Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mai 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. mai 2017 · Nr. 51 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Nú skal ein golfvøllur gerast á Glyvursnesi sunnan fyri Havnina. Tað hevur meirilutin í Tórs­havnar Býráð sett sær fyri. Men tey gera eisini greitt, at tað verður ikki beint nú, at vit fáa ein golfvøll á Glyvursnesi. Tvørtur ímóti er talan um eina lang­tíðar­ ætlan, tí ætlanin er nevniliga at gera golfvøllin í smáum. Tí hevur meirilutin sam­ tykt at seta 300.000 krónur av á fíggjarætlanini fyri í ár, til at fara undir tað fyri­reik­ andi arbeiði. Annars hevur spurning­ urin um at byggja golfvøll stað­ið á skránni hjá Tórs­ havnar Býráð í nógv harrans ár. Men málið er ikki loyst úr lagdi enn, og ein grund til tað er, at semja er ikki fingin um prísin fyri lendið. Ein avtalað varð gjørd fyri nøkrum árum síðani um, at landið skuldi útvega lendið til golfvøllin, so skuldi Tórs­havnar Kommuna, byggja vøllin. Men bóndin og landsmyndugleikarnir eru ikki samd um prísin fyri stykk­ið, sum er einar 600.000 fermetrar. Og tann spurningurin er ikki avgreiddur enn. Men nú sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, at ætlanin er at seta smærri upp­hæddir av hvørt ár, so­ leiðis at ein golfvøllur verður liðugur um eini 10 ella 12 ár. Ein fullfíggjaður golf­vøll­ ur hevur 18 hol, og Annika Olsen sigur, at ætlanin er at gera eitt, tvey ella trý hol um árið, til vøllurin er heilt liðugur. Hon sigur, at ein orsøk til, at upphæddin er so lítil í er, at meirilutin í býráðnum hevur sett sær fyri at upp­ hæddirnar, sum verða settar av til útbyggingar, skulu vera veruleikakendar, og skulu spegla nýtsluna, sum hon er. – Og veruleikin er, at í ár lukkast vit ikki at brúka meiri enn 300.000 krónur til golfvøllin, men so verða størri upphæddir settar av hesi næstu árini, sigur hon. Hinvegin leggur hon afturat, at talan verður um ein golfvøll til allar før­oy­ing­ ar og ikki bara fyri havnar­ fólk. Samstundis er eisini lagt upp fyri, at golfvøllurin fer ikki at liggja í vegin fyri ein møguligan framtíðar flog­vøll á Glyvursnesi. Fáa pengar frá øðrum Marin Katrina Frýdal, bý­ ráðslimur fyri Tjóðveldi, leggur afturat, at golfvøllurin skuldi langtsíðani verið gjørdur. Og hon vísir eisini á, at tað eru ymsir grunnar í øðrum londum, sum eru sinnaðir at lata fíggjarligan stuðul til golfvøllir, serliga har ongin golfvøllur er framm­anundan. Býráðslimir fyri meiri­ lut­an róðu eisini framyvir, at golfvøllur er ein íløga, alt land­ið fær gagn av og tí er tað ikki annað enn rímiligt, at landið er við til at gera golfvøllin. Og tey hildu eisini, at teir báðir býráðslimirnir fyri Javnaðarflokkin, Helena Dam á Neystabø og Heðin Mortensen, sum eisini eru løgtingslimir í samgonguni, kundu kanska gjørt sína ávirkan galdandi fyri at fáa landið at stuðla golfvøllinum fíggjarliga. Og tað er Helena Dam á Neystabø sinnað, til, segði hon á býráðsfundinum. Kasta torvmold í eyguni Býráðslimir í minnilutanum eru ikki beinleiðis bergtikin av ætlanunum hjá býráðnum og summir av teimum halda enntá, at hetta er einki uttan at kasta torvmold í eyguni á fólki. At seta 300.000 krónur av til ein torvmold er tað sama sum at siga innast inni, at tey meina onki við tað, halda tey í minnilutanum. – Tað er bluff at seta 300.000 krónur til golfvøll, tí tað er tað sama sum at siga, at ongin skal koma, helt Tróndur Sigurðsson, bý­ráðslimur fyri Javnaðar­ flokkin, fyri. Heðin Mortensen, sum eisini er býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, kallar tað beinleiðis skemt at seta 300.000 av til golfvøll. Hann vísir á, at tað kostar góðar tvær milliónir fyri hvørt hol at gera golfvøll. – So fyri at fáa ein golfvøll um 18 ár, skulu vit seta tvær milliónir krónur av um árið í 18 ár, sigur hann. Hann vísir eisini á, at minsta krav fyri at spæla golf, er, at vøllurin hevur níggju hol, so tað eigur at vera greitt fyri øllum, at hetta fer ikki at føra á mál, sigur hann. Hann trýr heldur ikki upp á, at tað er so lætt at fáa stuðul úr ymsum grunnum til ein golfvøll, tí grunnar av ymsum slagi, eru ikki sjálv­tøkuborð, har bara er at søkja, so koma pengarnir. – Kommunan fær ongan stuðul úr nøkur, hevur hon ikki eina verkætlan og hevur tøka fígging sjálv til enda­ málið, sigur hann. GOLFVØLLUR GOLFVØLLURIN Í HAVN SKAL GERAST Í SMÁUM Hetta er at kasta torvmold í eyguni á fólki, halda onkrir býráðslimir í Havn »Fyri at fáa ein golfvøll um 18 ár, skulu vit seta tvær milliónir krónur av um árið í 18 ár« HOL FYRI HOL Býráðið í Havn ætlar at gera golfvøll á Glyvursnesi, men hann verður gjørdur hol fyri hol, so hann verður ikki liðugur enn á sinni. Tey í minnilutanum í býráðnum kalla hetta skemt