Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. apríl 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. apríl 2017 · Nr. 48 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Fólk, sum í sínum arbeiði verða út­ sett fyri sveisiroyki, eru í munandi størri vanda fyri at menna lungna­ krabba enn fólk annars. Tað eru heimsins leiðandi gransk­arar á økinum samdir um, eftir at teir hava mett um nýggjastu granskingina á økinum. Niðurstøðan letur eisini upp fyri, at tað møguliga fer at eydnast at fáa lungnakrabba viðurkendan sum eina arbeiðssjúku sum hevur rætt til endurgjald. Roykur og dampur frá sveising kann goyma bitlar, sum eru heilsu­ skaðiligir. Higartil hevur verið mett, at tað møguliga kann vera krabba­meins­ elvandi at anda í seg sveisi­royk. Men, nú hava nakrir av heimsins leiðandi granskarum á økinum hugt at nýggjasta skjalatilfarinum, og niðurstøðan er greið: Sveising er krabbameinselvandi. – Andar tú í teg bitlar yvir eina longri tíð, veksur vandin fyri at menna lungnakrabba umleið 30 prosent. Tað sigur Johnni Hansen, granskari hjá Kræftens Bekæm- pelse í Danmark. Hann er júst komin heim aft­ ur av einum fundi í IARC, (In- ternational Agency for Research of Cancer), sum liggur undir heims­ heilsustovninum, WHO. Á odda í IARC Johnni Hansen hevur verið for­ maður fyri einum bólki av 17 gransk­arum úr 10 ymiskum lond­ um, sum hava mett um krabba­ meins­vandan við sveising. Nýggja metingin hjá IARC er nú um dagarnar eisini al-manna­ kunngjørd í viðurkenda tíðar­ ritinum, Lancet Oncology. Johnni Hansen hevur staðið á odda fyri bólkinum av granskarum, sum júst hava almannakunngjørt, at sveising kann elva til krabba­ mein. – Illgrunin hevur verið í nógv ár, men nú eru tað út við fimmti vísindaligar kanningar, sum peika sama veg. Ofta verður sveisað í lutfalsliga smáum rúmum, og tað er ikki bara sveisarin sjálvur, sum er í øktum vanda, men øll tey, sum eru í sama rúmi. Johnni Hansen hjá Kræftens Bekæmpelse vísir á, at ofta eru tey, sum ikki sveisa, men sum bara eru í sama rúmi, verri vard enn sveisarin sjálvur. Sveisarin hevur gjarna masku og útsúgving sum verju. Reglur á økinum Umleið 70.000 fólk arbeiða sum sveisarar í Danmark, og í heimshøpi er talan kanska um 110 miljónir fólk, sum dagliga eru útsett fyri sveisiroyki í arbeiðsumhvørvinum. Hetta svarar til umleið trý prosent av arbeiðandi fjøldini í øllum heim­ inum. Tí er sveisiroykur og lungna­ krabbi ein heimsumfatandi fólka­ heilsutrupulleiki. At metingin hjá IARC (Inter­ national Agency for Research of Cancer) nú er so greið, kemst av, at nýggju kanningarnar eru nógv meira neyvar, enn tær hava verið áður. Nógvir sveisarar royka eisini, umframt at teir kunnu vera útsettir fyri asbesti, men nú hevur borið til at skilja ymisku vandarnar sundur, soleiðis at metingin um árinini av sjálvari sveisingini eru nógv neyv­ ari. – Niðurstøðan kann møguliga føra til, at betri reglur kom á øk­ inum og at markvirðini um, hvussu nógvan sveisiroyk fólk kunnu út­ setast fyri, verða lækkað. Johnni Hansen vísir á, at betri útsúgving kann vera ein loysn. Hinvegin vísa galdandi reglur longu, at góð útsúgving skal vera, men tá arbeiðið skal ganga skjótt, verður onkuntíð gingið upp á kompromis – ella neyðsemju – við trygdina. – Núverandi reglur avmarka vandan munandi. Reglurnar skulu bara haldast, sigur granskarin. Møguleiki fyri endurgjaldi Hava fólk í longri tíð verið útsett fyri sveisiroyki og hava fingið stað­fest lungnakrabba, mælir Johnni Hansen til, at fólk klaga til Arbejdsmarkedets Erhvervssikring – ella tað, sum áður varð rópt Ar­ bejds­skadestyrelsen. – Eg haldi, at tað við nýggju niðurstøðuni eigur at vera grund­ arlag fyri at fáa lungna­krabba viðurkendan sum eina arbeiðs­ sjúku, sum gevur rætt til endur­ gjald. Men, hetta skal Arbejds­ markedets Erhvervssikring sjálv­andi meta um, leggur Johnni Han­sen aftrat. Granskarar halda eisini, at sveising økir um vandan fyri móður­merkjakrabba í eyg­unum, sum tó er ein sera sjáldsom krabba­ sjúka – við bert fáum tilburðum í Norðurlondum um árið. Kelda: www.cancer.dk Sveising kann elva til krabba Umleið trý prosent av arbeiðandi fjøldini í heiminum er útsett fyri sveisiroyki, og tí er sveisiroykur og lungnakrabbi ein heimsumfatandi fólkaheilsutrupulleiki Roykur og dampur frá sveising kunnu goyma bitlar, sum eru heilsuskaðiligir. Andar tú hetta í teg yvir eina longri tíð, veksur vandin fyri at menna lungnakrabba við umleið 30 prosentum - Eg haldi, at við nýggju niðurstøðuni eigur grundarlag at vera fyri at fáa lungnakrabba viðurkendan sum arbeiðs-sjúku, sum gevur rætt til endurgjald, sigur Johnni Hansen, granskari