Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mai 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. mai 2017 · Nr. 51 MIKUDAGSBLAÐIÐ Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Í 1. mai-dagsrøðu á Vaglinum førdi Kári Johansen fram, at løn­ar­hækk­ ing­ar ikki eiga at viðgerast í pros­ ent­um av inntøkuni, men sum krón­ur. Somu sjónarmið hava áður ver­ ið at hoyrt frá Havnar Arbeið­ara­ fel­ag, og formaðurin hevur fleiri ferð­ir lagt dent á, at lønargjógvin veks­ur. Og rætt hevur hann, tí hvørja ferð, ið lønirnar hækka, so veksur gjógv­in millum tey lágløntu og tey há­løntu. Latið okkum taka eitt dømi, at løn­in hækkar 2,2 prosent, soleiðis sum Føroyar Arbeiðsgevarafelag og ar­beiðarafeløgini hava avtalað. Taka vit limin í S&K, so fær hann 112 krónur um tíman fyrsta ár­ið. Taka vit so ein, sum er settur sum tæn­astu­maður í hægsta løn­ ar­flokki, so fær hann umroknað til tíma­løn umleið 365 krónur um tím­an – enntá í fastari løn, hvønn mán­að! Latið okkum siga, at hesi báðir løn­tak­arar fáa somu lønarhækking í pro­sent­um, 2,2 prosent: So fær limurin í S&K 2 krónur og 46 oyru í lønarhækking um tím­ an. Tæn­astumaðurin fær 8 krónur og 3 oyru í lønarhækking um tím­ an. Tænastumaðurin fær altso 3,3 ferð­ir so nógvar krónur fleiri um tím­an, enn S&K limurin. Kostar tað kanska 3,3 ferðir so nógv hjá tæn­astu­mann­inum at keypa mjólk? At búgva ella at keypa sær ein nýggjan bil? Fyri tað um tað er eydnast ein­ um løn­arbólki at vinna sær hægri løn, enn einum øðrum lønarbólki, skal tað so merkja, at hesin løn­ar­ mun­ur skal cementerast fastur til æv­ig­ar tíðir? Hetta er ein góður spurningur. Formaður Fólkafloksins sendi mána­kvøldið út tíðindaskriv, har hann segði seg stuðla hesum sjón­ ar­miði. Spurniningurin er so, hvør tað er, sum skal taka stigið – og um hetta er ein avbjóðing fyri fak­fel­ øg­ini sjálvi innanhýsis ella fyri ar­ beiðs­gev­aran. Tað snýr seg – akku­ rát sum við fiski­vinnu­ný­skip­anina og øllum møg­u­lig­um øðrum – um at býta somu virði øðrvísi, enn vit gera í dag. Ynskja vit, at lønargjógvan skal varð­veit­ast og stykjast við at tey há­løntu halda seg eina ávisa pro­ sent­longd framman fyri tey lág­ løntu, ella ynskja vit, at tann, ið hev­ur minni, fær meira? Tað kostar ikki samfelagnum. Tað merkir bara, at tann, sum hev­ ur fær minni, og tann, sum ikki hevur, fær meira. Og tað kann sjálvandi vera ein stór avbjóðing í sjálvum sær... Skal hann, ið hevur, lata til tann, ið ikki hevur? KRÓNUR HELDUR ENN PROSENT Endur­ skoð­ar stav­ seting Hvat er pan­ ikk­ ræðsla? HEILSUSÍÐA SÍÐA 10 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! – Leygarmorgunin um átta- tíð­ina ljóðaðu úr einum hús­um í Havn tvey skot, sum kostaðu einari ungari kvinnu og einum ungum manni lívið. Soleiðis skrivar Dimma­lætting 20. juni 1967. Kvinnan, sum lat lív henda­n leygarmorgunin í 1967 var 22 ára gamla Ann Al­ fred­sen úr Noregi, sum kom til Før­oya at búgva sum 16 ára gom­ul og arbeiddi sum fris­ør í Havn. Nýliga hevur Súni Merki­ stein gjørt sendinga »Ást fjalir lýti« um hendingina, sum var sett at á skránna hjá