mánadagur 24. apríl 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 17 • 24. APRÍL 2017
6
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
L
øgið, sum lagnan kann laga seg. Av og á
broyta vit okkara dagsskrá ella ætlanir. Tað
kann hava við sær annaðhvørt ógævu ella
gagnligar fylgjur, sum vit aftaná undrast yvir.
Árini 1990-95 búði Johan Dahl í Danmark.
Hann arbeiddi nógv saman við skotum og ong
lendingum. Teir handlaðu við fiski, útgerð til
fiskivinnuna og við maskinum og øðrum. Millum
annað gjørdu teir verkætlanir til Russlands at
um byggja skip og gera verksmiðjur umborð.
Felagið, ið Jóhan arbeiddi fyri, keypti fisk. Russar
høvdu lítið av valuta, so partur av virðinum í
fiskakeypinum varð brúktur at umbyggja skip
fyri og at gera tey nýtímans.
Í september í 1994 vildi eitt av viðskifta
fólkum teirra sleppa yvir til Tallin í Estandi at
hyggja at einum skipi, ið skuldi umbyggast. Jó
han var staddur í Keypmannahavn, og hin kom
úr Skotlandi. Teiri flugu úr Kastrup og yvir til
Tallin, har teir fóru á fund við reiðaríið, sum átti
skipið. Hildið varð, at ørindini fóru at taka tveir-
tríggjar dagar.
Teir vóru bókaðir inn á eitt hotell, sum eitur
Olympia, og fingu kamar uppi á ellivintu hædd.
Haðani kundu teir síggja út yvir allan býin og yvir
um sundið, heilt yvir til Helsinki.
Á hotellinum búðu nógv fólk. Har vóru bæði
sviar, finnar og onnur ferðafólk. Jóhan og mað
urin, ið var við honum, fóru morgunin eftir á
fund við reiðaríið. Á veg oman koyrdu teir fram
við Estoniu, sum lá við bryggju við opnari rampu
aftan. Teir sóu inn á tað upplýsta dekkið á hesi
stóru ferju. Jóhan hugsaði ikki meira um tað.
Fundurin við felagið vardi nakrar tímar.
Men samráðingarnar gingu nógv skjótari, enn
teir høvdu væntað. Á hesum sama fundi fingu
teir gjørt seg lidnar við øll ørindini, og tí kom
ferðaseðilin við flogfarinum ikki at passa til
ásettu fráferðina. Jóhan nevnir fyri stjóranum
í felagnum, at ferðaseðilin heimaftur var ikki
fyrr enn um tveir dagar. Ferðaseðilin var ein av
teimum ódýru, sum tú ikki kanst broyta. Teir
ringdu kortini út í floghavnina at spyrja, um tað
bar til at fáa hann framskundaðan. Men svarið
varð, sum teir høvdu væntað, at tað bar als ikki
til.
Stjórin peikaði tá oman á bryggjuna og segði,
at tað bar til at taka Estoniu, tí hon loysti um
nakrar tímar, og leiðin gekk til Stokhólms. Tá
vóru teir nógv skjótari aftur í Keypmannahavn
og sluppu frá at ganga og bíða í Tallin í tveir
dagar. Jú tað hildu teir eisini. Stjórin ringdi
beinanvegin til reiðaríið hjá skipinum og spurdi,
um pláss var fyri tveimum ferðafólkum. Tað var
eingin trupulleiki. Skipið tók 2.000 ferðafólk, so
har var nóg mikið av plássi.
Men lagnan kann vilja tað øðrvísi. Teir høvdu
ikki hug at sleppa tankanum um at fara við
flogfarinum, tí tað fleyg beinleiðis til Keyp
mannahavnar. Teir valdu tí at koyra út í flog
havnina. Viðhvørt kann okkurt pláss verða leyst,
áðrenn flogfarið lættir. Soleiðis var tað eisini á
hesum sinni. Ein maður á skrivstovuni í Tallin
kendi fólk, sum starvaðust í flogfelagnum –
og soleiðis fingur teir eftir tingingar eina løtu
ferðaseðil við flogfarinum.
Jóhan fór av í Keypmannahavn, meðan skotin
fleyg víðari til Onglands. Klokkan hálvgum seks
morgunin eftir fór Jóhan upp og tendraði sjón
varpið, sum hann plagdi. Tað fyrsta, hann hoyrdi
á rásini var, at Estonia var sokkin um náttina. Ein
undarlig kensla birtist í honum, alt kendist so
veruleikafjart: Estonia sokkin? Jaman, eg kundi
havt verið við henni!
