Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-24, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2017síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 17 • 24. APRÍL 2017 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: Vilmund Jacobsen E in av gomlu, kendu og umtóktu handlunum í miðbýnum í Havn er skógvahandilin Fót­ búni við adressu í Tróndargøtu 23. Handilin, sum er í triðja ættarliði og hevur røtur heilt aftur til 1947, hevur spesialiserað seg í skótoyi og øðrum til kvinnur, menn og børn. Í stuttum kann sigast um søguna aftan fyri handilsvirksemið, at tað var abbi Bjarna Joensen, Karl Joensen, sum í 1947 læt upp skósmiðju og handil við Villingardalsvegin í Havn. Í 1954 flutti handilin oman í Lucas Debes­ esar­gøtu, og hin í 20. oktober í 1955 flutti virk­ semið oman í Tróndargøtu, har handilin fram­ vegis er. – Mamma mín, Marjun Joensen, yvirtók hand­ ilin hjá abba í fyrru helvt av 1980-unum, og síð­ an yvirtóku kona mín, Súsan og eg, virksemið hin 1. september í 2008, sigur Bjarni Joensen. Spentur til tiltakið Nú stórt tiltak verður í handilsgøtuni í miðbýnum í Havn leygardagin 29. apríl, eru hjúnini bæði í Fótbúna ógvuliga spent. – Jú, hetta sær ógvuliga spennandi út, og vit gleðast um, at kreativ fólk arbeiða í handils­ økinum, sum hava lagt orku í at reisa hetta tiltak á føtur. Bjarni Joensen ivast onga løtu í týdninginum av, at handlar og fyritøkur í handilsgøtuni í Havn standa saman. – Dr. Jakobsensgøta við síðugøtum er eitt livandi handilsøki, og vónandi kemur tiltakið leygarkvøldið at varpa enn bjartari ljós á økið. Her verður nógv á skránni, og vit í Fótbúna gleða okkum rættiliga til at vera partur av tiltakinum. Hann sigur, at Fótbúni eisini fer at hava nøkur góð tilboð, meðan by night-tiltakið verður í handilsgøtuni. Øll familjan Fótbúni selur skógvar til alla familjuna, kvinnur, menn og børn, og her fáast skógvar bæði til gerandis- og betri brúk. Av skógvamerkjum til kvinnur og menn eru eitt nú Clarks, Ecco, Gabor, Ara og Skechers, sum handilin í Tróndargøtu hevur selt í nøkur ár. SixMix, sum serliga er til kvinnur og Lacrosse, sum eitt nú fæst í gummistivlum til kvinnur, eru eisini umtókt. Bjarni Joensen sigur, at Fótbúni eisini hevur Festival-sokkabuksur og ymiskar taskur og ann­ að til kvinnur. – Skógvar til børn fáast eitt nú í merkjunum, Viking, Ecco og Kennedy, og vit hava eisini so­ nevnd Lego-klæði til børn, sigur Bjarni Joen­sen. Fótbúni – ein av elstu skógvahandlum í landinum – Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at handlar og fyritøkur í handilsgøtuni í miðbýnum í Havn standa saman, sigur Bjarni Joensen, sum er triðja ættarlið í Fótbúna Fótbúni er í triðja ættarliði, og í dag eru tað hjúnini, Súsan og Bjarni Joensen, sum reka kenda skógvahandilin í Tróndargøtu Mynd: Miriam & Janus T an nt ek ni ka rin TANNTEKNIKARIN TORMÓÐUR DJURHUUS AUT. KLINISKUR TANNTEKNIKARI BØGØTA 14 · 100 TÓRSHAVN · TELEFON 252028 Tannteknikarin er ein spesialiserað tannklinikk, ið veitir tænastur innan tannprotesur, bæði á klinikkini og heima hjá tær, um hetta ynskist. Mest umráðandi uppgávan hjá Tannteknikarinum er at varðveita úsjónd tína og syrgja fyri, at tíni tyggievni vera so góð sum gjørligt. Eftirlit er sera umráðandi, um protesuviðgerðin skal eydnast best møguligt. Protesur skulu eins og natúrligar tenn haldast við líka og tí er umráðandi at koma til eftirlit minst einaferð um árið. Til eitt eftirlit verður hugt at, hvussu protesurnar sita, og um tað eru broytingar í munninum, ið krevja eina viðgerð. Eisni eg møguligt at fáa reinsað og pussað protesurnar fyri tannsteini og mislitingum. Heimatænasta er torført hjá tær at koma á klinikkina vegna eitt nú sjúku, brek ella ert tú illa gongd/gongdur ber til at ringja til mín og fáa eina tíð heima hjá tær sjálvum. Allar viðgerðir, ið verða veittar á klinikkini, veitast eisini í heiminum. Eisini ber til at viðgera á ellisheimi, eldrasambýli og sjúkrahúsi. Prísurin á hesi tænastu valdast um, hvar í landinum tú ert. Ókeypis eftirlit - Støkk inn á gólvið ella ring 252028 og fá eina tíð. Handilin, sum er í triðja ættarliði og hevur røtur heilt aftur til 1947, hevur spesialiserað seg í skótoyi og øðrum til kvinnur, menn og børn