týsdagur 25. apríl 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. apríl 2017 · Nr. 48
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ORÐBLINDNI EIGUR
IKKI AT VERÐA
EIN TRUPULLEIKI
Orðblindni nýtist ikki at vera ein stórur trupulleiki, um hann verður staðfestur tíðliga,
og røttu stigini verða tikin skjótt. Tað sigur Maybritt við Strond, logopedur á Glasi, ið er
fyriskipari av eini orðblindnisráðstevnu, sum verður á Hotel Føroyum, 19. mai
Sòlvit E. Nolsø
– Sernám screenaði fyrr
triðjafloksnæmingar
fyri
orðblindni, men eg veit ikki,
um tey gera tað enn. Tað
var ein góð hjálp, men ein
screening
staðfestir
ikki,
hvussu nógv eru orðblind.
Tað skal ein kanning til
fyri at fáa staðfest, hvør er
orðblindur, og hvør er lesi
veikur. Ein screening stað
festir, hvør hevur trupulleik
ar við at lesa og skriva, men
ein nærri kanning krevst fyri
at staðfesta orðblindni, sigur
Maybritt við Strond.
Hon sigur víðari, at vit
hava allar neyðugu førleik
arnar í Føroyum at gera nak
að við trupulleikan, men tað,
sum krevst, er ein raðfesting
av pengum og orku hjá tí
fólki, ið kann taka sær av tí.
– Vit hava nógv góð fólk
her heima. Tað eru nakrar
íløgur, ið krevjast í lesifor
rit og annað, men vit hava
nógv góð fólk. Tað er eisini
longu hjálp at fáa á mið
námsskúla. Tíverri eru allar
kommunurnar og harvið
fólkaskúlar ikki komnar við
enn, men tað kann arbeiðast
uppá, sigur Maybritt við
Strond.
Hon sigur víðari, at eitt
tað fyrsta, ið skal gerast,
er at gera íløgur í talgildar
kanningar, ið skjótt kunnu
fáa trupulleikan staðfestan.
Tað hevði gjørt stóran mun.
– Ein talgild roynd hevði
gjørt, at vit fingu atgongd til
forrit, sum sjálvt kann fram
leiða eitt úrslit av royndini,
ið kann staðfesta orðblindni.
Alt upp á nakrar minuttir.
Sum nú er, má hvør roynd
kannast av okkum, og tað
tekur fleiri tímar fyri eina
roynd. Ein talgild roynd
vildi gjørt stóran mun, sigur
Maybritt við Strond.
Nógv mett at
vera orðblind
Tað er eingin kanning gjørd,
ið vísir, hvussu til stendur
viðvíkjandi
orðblindni
í
Føroyum. Kanningar aðra
staðni vísa ymisk tøl, tí tað
er ymiskt, hvussu kanningar
verða gjørdar, og hvussu
mørkini verða sett fyri, nær
ein er orðblindur ella ikki. Í
1990 mettu 7% av vaksnum
dønum, at teir vóru orð
blindir; umleið 3% høvdu
sera ringt við at lesa vanligar
tekstir.
Sum sagt, so er eingin
kanning gjørd í Føroyum, tí
er ein meting tað frægasta
vit kunnu júst nú. Maybritt
við Strond metir, at okkara
tøl eisini liggja um sjey
prosent, ið eru orðblind.
– Út frá mínum metingum
av einum miðalflokki av
miðnámsskúlanæmingum,
so eru eini sjey prosent av
føroyingum orðblind. Um
tað passar, so eru tað eini
3.500 føroyingar, ið kunnu
fáa tað staðfest, sigur May
britt við Strond.
Sambært Maybritt við
Strond, so er ikki neyðugt,
at orðblindni gerst ein stór
ur
trupulleiki.
Um
fólk
fáa tað neyðugu hjálpina
skjótt, so kunnu tey fylgja
við í til dømis undirvísing
og ikki fella afturút. Er
hinvegin eingin hjálp at fáa,
og trupulleikin sleppur at
standa við, so er stórur vandi
fyri, at aðrir trupulleikar eis
ini stinga seg upp.
– Tað kann jú ikki vera
gott fyri nakran, at tey ong
antíð klára at fylgja við í
undirvísingini ella ongantíð
klára at lesa. Tað setir tey
jú eisini í eina ringa støðu í
mun til arbeiðsmarknað og
at fungera í samfelagnum
annars, sigur Maybritt við
Strond.
Ráðstevna skal seta
positivt ljós á økið
Ein ráðstevna um orðblindni
verður í Havn, 19. mai. May
britt við Strond er fyriskipari
av ráðstevnuni. Hon sigur, at
endamálið við ráðstevnuni
er ikki at siga, hvussu stórar
trupulleikar, vit hava, ella
fyri at vísa, hvussu synd tað
er í fólkum, ið eru orðblind.
Hinvegin, so er endamálið
at lýsa positivt, hvat fólk við
orðblindni kunnu.
– Vit hoyra so ofta tað
negativa og tær keðiligu síð
urnar. Vit vilja nakað annað
við hesi ráðstevnu. Alt ber til
hóast orðblindni. Røtt hjálp
kann gera, at orðblindni
ongantíð gerst størri enn ein
lítil trupulleiki, men eingi
forðing, sigur Maybritt við
Strond.
RÁÐSTEVNA
Danska Socialstyrelsen
lýsir orðblindni soleiðis:
Varandi niðursettur
førleiki, ið ávirkar
førleikarnar at handfara
málið innan lesing,
skriving og orðing.
Maybritt við Strond, taluráðgevi
Ein logopedur er ein
talulærari. Logopedi
er talulæra, læran um
talubrek og hvussu
tey skulu viðgerast.
»Røtt
hjálp kann
gera, at
orðblindni
ongantíð
gerst størri
enn ein lítil
trupulleiki,
men eingi
forðing«
MAYBRITT VIÐ STROND