Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 28. APRÍL 2017 Umhvørvislig atlit hava verið nevnd sum grund­gev­ingar hjá teimum, sum ynskja, at Tórs­havnar kommuna broytir ætlanina um at økja um vinnuøkið á Sundi. Mong vóru fegin, tá tíðindi mikudagin bór­ust um, at Tórshavnar kommuna hevði handl­að skjótt og steðgað arbeiðinum við at fylla Sunds­á og ósan, sum er beint eystan fyri ta gomlu útfyllingina á Sundi. Men tey, sum hildu, at ætlanin um vinnu­økið var steðgað, skuldu kortini ikki fegn­ast. Tí tað sum býráðið vil broyta, er ætl­anina um at leggja ánna undir heilt. Útfyllgini verður gjørd, og økið verður víðk­að við 50.000 fermetrum, sum skal hýsa yms­um vinnuligum virksemi. Sambært endurskoðaðu ætlanini hjá Tórs­havn­ar kommunu, verður ein grønur geiri gjørdi millum ta gomlu og nýggju útfyllingina soleiðis, at áin og ósin verða varðveidd. Málið um havnarútbyggingina á Sundi hevur verið ígjøgnum alla skipanina, og tað hevur eisini verið í friðingarnevndini, sum staðfesti, at av tí at fjøran á Sundi kortini er oyðiløgd, so ger tað seg ikki meira inn á náttúruna har, um økið verður útbygt enn meira. Ein niðurstøða, sum kanska kann tykjast margháttlig. Tí atlitini mugu venda øvugt. Er talan um náttúrvirði, so eiga tey at varðveitast, hóast onnur náttúruatlit eru farin undir heilt. Men tað skerst heldur ikki burt, at vinnuligar útbyggingar, sum tann á Sundi, tær ávirka náttúruna, um vit vilja tað ella ikki. Tað var mikið kjak um ætlanina frá áttatiárunum, tá Tórshavnar kommuna fyrilitarleyst fór í gongd við útbyggingina, sum at kalla var gjørd til onga nyttu. Hon var gjørd til ein risa stóra privata verkætlan, sum ongantíð gjørdist veruleiki. Tað eigur at læra okkum, at soleiðis skal ikki útbyggjast. Ein dýrur lærupeng, kunnu vit siga. Men tað áliggur kortini býráðnum, sum hava siti síðani, og teimum, sum sita nú, at fáa sum mest burtur úr teimum íløgum, sum eru gjørdar, hóast tær eru gamla. Tí er tað helst skilagott, at um vinnuligt virksemi nú kann vera á Sundi, tó at útbyggingin, sum nú fer í gongd, er ein avleiðing av eini aðrari ætlan, nevniliga Eysturoyartunlinum. Tað sakar tó einki, um ætlanin á Sundi verður umhugsað enn einaferð – fyri at taka øll rímulig atlit til viðgerðar. Mikudagin 26. apríl vóru 100 ár liðin, síð­ani Fríðrikur Pet­ersen, próstur, doyði Fríðrikur Petersen var fødd­ur í Saltnesi 22. apríl í 1853 og doyði 26. apríl í 1917. Hann var prestur, próst­ur, yrkjari, týðari og pol­it­ikari. Hann var valdur á ting í 1890, og eftir floks­ být­ið í 1906 fyri Sambandsflokkin, sum hann var við til at stovna. Hann var eisini landstings- og fólka­tingsmaður. Fríðrikur Petersen hevur yrkt nógv, eitt nú gamla tjóðsangin »Eg oyggjar veit« og »Gleðilig Jól«. Hann tók við sum próstur eftir Jens Christ­ i­an Evensen í 1900, og tá Fríðrikur Petersen doyði, tók sonur J. C. Even­sen, A. C. Evensen við sum próstur. Honum untist bert fáar mán­ aðir í embætinum, tí hann doyði 21. oktober í 1917. Tá tók Jákup Dahl við sum próstur. Sund er ein dýrur lærupengi 100 ár síðani Fríðrikur Petersen doyði PESTUR OG