Kring­varpi­num at verða verða send hós­dagin 4. mai. Síð­ani er sendingin tikin av skránni aftur. Súni Merkistein sigur, at tey av­varð­andi hjá føroyska manni­num, sum drap norsku Ann, ong­antíð hava viljað ver­ið við í sendingini, ella ynskt at sendingin varð gjørd, og ynskja at steðga send­ing­ini við hjálp frá sak­ før­ara. Samskifti millum Kring­varp­ið og sakførarnar er enn ikki avgreitt, og av­ gerð­in um, hvørt sendingin verður send hósdagin verður tik­in seinni í dag. – Tað er lítið at koma eft­ ir, og eg skilji ikki, hví vit drála so leingi. Vit hava gjørt heima­arbeiði, og staðfest at vit hava víðar heimildir. Júst nær sendingin verður send er ikki mítt borð, men tað er ikki óhugsandi, at hon verð­ur send hósdagin, sigur hann. Dia Midjord, kring­varps­ stjóri, sigur at Kring­varp­ið fekk fráboðan um, at okk­ urt var galið við send­ing­ ini, og eftir at hava kann­að sendingina, metir Kring­varp­ ið ikki, at nakað skeivt er í send­ing­ini. Sendingin snýr seg um eitt dráp­smál og sjálvmorð, og tað er eitt viðkvæmt evni, sum fam­iljan ikki ynski fær um­røðu, greiðir hann frá. – Sendingin varð tikin av skránni fyribils, tí vit fingu frá­boð­an­ina. Nú gjøgnum­ ganga vit hana og hyggja væl og virði­liga eftir, at alt er í lagi. Vit ynskja at vísa fyri­ lit fyri fólki, sum venda sær til stovn­in, men vit kunnu standa inn fyri tí, sum vit hava gjørt bæði løg­frøð­i­liga og etiskt í fylgi fjøl­miðl­aleið­ regl­unum, sigur kring­varps­ stjór­in. Ynskja ikki at send­ing verður víst í Kringvarpi Felagið Føroyskir Psyko­tera­ peut­ar stríðist fyri at verða góð­kent av Heilsutrygd, so­ leiðis, at tryggingin tekur við, tá ið fólk søkja sær hjálp frá psykot­era­peutum. Stóra takið hjá Psyko­ tera­peut­felag Føroya er at fáa au­tor­i­sa­ti­ón, so­leið­is at kli­ent­ar­nir hjá psyko­tera­ peut­um fáa somu treyt­ir, sum onn­ur, hvørs tænastur part­víst vera fíggjaðar av Heilsu­trygd. Felagið hevur havt jaligan fund við Heilsutrygd, og nú er eft­ir at fáa autorisatiónina í rætt lag. Heilsutrygd hevur víst til Heilsu- og Innlendismála­ráð­ ið, sum er við upp á, at felagið fær auto­ri­sa­tión og bíðað verð­ur nú eft­ir enda­lig­um svari frá ráðnum, hvussu víð­ ari farið farið fram. Føroyskir Psy­k­ot­e­ra­peut­ ar eru lim­ir í Dansk Psyk­o­ ter­a­peut­fo­r­en­ing og hend­ an hevur í jan­uar í ár fing­ið avtalu við Syge­sikr­ing Dan­ mark, har tey, sum søkja sær hjálp frá limunum í fel­ag­num, fáa út­reiðslur endur­gol­d­nar. Hjá einum psykoterapeuti við­gerð tú tína lívssøgu og tú fær sjálvur eyga á teir fløktu tank­ar­nar, tú søkir hjálp fyri og hvussu tú greiður teir. Vilja góðkennast av Heilsutrygd Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Tann 22 ára gamla Ann Alfredsen, ættað úr Noreg, varð myrd í Havn hendan junidagin í 1967 av fyrrverandi unnasta sínum. Við tveimum skotum drap hann fyrst Ann síðani seg sjálvan Felagið hevur júst havt nevndarfund og myndin sýnir nevndina, sum enn ikki hevur skipað seg. Turid Horn vantar á myndini. Frá vinstu Martha Weihe Dalsgaard, Herborg á Mýruni, Anna Rúna Jakobsen og Poula Eidesgaard