Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 JÓANNES BJARTALÍÐ AVGERANDI Ársins ungi spælari tvey bæði seinnu árini í føroyskum fótbólti, hevði úr at gera við at fáa fatur á bóltinum í Sarpugerði, men tá hann fekk hann, so kom væl burturúr. Hann legði upp til bæði málini við hornasparki og tvær ferðir kom gult kort fyri at fella hann, tá hann setti ferð á við bóltinum. Víkingur og KÍ hava bulin á liðnum upp á pláss, men skal gull um hálsin í oktober, so skulu liðini takla nakrar avbjóðingar. Eftir hendingaríka og undirhaldandi 2-2 javnleikin í gjár, so hyggja vit nærri av trimum avbjóðingum, sum liðini hava Tróndur Arge – Sarpugerði Føroyameistararnir úr Vík­ ingi og steypavinnararnir úr KÍ liggja bæði væl fyri á stigatalvuni. Bæði eru mett at verða millum favoritt­ar­ nar til FM 2017. Hesa ferð hyggja vit nærri at trimum avbjóðingunum, sum feløg­ ini hava, um tey skulu vinna FM í ár. Sjálvur dysturin endaði við javnleiki 2-2 og tað kunnu bæði sum so liva við. Vík­ ingur var frammanfyri KÍ undan dystinum, og eru tað enn, meðan KÍ er komið úr Gøtu við einum stigi. Eisini lagaðu hini úrslitini soleiðis, at tað bara er TB/ FCS/Royn, sum hevur fingið veruliga vind í seglini. Tríggjar avbjóðingar hjá Víkingi Helst størsta avbjóðingin hjá felagnum sum heild er ættarliðsskiftið, sum má í gongd nú. Felagið skal hava rós fyri at hava sett hol á, men spurningurin er hvussu Sámal Erik Hentze finnur røttu javnvágina. Víkingur hevur tikið eitt stórt stig við at skifta málverjan. Geza Turi er givin og í hansara stað er komin 20 ára gamli Elias Rasmussen. Hann stóð væl í gjár, men tað er óvanligt, at bara 20 ára gamlir málverjar toppa. Eisini verður arbeitt við at fáa Lervig tvíburðarnar slúsaðar inn, meðan Gunnar Vatnhamar og Jákup V. Olsen hava víst seg fram. Fyri Víking hevði tað sæð væl betri út, um Heð­in Hansen og Bárður J. Han­sen enn vóru í hóp­ in­um. Stigvís út­skifting má til fyri at tryggja fram­ tíðina, men hvussu nógva út­skifting tolir liðið. Lawal og Lava Tað munnu verða fáir verju­ spælarar í Føroyum, sum høvdu sovið væl áðrenn ein dyst móti Adeshina Lawal og Andreas Lava Olsen, men higartil hevur Víkingur ikki fingið so nógv burturúr Lawal og Lava. Adeshina Lawal hevur bara skotið eitt mál í opnum spæli, meðan Andreas Lava Olsen hevur sitið uttan fyri tað mesta av kapp­ ingar­árinum higartil. Fær Víkingur báðar áleypararnar í spæl og í form, so verður Víkingur heilt víst við mill­ um tey fremstu. Skaðar Tað er nógv skrivað og sagt um miðalaldurin hjá Víkingi í ár. Teir hava nú bara svarað kritikkinum væl aftur á vøll­ inum, men tað blívur eisini týdningarmikið, at teir halda seg frá skað­um. Í løtuni verð­ ur Fróði Benja­minsen keypt­ ur heim, meðan Hans Jørgen Djurhuus situr uttan fyri við skaða. Menn sum Sølvi Vatn­ hamar og Atli Gregersen skulu helst spæla fleiri lands­dystir í ár, so eisini teir eru í vandabólkinum fyri spælarar, sum kunnu blíva skaddir. Víkingur hevur ikki breiddina til fleiri skaðar í senn. Tríggjar avbjóðingar hjá KÍ Annað vikuskiftið upp í slag og fyri triðju ferð í ár, hevur KÍ verið á odda móti einum av hinum í topp fimm frá í fjør, men ikki vunnið. Fyrst í Gundadali móti B36, síð­ani móti NSÍ í farnu viku og so nú móti Víkingi. Tað er ilt at seta fingurin á akkurát hvat tað er, sum gongur galið, tí KÍ er hóast alt á odda, og stig móti B36 og Víkingi á útivølli eru góð stig. Móti Víkingi hevði liðið eisini møguleikar at avgera dystin, men raktu stongina. KÍ legði seg helst nakað langt aftur á vøllin, sum gav Víkingi nógvar møguleikar at senda bóltar innfyri, og tað kostaði til seinast. Ein sigur móti NSÍ og ein sigur móti Víkingi hevði rokkið langt á stigatalvuni higartil. Stuðul til Páll Páll Andrasson Klettskarð var ein einmansherur í álop­ inum hjá KÍ, men hann fekk ikki so nógvan stuðul í leypi av dystinum. Hetta sást ser­ liga seinastu løtuna, tá hann var at kalla einsamallur framm­an fyri miðjuna. Tað gjørdi, at hann hevði lítlan til ongan møguleika at halda upp á bóltin, sum Víkingur so aftur kundi senda retur. Fær KÍ stuðulsskipanina til Páll A. Klettskarð at rigga, so kann tað eisini loysa fyrstu avbjóðingina. Avloysarin hjá Súna Tey, sum eru KÍ nær, hava fleiri ferðir víst á týdningin, sum Súni Olsen hevði í fjør. Hóast hann ikki spældi allar dystirnar, so hevði hann avgerandi týdning, tá hann kom inn og vendi dystum. Minniligast var nokk í Gunda­dali, tá hann skoraði av­gerandi málið móti HB. Her hevur KÍ eitt nú fing­ ið sær Albert Adu, men hann tykist ikki hava funnið seg til rættis í felagnum enn. Tá tað ikki riggar, hvør skal so venda dystinum? Góðkend byrjan Bæði Víkingur og KÍ hava fingið eina góðkenda byrj­ an, hóast suðuroyingar hava lagt seg á odda. Hig­ ar­til bendir nógv á, at bæði liðini halda fram við vinn­ andi fótbóltinum frá í fjør. Meðan Víkingur hevur fing­ið fleiri stig í lands­kapp­ingini, so er KÍ enn við í steypa­ kappingini. Víkingur og KÍ tykjast sum tvey lið, ið ætla sær gull um hálsin í oktobur. trondur@sosialurin.fo HER ERU AV­ BJÓЭINGARNAR HJÁ VÍKINGI OG KÍ Fótbóltur Dysturin hesa vikuna...