Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017 SOSIALURIN 49 4 MANGT OG HVAT ÁRNI GREGERSEN Lat meg sláa tað fast beinanvegin: eg havi stóra virðing fyri lær­ara­fak­in­ um og teimum, sum hava valt sær hetta sum lívsstarv. Tað er ein ómetaliga stór ábyrgd at átaka sær at uppala nýggj ættarlið. Serliga tá ið vit hugsa um, at parturin hjá skúlum og lærarum er vorðin munandi størri seinnu árini. At alt er broytt og foreldur eru vorðin nøkur sum seta krøv til, at júst teirra børn fáa bestu viðferðina og altíð hava rætt ger ikki uppgávuna lættari. Vit kenna “curling-foreldrini”, sum rudda allar forðingar av vegnum, har teirra børn skulu ganga. Børnini skulu passast og avbjóðingarnar mugu ikki vera ov stórar. Trýstið á fyrst og fremst lærarar, men eisini tey sum hava somu uppgávur í barnagørðum og vøggustovum, er alsamt vaksandi – kanska ikki bert til gagns fyri børnini. Ein annar partur, sum ger tað torført at vera lærari er, at tað ganga fleiri ár, áðrenn tú veitst um tú hevur gjørt rætt ella skeivt í mátunum tú hevur undirvíst ella uppalt tey ungu. Tað fyriliggur ikki nakað úrslit dag-fyri-dag. Eitt annað er, at tað er torført at meta um, hvat tey ungu hava fingið burturúr. Vit kenna øll kjakið um, hvussu nógvar royndir skulu til fyri at finna útav, hvat tey hava lært. Vit hoyra um royndir, talgildar og ikki og vit hoyra um PISA-kanninganar. Grundleggjandi eiga PISA-kanning­ arnar at vísa okkum, hvar okkara børn eru, sæð í mun til børn í øðrum londum. Men hesar kanninganar eru ikki so vælsæddar millum føroyskar lærarar. Tey finnast at kanningunum og halda tað er betri um føroyskir lærarar kanna sjálvir, hvussu langt fram á leið okkara børn eru komin. Sjálvt formaðurin í Føroya Lærara­ felag hevur verið úti við sjónarmiðum um hetta mál. Tað er væl skiljandi at lærarnir siga, at tað er betri at vit hava eftirlit við okkara egna arbeiði enn at onkur annar ger tað. Eg skilji væl sjónarmiðið, men góðtaki tað ikki. Sjálvandi má arbeiðið hjá lærarunum eftirkannast eins og vit hava eitt fiskiveiðueftirlit, sum kannar fiskivinnuna. Sjálvandi fari eg ikki at gera meg klókan upp á um PISA er tað rætta, men mín grundholdningur er, at sjálvandi skulu lærararnir finna seg í, at onkur annar eftirkannar um teirra arbeiði er nóg væl gjørt. Undirvísing og uppaling er so avgerandi fyri okkara samfelag – serliga nú foreldur illa nokk sjálvi hava tíð at taka sær av børnunum – at tað er ov týdningarmikið bert at lata lærarnar taka sær av tí. Við allari respekt: lærarnir mugu finna seg í, at onkur hyggur eftir hvat tey gera og hvussu tey arbeiða. PISA ella ei – eftirlit má vera við uppaling og læring, men sjálvandi uppá tann góða mátan við rúmligheit og tolsemi, men eisini við krøvum. Vikan ið fór Sæð á Facebook: Havi verið jomfrúferðina við avloysaraskipinum hjá Smyrli. Galaxy er eitt fínt og sjógott skip við nógvum sitiplássum. Men tað besta av øllum er, at útvarpið hjá Kring­ varp­inum var sløkt allan túrin. Ein sælur friður. Um orðið sigur Sprotin: flaggflags fløgg h10 (rætthyrntur) dúkur við litum nýttur sum t.d. tjóðarmerki, merki (7), føroyska flaggið; hava flaggið á flagga; í ófriðartíð høvdu skipini flaggið á; hava flaggið á stong; við flaggi á hálvari stong (til at sýna sorg el. samkenslu); sýlt flagg, sí sýldur; sms. t.d. fiska-, neyð-, tjaldurs-, veðra- Jónsvein Thomsen á Sandi vann eina lítla millión í lotto. Samgongan boðar frá semju um fiskivinnunýskipanina, tó eingin enn vil siga, hvat semjan inniber Ein nýggj kanning hjá check-in.dk vísir, at SAS hevur havt trupulleikar við at lenda 12.9% av ferðunum til Føroya, meðan talið hjá Atlantic er 1.9% Ein hundahvølpur endaði deyður í kjallaranum hjá eigarunum mikukvøldið, eftir at hava verið burtur í nakrar tímar. Málið er meldað til løgregluna Hósdagin varð fyrsta skotið fyri Eysturoyðartunnilin streymoyarmegin »Merkið« Á, ja! MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir vóru í yvirskoti hjá Marine Harvest í fjør 256 Flaggdagur var týsdagin og sum siður er vórðu flaggdagsrøður hildnar kring landið, har føroyingar savnaðust at heiðra Merkinum. Orðið “Merkið” er ikki at finna á Sprotanum, men um orðið “flagg” sigur Sprotin soleiðis: FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 8-13 m/s 8-13 m/s 5-10 m/s Hann veksur vindin til andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s. Tað verður skíggjað og regn av og á. Hitin millum 4 og 7 stig alt samdøgrið Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5-10m/s, sum seinni veksur til 8-13 m/s. Tað verður eitt vet lýggjari í veðrinum – upp í 10 stig um dagin og millum 5-8 og stig um náttina. Andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s. Tað verður skíggjað og regn um morgunin, men síðani verður turt og sólglottar. Um náttina minkar vindurin til 5-10 m/s, tað verður skiftandi veður við vanda fyri ælum. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig. 5-10 m/s 8-13 m/s Vikuliga prikið – hesaferð eftir lærarum Visti tú? at Landið brúkar 14,3 milliónir krónur um árið í fundarpengum til 762 nevndarsessir í 145 nevndum Hetta er sættu ferð, at samgongan sigur seg vera samda um eina fiskivinnunýskipan, og samtíðis sigur løgtingskvinnan Bjørt Samuelsen í Sosialinum, at tað er ræðandi, hvussu vargar verða løntir, TILVILDARLIG MYND