mánadagur 24. apríl 2017síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 17 • 24. APRÍL 2017
21
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA:
Vilmund Jacobsen
– Vit halda okkum hava eina ógvuliga flotta
trappu – ikki minst í betru tíðini av árinum, og vit
hava nógv viðskiftafólk, sum koma úr ymiskum
heraðshornum at keypa plantur og blómur, sigur
handilsleiðarin, Bogi Vík.
Bogi Vík er handilsleiðari í FK í Handilsgøtuni
í miðbýnum í Havn, og tað hevur hann verið í
hálvt níggjunda ár.
Á lønarlista í FK í miðbýnum eru 43 fólk, sum
svarar til umleið 18-19 ársverk.
– FK-handilin í miðbýnum er eftir okkara tykki
øðrvísi enn aðrir FK-handlar. Vit skilja okkum
burtur úr við tí økologiska, sum vit gera nógv
burtur úr, og vit gera nógv burtur úr fruktum
og grønum. FK ger sum heild nógv burtur úr
hesum, men eg haldi, vit kunnu siga, at vit gera
eitt sindur eyka.
Bogi Vík sigur, at trappan hjá FK í miðbýnum
eisini er serstøk við øllum úrvalinum av plantum
og blómum.
– Vit halda okkum hava eina ógvuliga flotta
trappu – ikki minst í betru tíðini av árinum, og vit
hava nógv viðskiftafólk, sum koma úr ymiskum
heraðshornum at keypa plantur og blómur.
Handilsleiðarin vísir á, at tað er rættiliga
veðurgott í Dr. Jakobsensgøtu í miðbýnum, og tí
er einki til hindurs fyri at hava pantur og blómur
standandi á trappuni meginpartin av árinum.
– Sjálvandi gera vit uppaftur meira burtur úr
í betru tíðini av árinum.
Bogi Vík sigur, at hóast FK-handilin liggur
mitt í býnum, hava tey viðskiftafólk, sum bæði
keypa í tí smáa og í tí stóra.
– Vit hava rættiliga nógv fólk inni á gólvinum
gjøgnum ein dag, og tað eru eisini tey, sum gera
stórkeyp hjá okkum, sigur handilsleiðarin.
Bogi Vík er handilsleiðari í
FK í miðbýnum í Havn
Mynd: Miriam & Janus
FK – handilin við flottu trappuni
Vit skilja okkum
burtur úr við tí
vistfrøðiliga og
servørum
Vilmund Jacobsen
26 ára gamla, Kristina Glyvradal, hevur altíð havt
áhuga fyri kreativum og skapandi arbeiði, og hon
hevur leingi droymt um at koma við sínum egnu
klædnavørum, og komandi leygarkvøld verður
hesin dreymur veruleiki.
– Eg havi fyrr arbeitt saman við onkrum
sniðgeva og havi eisini gjørt onkrar búnar fyri
Miriam & Janus. Nú eri eg sjálv farin í holt við
at sniðgeva og seyma veitslukjólar og havi lagt
meg eftir at seyma kjólar og kjólasett til veitslur.
Kristina Glyvradal ger alt - heilt frá hugskoti,
sniðgeving og at finna toy til seyming av kjól
unum.
– Hóast nógv fáast við seyming og binding
og ymiska klædnaframleiðslu, so er útboðið av
føroyskum veitslukjólum alt ov lítið.
Kjólarnir skulu sita væl og skulu vera behagi
ligir at vera í.
Tá tiltakið verður í Handilsgøtuni í miðbýnum
leygarkvøldið, fer Stina at hava seks kvinnur,
sum fara at vísa fram kjólar, sum hon hevur
gjørt.
Stina við sínum fyrstu veitslukjólum
Kjólarnir skulu sita
væl og skulu vera
behagiligir at vera í