POLITIKARI Les eisini blaðið á telefonini Nýggj kanning: Tænastan í Føroyum er verri enn aðrastaðni s.20-21 Børnini kappast við skíggjarnar um foreldrini, síða 16-17 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Í páskavikuni – skír­is­ hós­dag í Gøtu Kirkju og langa fríggjadag í Vest­ur­kirkjuni – fingu fólk eina á mangan hátt so serstaka tón­ leika­upp­living, at hon má hava uppi­borið al­ menna umtalu Tað vóru tey bæði kór­ini Eystanljóð úr Gøtu-Lorvík og Havnarkórið, sum høvdu sett sær ta ikki hissini uppgávu fyri í felag at fram­ føra messu eftir W. A. Mozart.Longu hugskotið bar stór­bæra avbjóðing í sær, tí so leikandi og lætt­ur, sum Mozart kann tykjast, so er hansara tón­leikur - gjøgnumskygdur og bráskiftandi í tempo og dynamikki sum hann mangan er - so krevjandi, at bert útinnandi við røttum hug­ burði og framkomnum førleikastigi kunnu koma væl frá at fara í holt við verk sum nú hesa hans­ara “Messu í c moll”. Havnarkórið hevur frá farnum árum við sín­um samstarvi við dirigentar uttanífrá vunn­ið sær ávísa siðvenju til framførslu av slík­um verkum; men stórur partur av verandi HK eru nýggir sangarar, og kórsins javnbjóðis sam­starv við Eystanljóð – í støðum skiftandi í dup­ult­kór­um – gav eina gleðiliga uppfatan av støð­ug­ari framgongd í føriskum kórlívi. Annað serstakt við framførslunum í stillu viku var tann eini solisturin, Tóra Vest­er­ gaard av Tvøroyri, sum rættiliga tók okk­um á bóli við sínari prestasjón. Vit vistu um hana frammanundan, at hon hevur kon­serva­tori­ iú­tbúgv­ing bæði sum sangari og kórleiðari og ger dygdargott arbeiði við føringum í Keypmannahavn. Men tá vit sóu nótarnar, mátti tankin taka seg upp um, hvussu fór at ganga við at liva upp til krøvini. Har var tó ikki høll­ur á nøkrum av hesum kviku og sera tekn­iskt krevjandi Mozart-koloraturum, har Tóra væl og virðiliga greiddi sín lut í samsangi við ta gitnu íslendsku songkvinnuna Hallveig Rún­ar­sdóttir. Hallveig segði mær aftaná, at støð í hesum arium vóru nakað av tí tor­ førasta henni hevði verið fyri. Ernst Sondum Dalsgarð er væl kendur sum ten­or­urin í okkara tónaheimi. Nú tá hann er við at gevast sum pro­fessi­o­nell­ur sangari við donsku operuna í Keyp­manna­ havn, mugu vit vóna, at hann – enn í góð­um árum – fær høvi til at virka fyri sang­ar­a­menn­ ing her á landi, sum vit vita liggur honum á hjarta. Bassurin hevði ikki nógv at gera í hesari Moz­art-messu. Men at John Jacobsen úr Vest­ manna - næmingur hjá Ernst – í seinasta satsi trein fram sum bass-solistur í solokvartettini, var tekin um gróður á klassiska sangøkinum í Før­oy­um. Men helst var tað stigtakarin og leiðarin í hes­um stórtikna tiltaki Leif Hansen, sum hev­ ur uppiborið størstu viðurkenningina. Tað kann tykjast heldur óvanligt, at maður, sum sjálv­ur hevur fingist við, fer at virðismeta ein starvsfelaga. Men um leiðsluleiklutin í um­talaðu messuframførslu skal eg ikki halda meg aftur í stuttum at staðfesta, at hon – eft­ir mínum tykki – var tann framkomnasta kór- og orkesturleiðsla, vit hava upplivað av føri­skum hondum. Ólavur Hátún Serstøk tónleikauppliving