Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-25, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. apríl 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. apríl 2017 · Nr. 48 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Varastjóri til Suðuroyar Sjúkrahús Starvið sum varastjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi er leyst at søkja til setan 1. juni 2017 ella eftir nærri avtalu HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Sum varastjóri verður tú ein partur av yvirskipaðu leiðsluni á Suðuroyar Sjúkra húsi. Næst fyrisetti er sjúkra hús stjórin. Suðuroyar Sjúkrahús hevur umleið 110 fólk í starvi í fleiri yrkisbólkum. Ábyrgd og heimildir hjá sjúkrahúsleiðsluni • Sjúkrahúsleiðslan hevur í felag yvirskipaðu leiðsluna av Suðuroyar Sjúkrahúsi. Í hesum liggur: visjónir, mál og menning, sjúklingaviðgerð, diagnostikkur og røkt, gransking, langtíðar fysisk og fíggjarlig planlegging, stovnsmenning og leiðslumenning. • Sjúkrahúsleiðslan skal virka og uppfatast sum ein heild við sjúkrahússtjóranum sum tann, ið hevur endaligu ábyrgdina yvirfyri Heilsu- og innlendismálaráðnum. Serligt ábyrgdarøki hjá varastjóranum • Ábyrgd av yvirskipaðu samskipanini á røktarfakliga økinum. Ábyrgdarøkið og arbeiðsuppgávur eru neyvari greinaðar í starvslýsing, sum er til taks. Førleikakrøv • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur (autorisatión) • Útbúgving innan sjúkrarøkt frá hægri lærustovni • Leiðsluroyndir, bæði innan røktarøkið og við fíggjarætlanarábyrgd • Kunnleiki og innlit í fíggjarstýring • Holla vitan um sjúkrarøktina á fleiri økjum • Framskygni viðvíkjandi røktarfakligu menningini • Kunna taka avgerðir saman við hinum í leiðsluni • Skapandi evni og óbundin av vanahugsan, duga og tora at raðfesta uppgávur • Góð samstarvsevni • Góð samskiftisevni • Góð leiðsluevni Løn og setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, stig 48 umframt eina ikki eftirlønargevandi leiðaraviðbót, sum er 5.000 kr. um mánaðin. Setanarøkið fevnir um Heilsu- og innlendis- málaráðið og stovnar undir tí. Arbeiðsstaður verður Suðuroyar Sjúkrahús. Setanarmyndugleiki er Heilsu- og innlendismálaráðið. Talan er um fulltíðarstarv. Tann, ið settur verður, má tola møguligar broytingar í starvinum. Nærri fæst at vita um starvið, starvslýsing v.m. við at venda sær til Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóra, tlf. 343300 ella ronnie@ssh.fo. Umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til: Sjúkrahússtjórin Suðuroyar Sjúkrahús Sjúkrahúsbrekkan 19 FO-800 Tvøroyri Umsóknarfreistin er 10. mai 2017. Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur heilsumál, orkumál, kommunumál, umhvørvismál og familjurættarlig mál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. FYRR 498,- NÚ 249,- Critter trail clear habitat – 51x29x28 cm Óðinshædd 2 – 100 Tórshavn – Tel 20 22 22 – www.djorahandil.fo FYRR 1.998,- NÚ 999,- Kaninbúður – 114x61,5x92 cm FYRR 1.898,- NÚ 949,- Kaninbúður – 120x65x95 cm FYRR 898,- NÚ 449,- Kaningarður – 120x100x42 cm FYRR 1.098,- NÚ 549,- Hamster Heaven metro – 80x50x50 cm FYRR 298,- NÚ 149,- SPELOS metro – 42,5x38x24 cm FYRR 298,- NÚ 149,- Martha Triple – 46,5x29,5x34 cm Síggj fleiri tilboð á facebooksíðu okkara Tilboðini eru galdandi frá 26. apríl 2017 og so leingi vøran er á lagri