Hann ringdi beinanvegin til Onglands og
fortaldi fyri manninum, sum hevði verið saman
við, at Estonia var sokkin. Hann gjørdist eisini illa
við av hesum boðum.
– Vóru vit ikki farnir út í floghavnina, og
reiðaríið ikki hevði havt so gott samband við
flogfelagið, og tað ikki hevði eydnast mann
inum á skrivstovuni at fáa onkran at broyta
ferðaseðlarnar, ja, so vóru vit við Estoniu, tí
sjálvir høvdu vit ikki fingið felagið at broytt
ferðaseðlarnar, tað læt seg vanliga als ikki gera,
sigur Jóhan.
Hann sigur víðari, at hann innast inni kennir
tað soleiðis, at hann hevur havt ein serligan
framíhjárætt, at hann ikki fór umborð á Estoniu.
Eisini spurdi hann seg sjálvan, hvar hann so
mundi havt fingið kamar, niðri í botninum á skip
inum ella á onkrum dekki longur upp?
Sum hann hevur skilt, so var tað nokkso av
gerandi, hvar ein var staddur umborð fyri at vera
bjargaður.
Men hann hugsaði ikki bara um, hvussu
hansara lagna hevði verið, men eisini um alt
fólkið, sum var umborð á skipinum. Tí tann
morgunin, tá ið Estonia sakk, vóru sera nógv
fólk á hotellinum, har teir búðu og ímillum tierra
nógv børn. Tá ið Jóhan lítur aftureftir, so kann
hann ikki lata vera við at hugsa um, at har helst
eisini vóru fólk, sum skuldiu við Estoniu, tí skipið
skuldi sigla tað kvøldið.
Hann spyr seg sjálvan: Hvør av teimum mudi
yvirliva, og hvør mundi farast við skipinum?
Eitt heldur løgið fyribrigdi var eisini. Úr vind
eyganum á hotellinum, har Jóhan svav, sá hann
beint oman á Estoniu. Um morgunin, tá ið hann
fór upp, tók hann eina mynd av skipinum út
gjøgnum vindeygað. Hví hann gjørdi tað, veit
hann ikki. Men løgið skal tað vera, um hetta ikki
er seinasta mynd, ið tikin er av Estoniu, áðrenn
hendan ræðuliga sorgarleikin. Tí kunnu vit siga,
at myndin er søgulig.
Estonia hevði koyggjur til 2.000 ferðafólk. Á
bildekkinum var plass fyri 450 akførum. Stóra
ferjan fórst á veg úr tallin til Stokholms hin 28.
september í 1994, beint áðrenn midnátt før
oyska tíð. Orsøkin til vanlukkuna var, sambært
aljtóða havaríkommissiónini, brek í bógportri
num og vánaligur sjómansskapur. Í illveðrinum
misti skipið ytra partin av bógportrinum, tí
læsingin var brotin, og tí streymaði sjógvur
inn á bildekkið. Tað gekk bara ein løta, so fekk
skipið slagsíðu og sakk. Hendan skipsvanlukkan
er hin størsta í Europa í friðartíð. 137 fólk vórðu
bjargað, meðan 852 sjólótust, har tey flestu
vóru estlendingar, finnar og sviar.
Jóhan og konan eiga fýra siynir, sum um
hetta mundið vóru ávikavist tíggju, níggju og trý
ára gamlir. Fjórði sonurin var júst føddur, tá ið
Johan fór til Estlands.
Høvdu biðið um
ferðaseðil við Estoniu
Við loyvi frá forlagnum Føroya
Met úr bókini »Skakandi
tilburðir VII«, 2012, sum fæst í
bókahandlum kring landið.
Myndina høgru megin tók Jóhan av Estoniu um morgunin sum vanlukkan hendi fyri midnátt
sama dag. Ein søgulig mynd, tí hetta kann vera síðsta myndin av Estoniu
1994: Tá ið hann morgun eftir fór upp, tendraði hann sjónvarpið. Tað fyrsta, hann hoyrdi, var, at
Estonia var sokkin um náttina. Ein undarlig kensla birtist í honum, alt kendist so veruleikafjart:
– Estonia sokkin?
– Jamen, eg kundi havt verið við henni!
Frá bjargingararbeiðnum av
ferðamannaskipinum Estoniu