týsdagur 25. apríl 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. apríl 2017 · Nr. 48
mikudagsblaðið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
– Indivudualisma og eg-mentan
fyllir alt ov nógv í føroyskum poli
tikki, og tað er kanska ikki so løgið,
tá ið ein politikari kann fáa túsund
atkvøður fyri at vera upp á tvørs
heldur enn at innrætta seg í floks
disiplinina.
Tað sigur Bjørt Samuelsen, løg
tingskvinna í longri samrøðu við
Sosialin mánadagin.
Og púra rætt hevur hon. Og hon
hevur eisini rætt, tá hon sigur, at
flokkarnir eiga at taka seg saman.
Sjálvandi skulu flokkarnir tað.
Men tað eru fyrst og fremst polit
ikararnir sjálvir, sum eiga at taka
seg saman, og tað sama eigur velj
arin at gera.
Ynskja vit veruliga slík fólk at
umboða okkum, sum uppføra seg
sum vindurin blæsur. Skifta flokk
og meining fyri eitt gott orð?
Allir tríggir samgonguflokkar
nir eru dotnir sundir seinastu ár
ini, tí persónar hava tikið seg sjálv
an fram um flokkin. Mest aktuellur
er Javnaðarflokkurin, sum hevur
mist eitt tingfólk síðani løgtings
valið, og ein annar tingmaður
flokksins er hálvavegna farin burt
ur úr flokkinum við at stilla upp
og verða valdur fyri annan lista á
kommunuvalinum.
Í seinasta valskeiði koyrdi Javn
aðarflokkurin ein tingmann úr
flokkinum, og ein tingmaður fór úr
Framsókn upp í Fólkaflokkinum.
Fyrr í hesi øldini fór ein tingmaður
úr Tjóðveldinum upp í Framsókn.
Jú víst kunnu fólk broyta hugs
an og hugsjón. Men tað tykist tó
meira sum um politikarar hava tik
ið orðini til sín hjá Jens Otto Krag
um, at »man har et standpunkt, til
man ta'r et nyt«.
Men tað er at blæsa torvmold í
eyguni á veljarnum, sum eigur at
krevja meira av teimum umboðum,
sum hann velur á ting.
Annað dømið sum sjálvsøkni
hjá politikarum og teimum, sum
so fegin vilja gerast politiakrar
eru valplakatirnar. Meðan tað fyrr
vóru plakatir, sum vístu á hugsjón
armál og eggjaðu fólki til at velja
hendan ella handa flokkin, so hava
allar valplakatir síðani aldarskiftið
bara verið av persónum. Stór og
størri andlit – hvussu skulu vit
kenna eina hugsjón út frá eini
andlitsmynd? Hetta er jú ikki for
setaval í USA, men eitt val um at
manna okkara lítla ting.
Annað dømi er, at fólkini, sum
eru vald, hava gjørt sær eina pen
sjónskipan, sum eingin annar
kann droyma um at fáa.
Hetta verður tó ringt at broyta,
tí politikarar verða fangaðir í síni
egnu ringu ringrás. Og ja. Sjálv
søknið hjá politikarum ger flokk
arnar veikar og skapar misálit
og mistreysti, og tað er ringt fyri
fólkaræði. So sjálvandi skulu bæði
flokkar og politikarar taka seg
saman!
Politikarar halda meira
av sær sjálvum enn hugsjónum
Sjálvsøknið er ein hóttan
gsað mær at sloppið af
at vitja fleiri lond. Í summar fer øll familj
ferðast í Ungarn, og tað gleði eg meg eisini til.
dividualisma og eg-mentan fyllir
v nógv í føroyskum politikki, og
er kanska ikki so løgið, tá ið ein
kari kann fáa túsund atkvøður
t vera upp á tvørs heldur enn
rætta seg í floksdisiplina,
Bjørt Samuelsen, løgtings-
sum heldur, at flokkarnir
aka seg saman og forða
hetta heldur fram
EG-MENTAN GER
FLOKKARNAR
VEIKAR
100
ára hald í
Sandavági
síða 26-27
Sveis
ing kann
elva til
krabba
Heilsusíða
Síða 30
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Zakarias Wang í Hoyvík undr
ast á, at hann ikki fær svar frá
Sambandsflokkinum upp á
ein einfaldan spurning, sum
hann setti flokkinum í lesa
rabrævi í Sosialinum tann 15.
mars í ár.
Og spurningurin var ein
faldur:
»Nær er stjórnarskrá Dan
markar vorðin stjórnarskrá
okkara?«
Tí sendi hann Bárði Niel
sen ein rykkjara fyri góðari
viku síðani:
– Av tí at vit nú hava 15. ap
ríl 2017, og eg enn einki svar
havi fingið, skal eg loyva mær
at minna á spurningin, skriv
ar Zakarias Wang, sum fram
vegis einki svar hevur fingið.
Zakarias Wang sigur við
Sosialin, at danir vita væl,
at teir fingu sína grundlóg í
tann 5. juni í 1849.
Men hon var ikki og er
ongantíð sett í gildi í Føroy
um, sigur Zakarias Wang,
sum tí fegin vil hava svarið
frá
Sambandsflokkinum,
sum fleiri ferðir hevur stað
fest, at danska grundlógin er
galdandi í Føroyum.
Hví svarar Bárður Nielsen
ikki Zakarasi Wang?
Tað var Jónsvein Thomsen á
Sandi, sum starvast hjá Mar
ine Harvest, sum vann lítlu
milliónina um vikuskiftið.
Hann keypti lottoseðilin í
Effo støðini á Sandi, tá hann
var á veg til Havnar fríggja
dagin at døma ein fótbólts
dyst, greiðir hann frá.
Hann sigur, at hann plagar
at spæla lotto av og á, so hann
keypti seðilin, sum so mangan
fyrr.
Jónsvein Thomsen visti
ikki, at tað var hann, sum var
hepni vinnarin, fyrr enn hann
las greinina »Milliónvinning
ur til Sands«.
Hann setti seg í samband
við svág sín, sum fekk kannað
tølini fyri hann á netinum, og
tað vísti seg so, at hann av
røttum átti hepni tølini.
Svágur
Jónsvein
mátti
endurtaka tølini nakrar ferð
ir, áðrenn Jónsvein veruliga
vildi trúgva, at hann hevði
vunnið peningin, greiðir hann
frá.
Spurdur um, hvussu hann
hevur tað nú, at tað er stað
fest, at tað er hann sum er
hepni vinnarin, sigur hann at
hann er ómetaliga glaður
– Eg havi ikki fatað tað
enn, haldi eg. Eg eri ótrúliga
glaður og vildi spýggja og alt;
tá eg fekk boðini nú um 16 tíð
ina, sigur hann.
Jónsvein Thomsen sigur,
at hann ætlar at brúka pen
ingin upp á at rinda lánið til
húsini, soleiðis at hann verður
skuldarfríur.
Eisini
ætlar
hann at halda á fram við at
spæla lotto javnan.
Jónsvein vann milliónina:
Eg havi ikki
fatað tað enn
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Zakarias Wang rykkir eftir svari frá
Sambandsflokkinum um, nær grund
lógin er sett í gildi fyri Føroyar