Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-01, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2017síða 40

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 18 • 1. MAI 2017 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen T að er Mortan Højgaard á Toftum, sum eigur og rekur entreprenørfyritøkuna, Sp/f DEH, og fyritøkan røtur langt aftur í tíðina. Umframt vanligt entreprenørvirksemi, hevur fyritøkan í mong ár eisini koyrt fisk. Mortan Højgaard hevur eisini aðrar at hjálpa sær í fyritøkni, og tað er neyðugt, tá Sp/f DEH bæði hevur regluligan fiskaflutning fyri ávísar fyritøkur, umframt entreprenørvirksemi. Virkini, sum fyritøkan á Toftum koyrir fyri, keypa fiskin, sum verður landaður á ymiskum landingarmiðstøðum, og síðan heintar DEH fiskin og koyrir hann til virkini. Fiskur og grevstur Tað var annars longu, tá fiskavirkið Nykur á Toftum læt upp í 1969, at pápi Mortan byrjaði at koyra við fiski, og í 1990 riggaðu teir seg við innilo-kaðum bili, sum tá var vorðið eitt krav í samband við fiskaflutning. Entreprenørvirksemi hjá Sp/f DEH hevur seinastu árini serliga verið í Kalsoynni, har fyritøkan hevur grivið fyri háspenningarlinju fyri SEV. Hetta eru linjur, sum eru lagdar í jørðina, og tær eru fleiri kilometrar langar. Meðan Sp/f DEH hevur arbeitt í Kalsoynni fyri SEV, hava teir eisini tikið sær av onkrum øðrum uppgávum, eitt nú fyri Landsverk, umframt at teir hava gjørt onkrar uppgávur fyri privatfólk. Ein av stóru uppgávunum hjá Sp/f DEH hevur verið at grava ein 6-7 kilo-metrar langan háspenningskaðal fyri SEV av vegnum Millum Fjarða, niðan á Heltnina og oman av aftur til smoltstøðina á Hellunum, og Føroya Tele hevur eisini lagt leiðingar í sama grevstur. Spyr hjá DEH Sp/f DEH tekur altíð væl ímóti fyrispurningum um entreprenørarbeiði og flutning, og privatfólk, fyritøkur, stovnar og kommunur eru altíð væl­ komin at spyrja seg fyri. – Vit eru at hitta tlf. 218522, og vit geva óbindandi tilboð, sigur Mortan Højgaard. Vilmund Jacobsen B lákrossheimið á Nesi bjóðar avvarðandi at fólki, sum eru rúsbundin, familjuskeið og familjuráðgeving, og stovnurin hevur góð ráð til tann rúsbundnað. Tá tað er ein í familjuni, sum hevur trupul­ leikar við rúsandi evnum, rakar tað øll í familjuni. At vera einum nær, sum hevur trupulleikar og er bundin at hesum, kann eisini føra til óhepnar vanar, sum vanliga verða róptir viðbundni. Eitt úrslit av at gerast viðbundin, er, at tú kanst gerast fangaður í vanum og reaktiónum, sum ongum gagna, hvørki tær sjálvum ella familj­uni. Tað er náttúrligt og rætt at vilja hjálpa einum, tú ert góður við, men hetta kann í ávísum førum vísa seg at vera trupult. Hjálpin, ið tú sum avvarðandi ynskir at geva tí bundna, kann skjótt enda í kontrolli, vreiði og særdum kenslum. Børn hjá foreldrum við trupulleikum av rúsandi evnum hava stóran tørv á hjálp og stuðli. Fleiri avvarðandi hava gjøgnum árini brúkt orku upp á at fáa familjuna at virka og at fáa tann bundna at gevast við at rúsa seg. Tí er tað av alstórum týdningi, at familjan ikki verður gloymd. Skeið og ráðgeving Blákrossheimið bjóðar familjuskeið og familju­ ráðgeving, og stovnurin hevur góð ráð til tann rúsbundnað. Ynski hjá Blá Krossi er at fáa fatur í familjuni hjá tí bundna, tí hetta ikki minst kann verða orsøkin til, at viðgerðin at fáa viðkomandi á føtur aftur eydnast betri. Familjuskeiðini vara vanliga í tríggjar dagar, og síðan verður skeiðið fylgt upp við nøkrum vikum ímillum. Á heimasíðuni hjá Bláa Krossi - www.blakross. fo - kann lesast um tilboð og møguleikar, sum Blá­krossheimið veitir avvarðandi at fólki við rúsevna­trupulleikum. Blákrossheimið tekur hond um familjuna Á heimasíðuni hjá Bláa Krossi - www.blakross.fo - kann lesast um tilboð og møguleikar, sum Blákrossheimið á Nesi veitir avvarðandi at fólki við rúsevnatrupulleikum DEH ger entreprenør- arbeiði og koyrir fisk Øll, sum hava brúk fyri flutningi ella entreprenørarbeiði, eru vælkomin at spyrja seg fyri um óbindandi tilboð hjá Sp/f DEH hjá Mortani Højgaard á Toftum Nýggja og snotuliga Blákrossheimið á Nesi Mortan Højgaard byrjaði ungur í entreprenør-og flutningsvinnuni, og hann er framvegis virkin í fyritøkuni, Sp/f DEH, sum hann tók yvir eftir pápan