Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-01, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2017síða 52

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 18 • 1. MAI 2017 28 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: BILAR & FLUTNINGUR E in heilt nýggjur Suzuki Swift er ávegis. Swift er eitt gamalt navn hjá Suzuki. Fyrsti Swift kom á marknaðin í 1983 og var á marknaðinum í meira enn 20 ár. Í 2004 kom tann nýggi Swift, sum vit kenna í dag. Í 2010 fekk hann eina umfatandi facelift uttan at broyta útsjóndina so nógv. Nú er so ein heilt nýggjur ávegis. Nýggi Swift er nakað størri og rúmligari enn forgangarin, og viðførisrúmið er vaksið frá 211 til 265 litrar. Swift er ein tann mest seldi Suzuki nakrantíð. Síðan 2004 eru seldir 5,4 milliónir Swift, harav ein millión eru seldir í Evropa. Nýggi Suzuki Swift kemur á marknaðin í summar. Suzuki Swift 2017 L eygardagin 27. mai 2017 verður ein stór messa í høllini á Hálsi í Havn, sum FTZ í Føroyum skipar fyri. Við á messuni eru yvir 30 leverandørar við nógvum góðum tilboðum. Har vera leverandørar sum t.d. selja hondamboð, arbeiðsskógvar, lyftir, plátulutir, lyktir, lím, barnastólar, sleipikrókar, reolir og innrætting av arbeiðsbilum. Messan er bert tann eina dagin, so tað er at halda seg til. Talan verður um størstu messuna av sínum slagi, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Vit gera nógv burturúr, og øll eru vælkomin, siga Ragnar P. Joensen og Vagnur Johannesen frá FTZ í Føroyum. Messan er opin leygardagin 27. mai 2017 frá kl. 10.00 til 17.00 Yvir 30 leverandørar eru við á messuni 27. mai Almenn FTZ messa á Hálsi FTZ messan verður í høllini á Hálsi í Havn