Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mai 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. mai 2017 · Nr. 51 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hetta var tað, semja fekst um Fundurin á Seglloftinum á Tvøroyri er grundalagið undir semjuni í samgonguni Árni Gregersen Semjan, sum teir tríggir flokk­ar­nir: Tjóðveldi, Javn­ að­ar­flokk­ur­in og Framsókn, hava gjørt um nýggju fiski­ vinn­una, hevur bert eina radi­kala broyt­ing við sær, sum fer at virka bein­an­ vegin. Ístaðin fyri fiskidagar verð­ur fiski­skap­urin eft­ ir botn­fiski und­ir Før­oy­um um­lagd­ur til eina kvota­skip­ an. Fyrst og fremst verður hetta gald­andi fyri tosk, hýsu og upsa. Aðrar broytingar eru sjálv­andi eisini í semjuni. 25 prosent av kvotunum fyri 2018 av uppsjóvarfiski og botn­fiski í Barentszhavinum, á Flem­ish Cap og í Eyst­ur­ grøn­landi verða boðin út á upp­boðs­sølu. Hetta bæði sum styttri og longri loyvir. Tey 75 prosentini av kvot­un­um vera býtt millum teirra, sum eru í vinnuni.. Hetta býtið er galdandi so leingi kvoturnar eru sum í 2018, men vaksa kvot­ur­nar, so verður tað sum er oman­ fyri kvoturnar fyri 2018 boð­ ið út sum stutt­tíð­ar­loyvir ella eftir sum Løg­ting­ið ger av, at tað skal být­ast sum stut­tíðar- ella longri loyvir. Semjan sigur eisini, at lang­tíð­ar­loyv­ini eru átta ára loyvir, men tey verða eft­ir­ mett hvørt ár. Harumframt verð­ur brúksskylda áløgd teim­um, sum fáa atgongd til fiski­rætt­indi og krøv verða sett um at landa fiskin í Før­ oy­um. Anti trust Í tí, sum áður hevur verið al­ ment, var eisini ein ætlan um anti trust. Tað er eisini við í semj­uni, men treytirnar eru link­að­ar nakað í mun til tað, sum vit kendu til framm­an­ und­an. Nú verður markið fyri, hvat einstakar fyritøkur kunnu hava atgongd til av saml­aðu fiskirættindunum 17,5 prosent. Hetta er ikki aft­ur­virk­ andi. Tað vil siga, at sjálvt um onk­ur í dag eigur eitt sindur meira av rættindunum, so er ikki neyðugt at minka hesi ræt­t­indi beinanvegin. Tað sum kann raka onkr­ an er meira tey mørk sum eru sett á einstøku fiska­sløg­ ini. Ongin kann hava rætt­ indi til meira enn 20 pro­sent av uppsjóvarfiski, botn­fisk undir Føroyum ella til fiski­ skap á fjarleiðum, men eisini hjá teimum er tað soleiðis, at hetta fer ikki at virka við aft­ ur­virkandi kraft. Á júst hesumn økinum er pro­sent­parturin minkaður úr 25 pro­sentum til 20 pro­s­ ent. Eitt annað undantak er. Sjálvt um onkur rakar upp­ undir markið, so ber kort­ini til at bjóða uppá stuttíð­ar­ loyv­ini. Hesar ásetingarnar kunn­u raka tey størstu út­ gerð­a­r­feløgini uppá longri sikt, men júst nú rak­ar tað neyv­an nakran, tí áset­ing­ ar­nar eru ikki aft­ur­virk­andi. Søla av fiski Landsstýrismaðurin hevði upp­runa­lig­an ætlanir um, at 60 prosent av veidda fisk­in­ u­m skuldi bjóðasxt yvir eina før­oyska uppboðssølu, men hend­an ætlanin er slept. Fleiri fyritøkur hava gjørt vart við, at vertikala skip­an­ in, har skip og virkir hoyra sam­an, er tann rætta, og hes­ u­m fylgir semjan í stóran mun. Í semjuni verður sagt, at 20 prosent av veiddum fiski skal yvir eina góðkenda upp­ boðs­sølu. Tað stendur eisini, at skip­anin skal eftirmetast ár­liga. Árni Gregersen Tað var samgongufundurin á Tvør­oyri, sum bleiv grund­ ar­lag undir ný­skip­an­ar­upp­ skot­inum, sum nú er alment kent. Tað sigur Høgni Hoydal, lands­stýrismaður við fiski­ vinnu­málum. Uppskotið, sum nú er lag­að til er broytt nak­að í mun til tað, sum lands­stýr­ is­mað­urin fyrr legði fram. – Ja, eg havi havt fleiri uppskot, men mín høv­uðs­ upp­gáva hevur verið at finna eina politiska semju, sum øll í samgonguni taka und­ir við. Og tað er eydnast, sig­ur Høgni Hoydal, lands­ stýr­is­maður. Hann sigur, at nú verður sein­asta hondin løgd á sjálvt lóg­ar­upp­skot­ið, sum verð­ur lagt fyri ting­ið í næstu viku. Broytingarnar eru í stór­an mun hend­ar í sam­ band við upp­boðs­søl­una av uppsjóvarfiski og fiski­skap­ in­um á fjarleiðum. Har er semja um, at 25 pros­ent av kvotuni í 2018 skal seljast á uppboðssølu, bæði tá ið tað snýr seg um upp­sjóvarfiskin og í fiski­ skapinum eftir botn­fiski á fjar­leiðum. – Vit hava sett lang­tíð­ar­ loyv­ini til átta ár, men tey skulu eftirmetast hvørt ár. Hetta fyri at trggja, at vit fram­vegis tosa um “fólksins ogn” í staðin fyri, at rætt­ ind­ini enda hjá onkrum priv­at­um, sigur Høgni Hoy­ dal, landsstýrismaður. Undir samráðingunum eru eisini gjørdar broyt­ing­ ar í, hvussu nógv fer á upp­ boðs­sølu. Millum annað hev­ur hetta við sær, at upp­sjóv­ar­skipini, sum eru í vinn­uni, fáa munandi fleiri tons enn fyrra uppskotið legði upp til. – Nú leggja vit uppskotið nið­an í Løgtingið og so er tað í hondini á parla­ment­ ar­isku skipanini. Eftir ætlan skal hetta samtykkjast áðr­ enn tingið endaliga fer í summ­arfrí, sigur Høgni Hoy­dal. POLITIKKUR Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevur nú almannakunngjørt innihaldið í politisku semjuni um fiskivinnunýskipani KVOTA­KIPANIN KEMUR, MEN ANNARS HÓVLIGAR BROYTINGAR Uppskotið til nýggja fiskivinnuskipan er ikki so kollveltandi, sum upprunaliga ætlað