Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. mai 2017 · Nr. 50 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SØGULIG VIÐMERKING Dómarar plaga at vera tættir sum tunnan, tá ið teir skulu greiða frá sínum avgerðum alment. Skuldi teir gjørt tað hvørjaferð, so hevði tað nærum verið eitt starv fyri seg. Eiler Rasmussen hevur áður viðgingið eitt mistak alment, men hetta var fyrstuferð, at ein dómari kom beinleiðis ígjøgnum í útvarpi, nevniliga á Rás2, og greiddi frá eini avgerð beint eftir dystin. Tað var undirhald fyri allar pengarnar, tá ið HB og Víkingur spældi 2-2-javnleik í einum dysti, har kolldømt mál í yvirtíðini fór við øllum uppmerkseminum Pætur Albinus Gundadalur Í grundini hevði dysturin uppi­borið eina betri lagnu, enn hann fekk, tí held­ur enn at tosa um ein fram­ úr undirhaldandi dyst við høgari leikferð, so drukn­ aði prátið í tí møgu­liga 3-2-sigurs­mál­inum hjá Vík­ ingi í yvir­tíð­ini, sum eft­ir einari góð­ari løtu tó varð kolldømt av dómara­toym­ inum. Rang­støða var niður­ støðan, men drúgva bíði­ tíðin og sannføringin um at sigurin nú var komin í hús, var væl skilligt til mikl­an harm hjá gestunum, før­oya­ meistarunum úr Víkingi. HB bjóðaði teimum til dans, tí fyrrverandi skiparin hjá Víkingi, Sigfríður S. Cle­ mentsen, var nú á brúnnið hjá HB, har hann við einari heldur øðrvísi uppstilling royndi at lumpa fyrrverandi felag hansara. Teir báðir kviku bakkarnir, Jógvan Rói David­sen og Ári Mohr Jónsson, vórðu til hendan dyst­in skumpaðir fram á vong­plássini, har teir skuldu leggja trýst yvir borðini hjá Víkingi. Hetta eydnaðist á einari heilt góðari leið, tí teir vóru rættiliga eyðsýndir og ann­ ar teirra kom eisini á mál­ talvuna. Undirhald Fá mál og nógv gul kort hava merkt byrjanina upp á hetta kappingarárið. Onk­ur hevur hildið, at hetta komst av at spælararnir ikki hava verið til­reið­ ar til kapp­ingar­ byrjanina. Vóru teir ikki tað, so eru teir tað í øll­ um førum nú – dysturin ímil­l­um HB og Víking hevði nevni­liga alt tað, sum sóknast hevur verið eftir: færri kort, fleiri mál og hægri leik­ ferð. Sum vera man skuldu liðini kenna hvønn annan at fyrstu løtuna, men tað gekk ikki leingi áðrenn tað byrjaði at ota seg nærri at málunum og at mál lógu í luftini. Kanska serliga til Víking, sum dugdi betur at fáa spæl í og at liggja framvið har frammi. Miðskeiðis í fyrra hálv­ leiki bragdaði hjá gestunum. Eitt innlegg varð ikki sóp­að nóg langt burtur av vanda­ leið, og so kundi Hans Pauli Samuelsen av brots­teigar­ markinum renna til bóltin og langa hann í málið umvegis stongina til 1-0 til Víking. Víkingur var ávegis til hálvleikssteðg á odda 1-0, men tríggjar minuttir fyri hálvleiksbríkslið fekk HB javn­að. Eitt langt inn­kast endaði við at bólt­urin datt fyri føturnir á Ára Mohr Jónsson, sum prik­aði bóltin í málið til 1-1, ið eisini gjørdist hálv­leiks­støð­an. Ári Mohr Jónsson spældi hesaferð á vinstra vongi, og tað riggaði bara væl. Hann var ímillum teir mest eyð­ sýndu hjá heimaliðnum. Lívligt Tað var øgiligt lív í við byrj­ an í seinna hálvleiki. Tað breyt fyri bæði borð – HB fekk ruddað burtur av mál­ strik­uni tríggjar ferðir, og eisini HB var ógvuliga nær við. Aleksandar Stan­kov, sum lok­sins hevur fing­ið spæli­loyvi, lá stund­um framvið har frammi, men inn fór bólt­urin ikki fyrstu løt­ una. Eitt lítið korter fyri leik­ lok kom loksins málið, sum leingi lá í luftini. Tað fall til Víking – ja, bók­stavi­liga fall, tí bólturin fall held­ur tilvildarliga í HB-brots­teig­ inum eftir eitt horna­sparks­ innlegg, og Gert Hansen fekk prikað bóltin inn um mál­ strik­una til 2-1 til gest­irnar. Víkingur stevndi ímóti teimum trimum stigunum, men aftur vísti HB sálarliga styrki og fekk svarað aft­ur. Tað var Aleksandar Stan­ kov, sum fekk bóltin í mál­ teiginum. Hann vísti gott máltev og smekkaði bóltin í málið til 2-2. Einans fáir minuttir vóru eftir, men tað var líkt til at bæði liðini fóru eftir sigri­ num, og seinasta orðið var als ikki sagt í hesum dyst­ inum. – Skilji tað ikki Í tíðini, sum dómarin hevur lagt afturat, sendir Atli Greger­sen ein langan bólt niðan í víkingaálopið, har bólturin verður stútaður víð­ari til góðan møguleika til Gunnar Vatnhamar. Teitur M. Gestsson bjargar fyrstu royndini, men bólturin støkk­ur út aftur til Hanus Jacob­sen, sum smekkar bólt­in í málið. Stór frøði á vík­ingum, sum halda seg hava fingið sigursgevandi 3-2-málið, men eftir einari góð­ari løtu gevur Lars Müll­ er, tekin um, at málið er kolldømt vegna rangstøðu. Ein heldur margháttilig støða, serliga tí at so long tíð gekk áðrenn dómarin og hjálpar­dómarin komu fram til hesa niðurstøðuna. – Eg síggi tað er mál. Dóm­ arin dømir mál og linjuverjin dømir mál. Tað er mál. Vit feiðra tað, og teir senda bólt­ in niðan á miðjuna, men so brádliga broyta teir dómin. Eg skilji tað ikki, segði venj­ arin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze, eftir dystin. Spurdur, um hann ikki fekk eina forkláring frá dóm­ aranum, svaraði hann: – Nei. Fólk gita. HB gitir, og hini gita. Tað var ikki ein, sum hevði armin uppi og segði, at tað var rangstøða. Eingin segði ímóti, so eg veit ikki hvar hatta kom frá, segði Bagge. Avgerðin var heldur løgin, tí hon fall heili 52 sekund eftir at bólturin fór inn um málstrikuna. Sambært upp­ tøkum var avgerðin tó røtt. albinus@sosialurin.fo LØGNA AVGERÐIN VAR RØTT Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Eftir ótrúligan dyst: