mánadagur 1. mai 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 18 • 1. MAI 2017
4
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
S
ámal Richmond úr Kollafirði veit, hvat tað
er at verða tikin út av vegnum við stórum
bili. Sum 22 ára gamal koyrdi hann trailara
hjá Strandferðsluni.
Eitt kvøldið í mars mánði í 1995 hevði hann
verið í Leirvík eftir trailaralast við ølkassum frá
Føroya Bjór. Tað var gott veður og heldur kalt.
Tá ið hann kemur koyrandi undir Valaknúkum,
tosar hann við ein starvsfelaga úr Klaksvík. Hann
hugsar ikki stórvegis um, at beint niðanfyri var
tað, at bussvanlukkan hendi á sinni. Rúturin,
har hann sat, stóð upp á glopp. Við eitt hoyrir
hann dun rundan um seg. Hann snarar sær til
høgru. Tá sær hann eitt skalvalop koma oamn
undan hamrinum oman móti vegnum. Tað mundi
vera 50-100 m breitt. Sámal valdi at halda
fram at koyra, so at hann kundi náa framum,
áðrenn skalvurin rakti bilin. Men tað eydnaðist
ikki. Skalvurin rakti í afturendan á lastini og tók
hendan stóra bilin við sær, so at hann bóltaði
runt oman móti fjøruni.
Sámal minnist ikki reiðiliga, hvat hendi, men
tað rykti harðliga í bilin. Síðan veit hann einki
til sín. Hvussu leingi hann hevur verið uttan
vit, dugir hann ikki at siga, men roknar við, at
hann er komin til sín sjálvs aftur, tá ið bilurin er
steðgaður niðri við eitt seyðahús. Hann dugdi tá
væl at síggja, at bilurin var farin runt, tí hann sá,
at hann var slongdur runt inni í bilinum.
Sámal royndi at sleppa út gjøgnum rútin, har
hann sat, men takið var kroyst niður móti ratti-
num, og tí var ógjørligt at sleppa tann vegin. Hann
hevði fingið høvdið útum, tá hann hoyrdi dunið frá
einum skalvalopi afturat, men til alla lukku fór tað
beint aftan fyri trailaran. Hevði tað rakt bilin, so
hevði hann kanska verið tikin heilt út á sjógv.
At enda slapp hann út gjøgnum sóltakið á
bilinum. Hann gekk síðani niðan á vegin. Har sá
ikki tespiligt út: vegurin og bakkin oman móti
bilinum vóru avtaglaðir við ísi, kava, glaspettum,
ølkassum og fløskum. Tað var ógjørligt hjá bil
um, ið komu á staðið, at sleppa framvið.
Ein kvinna, sum sat í einum persónbili, tá ið
Sámal kom niðan á vegin, hevði telefon og fekt
ringt eftir hjálp.
Áðrenn Sámal fór avstað í sjúkrabilinum,
skuldi hann blása í ballón at vita, um hann heðvi
drukkið. Hann luktaði av góðum grundum illa av
øli, men har var tó einki at msiteinkja hann fyri,
tí har var null promilla. Hann var síðani koyrdur
til Havnar á Landssjúkrahúsið.
Hóast hann slapp merkiliga væl, fekk hann
kortini hol á høvdið og breytt eitt bein í skøvnin-
ginum. Skelk fekk hann ongan av álvarsomu
vanlukkuni. Hann heldur tað kemst av, at hann
misti vitið, tá ið bilurin fór útav og minnist tí
einki.
Tíggju mánaðir eftir óhugnaligu hendingina,
honum var fyri inni undir Valaknúkum, var hann
aftur fyri óhappi í januarmánaði í 1996. Hann
var á veg gjøgnum Sundalagið inn á Strendur
eftir fiski. Hesaferð var bilurin tómur, og vindurin
var nógvur. Eftir landsvegnum í Hvalvíksoyrini
kunnu hvirlurnar rykkja harðliga í bilarnar. Komin
yvir um rørportrið við Streymnes er okkurt heilt
óvanliga løgið við blinum. Hann hyggur í speglið
høgrumegin og sær tá, at øll høgra síðan á trail
aranum verður lyft uppfrá. Síðan er eitt øgiligt
brak. Bilurin bresti vinstru síðu í vegin og fór
akandi nógvar metrar frameftir. Alt hendi so
brádliga, at tað eydnaðist ikki Sámali at fáa
harradømi á bilinum aftur.
Rúturin brotnaði, og andlitið tók í tað harða
asfaltið, so tað skurslaðist illa. Moldrokið var
øgiligt og stóð um allan bilin. Tá ið tralarin
einaferð steðgaði og lá mest sum halvur úti
av vegnum, sat hann fastur inn i í húsinum,
tí róðurstamman var trýst inn móti knænum,
so at beinið sat fast millum hana og kantin á
setrinum. Bilurin lá á liðini, so hann mátti styðja
seg við arminum móti hurðini. Har lá hann sera
illa, tí húsið lá niðri í moldini, og har var eisini
sera vátt.
Sámal lá umleið ein tíma í bilinum, áðrenn
hann var skorin leysur. Portørarnir høvdu ill
gruna um, at knæið var brotið og máttu tí klippa
klæðini av honum fyri at vissa seg um tað. So
var ikki, tíbetur.
Ein stór blóðsamling sást í vinstra beini aftan
fyri knæið. Sámal hevði onga pínu, meðan hann
sat fastur. Men tá ið teir høvdu skorið hann
leysan, og blóðið aftur slapp at renna, fekk
hann øgiliga nógva pínu. Av hesi blóðsamlig
hava staðist trupulleikar til dagin í dag, tá hon
ofta hevur verið atvoldin til nógva pínu, serliga
tá ið kalt er í veðrinum.
Sámal var koyrdur á Landssjúkrahúsið. Øll
vinsta síða á andlitinum var bæði blá og hovin,
somuleiðis beinið, ið sá alt annað enn vakurt út.
Kona Sámal sá trailaran koyra fram við
húsum teirra í Kollafirði. Ikki so langt eftir hetta,
sá hon bæði løgreglubil og sjúkrabil fara norður
eftir. Hon ringdi til eina konu, sum eisini starv
aðist á Strandferðsluni og segði: »Tað er púra
vist, at nú er aftur okkurt hent við Sámali«. Og
so var.
Hon hevur helst kent tað sera løgið, at
stjórin á Strandferðsluni aftur skuldi ringja til
hennara innan fyri minni enn eitt ár og boða
frá, at maðurin einaferð aftuarat var farin útav
við trailara Men hon fekk samstundis at vita, at
Sámal hevði tað gott eftir umstøðunum.
Hevði hendignin undir Valaknúkum lítla
sálarliga ávirkan á Sámal, so hevði tilburðirn við
Streymnes tað so mikið meir. Hann gjørdist sera
illa við, og skelkurin situr í heinum enn. Hann
gavst to ikki at koyra hjá Strandferðsluni eftir at
vera komin fyri seg aftur, men sum hann tekur
til:
– Tað gjørdist ongantíð aftur tað sama at
koyra trailara.
Hann fekk størri virðing fyri hvirlunum, og
hann var meira varin at koyra í ringum veðiri.
Seinni gavst Sámal at koyra trailara og fór
inn í pakkhúsið at arbeiða.
Hann heldur seg hava verið sera hepnan at
vera sloppin heilskapaður burtur úr tveimum so
álvarsomum vanlukkum, men leggur afturat, at
ein hægri magt man hava hildið hondina yvir
sær.
Slapp heilskapaður undan
tveimum vanlukkum
Við loyvi frá forlagnum Føroya
Met úr bókini »Skakandi
tilburðir VII«, 2012, sum fæst í
bókahandlum kring landið.
1995: Komin yvir um rørportrið, varnast hann, at okkurt er heilt galið við bilinum.
Hann hyggur í speglið høgrumegin og sær tá, at høgra síða á trailaranum verður lyft
upp frá. Bilurin brast vinstru síðu í vegin og for akandi eftir liðini fleiri metrar frameftir,
rúturin brotnaði og andlitið tók í tað harða asfaltið og skurslaði tað illa
Sámal Richmond, ættaður úr Kollafirði,
kennir alt til, hvørjar náttúrumegir
valda á føroysku vegunum
Tá fullfermdur bilur við øli nærkast Valaknúkum hendir óhappið.
Skalvalop rakar bilin, og hann bóltar oman av vegnum
10 mánaðir eftir fyrru hendingina blívur Sámal aftur raktur av óhappi. Hesu ferð
nærhendis Streymnesi, tá hvirla tók bilin niðan av vegnum. Mynd úr Sosialinum 1996