskipa fiskivinnuna soleiðis, sum hini lands­stýrini frammanundan ikki hava klár­ að. Sjálvandi ynskja vit øll eina breiða semju. Men henni kunnu vit skjóta ein hvítan píl eft­ir, um ikki samgongufólkini taka seg sam­an og finna stevið. Vit eru í tólvta tíma, tolið er uppi, takið tykkum nú saman, politikarar! – Hendan sam­gong­an løn­ar ikki dugna­skapi, sigur tingkvinna hjá Fólka­flokkinum – Síðstu tíðina hava vit ofta hoyrt, at tað er skað­ i­ligt um ein­stak­ling­ar fáa ov stórt vald. Dugn­aligir reið­ar­ar skulu steðgast, tí teir ikki skulu fáa ov stóra ávirkan. Tað segði løgtingskvinnan Elsebeth Mer­ce­ dis Gunnleygsdóttur í lesarabrævi um dag­ar­ nar. Og hon helt fram: – Í staðin fyri at gleðast um, at tað gongst væl, so skulu fyritøkur, sum tjena pengar, revs­ast. Um onkur stingur stavnin framum, so skulu teir steðgast. Tað verður enntá grund­ givið við, at teir eru vandamiklir fyri okkara land og eru ein hóttan móti fólkaræðinum. – Somuleiðis skal stjórin í Betri steðgast, so hann ikki fær ov stóra ávirkan. Hann hevur fing­ið eina sterka fyritøku við dugnaskapi, men hend­an samgongan lønar ikki dugnaskapi. Her skulu fótonglar leggjast út. – Okkurt má gerast, so stjórin í Betri ikki fær ov stórt vald, og landstýrismaðurin i vinnumálum arbeiðir við hesum nú, sigur fólka­floks­ting­kvinn­ an. Nú mugu tey taka seg saman Stuðlar Schwartz Mercedis Les eisini blaðið á telefonini Kroystir sam­ gonguleiðarar Politisk analysa síða 24-25 Hevur tú veður­ lagsangist? síða 18-19 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Men skerpandi um­støð­ur gjørdu, at ein mað­ur í Føroya Rætti hós­dagin varð dømd­ur 40 dagar fongs­ul fyri at flýggja úr fongsl­i­num í Mjørk­adali Eirikur LIndenskov Vanligi taksturin er 30 dagar longda fongs­ uls­revsing fyri fangar, sum flýggja úr fongsl­ um. Men í førinum við manninum, sum rýmdi úr fongslinum í Mjørkadali í gjár vóru skerp­ andi umstøður, sum gjørdu, at dómarin legði 10 dag­ar afturat og dømdi mannin 40 dagar longda fongsulsrevsing. Maðurin er dømdur fimm ára fongsuls­ revs­ing fyri vápnað rán í Danmark, har hann rændi 2,5 milliónir krónur frá Coloplas-eiga­ ra­num, Niels Peter Louis-Hansen, sum er triðríkasti maður í Danmark. Meðan maðurin sat varðhaldsfongslaður, royndi hann at flýggja, og hann hevði eisini hótt enn løgreglumann. Tí fekk hann eitt hálvt ár eyka fongsulsrevsing fyri tað. Hetta hildu ákæri og dómari vera skerp­ andi umstøður, og tí dømdi rætturin mannin í fongsul í 40 dagar fyri at flýggja úr Mjørka­ dali. Harvið gav dómarin ákæranum við­hald. Verjin, Bjørn á Heygum, mælti til 10-14 dagar fongsul. Hann helt tað vera linnandi umstøður, at starvsfólkini í Mjørkadali ikki høvdu verið nóg ansin. – Tey hava bestemt ikki røkt sína skyldu, tá tey senda ein fanga einsamallan út í fríu nátúrina í Mjørkadali, har tað er púra oyði og frítt at flýggja, segði hann. Hóast maðurin fekk høvi at umhugsa dómin í 14 dagar, so tók hann við dóminum, og varð sendur niðan aftur í Mjørkadal. Tað kostar 30 dagar at flýggja úr fongsli