Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. apríl 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. apríl 2017 · Nr. 48 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Síðani Tvøroyarar-túrin hjá samgonguni og lands­stýris­ manningin, hevur verið ar­ beitt ómetaliga hart fyri at finna eitt felags áralag um nýskipan av fiskivinnuni. Tað eydnaðist eisini fyrst í vikuni, sum helst eisini var evsta mark, skal Løgtingið hava stundir at viðgera málið undan summarfrítíðini. Yvirskriftin um at “Lunnar brustu og jørðin skalv...” sip­ ar til samráðingarnar í sam­ gonguni um nýskip­anar­leist­ in. Mong havva verið noydd at flyta seg og broyta sjónar­ mið áðrenn komið var á mál og onki er at ivast í, at viku­ skiftið sum fór var brukt til at fáa tað seiansta uppá pláss. Eftir túrin í Suðuroy var púra greitt fyri samgongu­ leiðarunum, at tað sum var lagt fram kundi semja ikki fáast um. Har skuldu broytingar til. Serliga vóru tað teir báðir javnaðartingmennirnir av Tvøroyri, Bjarni Hammer og Kristin Michelseen, sum ikki ku ndu góðtaka ávísar partar av uppskotinum . Hóast hildið var fram við samráðingunum til út á hósnáttina eftir at nøkur av tingfólkunum vóru farin norður aftur til Havnar, so bar ikki til at koma á mál. Aksel V. Johannesen, sam­ gonguleiðari, og hinir báðir samgonguleiðararni, Høgni Hoydal og Poul Michelsen, avráddu tí at skriva hvørjum øðrum, hvussu langty teirra flokkar kundu ganga á økj­ um, har ósemja var. Tað noyddi teir at tryggja sær, at teirra flokkar hvør sær bundu seg til eitt mark, sum teir vildu fara til. Hesi markini hava so ver­ið diskuterað, men onki er at ivast í, at serliga teir báðir tingmennirnir á Tvør­ oyri, sum umboða Javnaðar­ flokkin hava hildið fast um teirra mørk og tað hevur rest­in av samgonguni, so noyðst at laga seg eftir Lógaruppskotini mangla At semja er gjørd er sjálvandi eitt stórt framstig fyri sam­ gonguna, men neyvan eru allar súðir syftar kortini. Lógaruppskot skulu ger­ ast og syrgjast skal fyri, at øll ynski og allar avtalur koma inn í lógartekstin. Tað ber sjálvandi til at gera, men talan er um eitt stórt og um­ fatandi lógarverk. Neyðugt er at ansa eftir, at lógir ikki ganga hvør móti aðrari, samstundis sum allir smálutir skulu við. Hetta kann elva til nýggja togtogan aftur, men sum út­ gangsstøði er semja um ný­ skipanina. Innihaldið Lok er sum nevnt oman fyri lagt á, hvat innihaldið í semjuni er. Tað sum almenn­ ingurin kennir nakað til er tað uppskot, sum hevur ver­ ið lagt almednt fram og sum hoyringspartarnir hava sæð og gjørt viðmerkingar til. At tað ikki er tað upp­skot­ ið, sum verður lagt fyri tingið er eyðsýnt. Spurningurin er hvussu nógv er høgt og hvussu nógv er telgt av upp­ runaliga uppskotinum. Tað ljóðar – uttan at hetta er váttað, at uppboðssølan av fiskirættindunum er mink­að munandi. Helst verða ikki meira enn millum 20 og 25 prosent seld tann veg­in. Ein annar partur av upp­ skotinum, sum eisini sigsdt vera broytt er, at anti-trust markið er sett munandi upp, soleiðis at ongin av verandi fyritøkum verða raktar av tí nú. Tað ljóðar eisini atd søl­an av veiddum fiski, sum ann­ars skuldi fara um eina upp­boðs­ sølu, er partvís tikin burtur. Upprunaliga var talan um, at 6d0 prosent av veiddum fiski skuldi yvir uppboðssøluna, men hetta er eftir øllum at døma eisini broytt. Søgur ganga um, at ein av orsøkunum til hetta, er kapp­ ingin, sum er millum Vest­ manna og Hvalba og mátin, sum fiskaarbeiðið verður lagt til rættis í Hvalba uppá. Høgni Hoydal hevur sagt, at tá ið hann kemur aftur til landið verður semjan al­ manna­kunngjørd. Tað vil siga annaðhvørt fríggjadagin ella fyrst í komandi viku. Tá ið fyrsta viðgerð hevur verið í Løgtinginum verður málið beint í vinnunevndina og har er Bjarni Hammer for­ maður. NÝSKIPANIN LUNNAR BRUSTU OG JØRÐIN SKALV... Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, váttar, at semja er gjørd um eina fiskivinnunýskipana Aksel V.Johannesen, løgmaður, er eisini burturstaddur, so onki verður almannakunngjørt fyrr enn hann er komin heimaftur Bjarni Hamm, Javnaðarflokkurin, er formaður í vinnunevndin , og tað er vinnunevndin, sum skal viðgera uppskotið, tá ið tað hevur fingið 1.viðgerð í tinginum Krstin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur saman við Bjarna Hammer sett síni krøv til hvat ein semja skal innihalda Samgongan er samd um nýggja fiskivinnuskipan, men arbeitt var til evsta mark áðrenn semja fekst í lag