hósdagur 27. apríl 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
SOSIALURIN 49
32
Annika Olsen skeyt fyrsta skotið Streymoyarmegin
MYND: HEINESEN MYNDIR
E
g havi givið ilt av mær oftari
enn eina ferð um skólissur,
sum hvørja ferð, hvørja
gonguferð, loysna sjálvar
eftir nakrar fáa metrar.
Nú skilji eg á lagnum, at eg eri ikki
tann einasti, sum hevur hesa ørkyml
andi uppliving.
Ja, øll hava roynt tað sambært blað
grein, eg sá herfyri.
Og, ja, mín sann, hava nakrir
granskarar í USA kannað, hví skólissur
loysna so lætt.
Niðurstøðan hjá teimum er, at eitt
fløkt samanspæl millum ymsar
kreftir fær lissurnar at loysna
eftir nøkur fá sekund, eftir
tvey ella trý fótafet.
So ringt hevur tað tó
ongantíð verið hjá mær.
Men alt er bara størri
har yviri í Statunum.
Niðurstøðan er funn
in við at spæla upptøk
ur av skólissum í sló
mósjón, spakuliga, sum
tá tey gera mál í fótbólti fyri at øll
skulu fáa við, hvussu hatta málið
endaði í málinum.
Amerikonsku granskarnir
siga, at fyri at skilja knútin á
skólissum, ber til at sam
anbera við DNA og
annan slíkan mikro
bygnað.
Og eingin hevur áður kannað, hví
nakrir skólissuknútar halda betur enn
aðrir. Hetta eru vísindi á hægsta stigi.
Amerikanska kanningin sigur, at
tá fólk renna, rakar fóturin vegin ella
gøtuna ella rennibandið við einari megi,
sum er sjey ferðir tyngdarmátturin.
Hetta ger, at knúturin á skólissuni
loysnar og strekkist aðruhvørja ferð.
Hvørja ferðina, knúturin loysnar,
svarar fóturin aftur við einari inerti
megi, hvat hundin og tramin tað so
er, og knúturin fer upp, og tann, sum
rennur, bannar og blótar, ella bara
annað. Tað veldst um sinnalagið.
Hetta virkar á sama hátt, sum tá
tú loysir ein skólissuknút við vilja, tú
hálar í tann leysa endan.
Og so eini góð ráð. Tað loysir seg at
binda fast. Tá fara tær ikki so illa upp.
Logiskt.
Men, sum skilst, ger tann lítla
fótarrørslan, inerti kallast hon, at skó
lissurnar fara upp, tá tær ikki skulu
fara upp.
Inerti er treyði á føroyskum. Og
hvat er so treyði? Jú, sambært orða
bókini er talan um alisfrøði, um egin
leikan hjá lutum at vilja halda óbroytta
rørslu ella stillstøðu uttan at onnur
megi er uppií, treyða lógin eitur tað.
Eg leggi ikki í inerti, og hvør tann
megin er. Tað undrar meg tó framvegis,
hví eingin dugir at gera skólissur, sum
eru bundnar til tú sjálvur loysir tær.
Ráðini eru at knýta dupultan knút,
ella tveir knútar.
Men óført, at vísindini fáa alt við og
kanna alt gjølla fyri at hjálpa okkum,
sum noyðast at binda skólissurnar
aftur 17 metrar frá úthurðini.
Kanska onkur eisini kannar og
granskar, hví gummiskógvar ikki halda
longur enn tríggjar vikur. Kanska hava
tey ikki gummiskógvar í USA.
Hoyrdi á onkrari rás, at E ítrótt er
við at gerast størri ítrótt enn fótbóltur
í summum londum.
E ítrótt er kapping í telduspølum,
har ræður um at drepa sum flest – tað
er í telduni.
Fótbóltur er eisini eitt harðligt
spæl, men har takla tey ikki fyri at
drepa.
Tað er forboðið sambært øllum
lógum.
Men í teldum er alt loyvt, eisini at
skjóta, drepa, sum flest.
Vandi er alla staðni. Tú kanst eisini
detta í skólissum sambært treyða lóg
ini og uttan teldu.
Flaggdagur var. Tað hvíta í Merk
inum er kavin í summarhálvuni.
Samgongan gjørdi semju um fiski
vinnuna millum kavaælini, sigst.
Toppurin í landsstýrinum fór
síðani av landinum. Flaggdagur var.
Øvugt inerti kom í allan opinleikan
og alt gjøgnumskygnið.
Men hvat? Vinnan hevur nú bíðað
í tíggju ár. Hon tolir saktans at biða
í nakrar vikur afturat, heldur fólka
ræðið.
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Inerti ger illa fortreð
BAKSÍÐAN
F
yrsta skotið Streymoy
armegin uppá Eystur
oyartunnlin, var latið av
hósdagin. Fitt av fólki
var komið saman uppi á Hjalla,
har Teitur Samuelsen, stjóri í
tunnilsfelagnum bjóðaði væl
komin.
Henrik Old, landsstýrismaður
í samferðslumálum, og Annika
Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar
kommunum hildu røðu, áðrenn
borgarstjórin sjálv fór við fólki frá
NCC at lata fyrsta skotið av.
At byrja við verður tað bert eitt
lið, ið borar á Hvítanes, meðan tað
eru tvey lið, ið bora á Strondum.
Seinni verða tað eisini tvey lið á
Hvítanesi og tá verða væntandi
boraði eini 100 metrar um vikuna.
Higartil hevur liðið á Strondum
borað yvir 200 metrar.
Samanlagt verður tunnilin gó
ðar 11 kilometrar og verður vænt
andi liðugur í 2020. Tá komið er
ígjøgnum bæði á Streymoynni
og í Eysturoynni, verða amboðini
flutt suður til Sandoyartunnilin-
Væntandi verður tað í 2019.