týsdagur 2. mai 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. mai 2017 · Nr. 51
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Panikræðsla er ein støða, har tú
brádliga og óvæntað fært herðindi
ella anfall við ógvusligari angist ella
óhugna. Sereyðkenni fyri støðuna
er, at tú stúrir fyri at doyggja, stúrir
fyri at gerast sinnissjúkur, og tú
stúrir fyri at missa tamarhaldið á
tær sjálvum. Støðan hevur við sær
ófjálg likamlig árin, eitt nú pipran,
sveitta, hjartabankan, bringupínu,
ørilsi, trupulleikar við andadrátt
inum og vaml.
Herðindini nýtast ikki at hava
samband við serstakar støður ella
nakran veruligan vanda, og tey
kunnu koma uttan nakra skiljandi
orsøk. Herðindini koma brádliga
og náa hæddini eftir lítlari løtu,
og síðan eru tey burtur aftur eftir
fáum minuttum. Tú følir teg frísk
an - tó at tú ert stúrin - millum
herðindini.
Meðan herðindini eru, hevur tú
eitt sterkt ynski um at fáa hjálp, og
tá støðan hasar av aftur, stúrir tú
fyri nýggjum herðindum.
Í slíkari støðu kanst tú menna
eitt annað slag av angist, nevniliga
væntanarangist
fyri
nýggjum
herðindum. Hetta verður eisini
rópt ”óttin fyri óttanum”. Tí verður
ofta roynt at umgangast støð ella
persónar, sum tú setir í samband
við herðindi, og tú roynir at um
gangast støð, har eingin hjálp er at
heinta.
Hvør er orsøkin?
Hildið verður, at út við eitt prosent
av fólkinum líða av veruligari
panikræðslu, men umleið 10 pro
sent av dønum hava upplivað okk
urt einstakt herðindi.
Ein slík støða byrjar gjarna um
20 ára aldur, men tey, sum eru mest
plágað, eru fólk millum 24 og 44 ár,
og kvinnur verða oftari raktar enn
menn.
Tann
parturin
av
nerva
skipanini, sum eitt nú stýrir pulsi,
sveitta, andadrátti og funktiónum
í tarmunum, kann vera óstøðugur.
Hetta viðførir ein øktan tendens
til at reagera við hesum sjúkueyð
kennum í ávísum støðum.
Signalevnini,
adrenalin
og
noradrenalin, verða leysgivin í
heilanum og í nervalagnum annars.
Hetta viðførir, at ein sonevnd
”alarmreaktión”, sum ikki kann
stýrast, hendir í kroppinum.
Panikræðsla kann eisini út
loysast
við
broyttari
støðu
í
heilanum, har orsøkin eitt nú kann
vera broytingar í nøgdini av kol
tvísúrni í blóðinum. Hetta slag av
herðindum kann koma, tá fólk
anda ov títt - ”hyperventilatión” -
ella yviranding, sum er tiving uttan
kropsmøði. Yviranding kann í ein
støkum føri útloysa herðindi - og í
øðrum føri kann yviranding vera
ein fylgja av herðindum.
Vandaleys tekin
Ein røð av kemiskum evnum
kunnu eisini kveikja panikræðslu
hjá serliga viðkvomum fólkum.
Talan kann eitt nú vera um koffein
úr cola ella kaffi umframt onnur
ólóglig evni sum amfetamin.
Tað, sum er afturvendandi hjá
fólki við panikræðslu er, at hesi
eru ógvuliga gáin um vandaleys
kropstekin sum verða mistulkað.
Føla hesi fólk meinaleyst eyka
slag í hjartanum, ið er nakað, sum
øll menniskju kunnu føla, halda
tey, at hetta er tekin um hjarta
sjúku. Slíkt kann leiða tey í ein
óndan sirkul, har tekini frá kropp
inum gerast enn sterkari orsakað
av fjálturi. Hjartað byrjar at sláa
harðari og skjótari, og hetta veksur
aftur um óttan.
Fólk, ið líða av panikræðslu, eru
ofta í ætt við onkran, ið líður av
tí sama. Sum børn vóru tey ofta
bangin, smæðin og varin. Tey vildu
ikki vera frá sínum foreldrum og
vóru ikki sjálvshevjandi. Ofta vóru
tey knýtt at øðrum menniskjum og
vóru bangin fyri ósemjum.
Ofta byrjar panikræðsla eftir
eina strongda tíð í lívinum, og
varandi strongd kann gera støðuna
upp aftur truplari.
Sjúkuavgerðin
Men, hvussu verður so sjúkan -
panikræðsla - staðfest?
Neyðugt er við einari góðari
lýsing av støðuni. Tá herðindini
hvørva
eftir
fáum
minuttum,
kunnu fólk, sum líða undir hesum
og onnur við, stúra fyri, at talan er
um astma, hjartasjúku ella aðra
álvarsama sjúku. Læknin mátar tí
blóðtrýst og kannar hjarta, lungu
og maga fyri at tryggja sær, at einki
likamligt er galið við kroppinum.
Í onkrum føri vísir læknin sjúk
linginum til serlækna í hjarta
sjúkum ella til oyra-næsa-og háls
lækna. Men, vísa kanningarnar hjá
kommunulækna, at alt er í lagi,
verður ikki leitað eftir likamligari
orsøk.
Endamálið við viðgerðini er at
fáa sjúkuna undir eftirlit, soleiðis
at herðindini gerast færri, eins og
endamálið er at minka um óttan
fyri nýggjum tilburðum.
Tað er ógvuliga týdningarmikið
at lýsa støðuna, og tað hjálp
ir sjúklinginum at fáa eina frá
greiðing um, hvussu sjúkueyðkenn
ini byrja, og hví tey koma. Tað kann
eisini hjálpa at skráseta herðindini
við at føra dagbók.
Panikræðsla
kann
viðgerast
við framúrskarandi úrsliti - antin
við samtaluviðgerð ella við anti
depressivum heilivági.
Nógvum nýtist ikki heilivág.
Fyrsta val er viðgerð við kognitivari
terapi, men hetta avhongur av,
hvussu lætt tað er at fáa samtalu
viðgerð.
Áralong gransking og royndir
vísa, at antidrepressivur heilivágur
eisini hevur góða ávirkan á panik
ræðslu. Heilivágur kann gera, at
sjúkan kemur undir eftirlit - og
at herðindini halda uppat. Men,
herðindini kunnu koma aftur, tá
heilivágur ikki verður tikin meira.
Kelda: www.sundhed.dk
HEILSA
Hvat er panikræðsla?
Tað, sum er afturvendandi hjá fólki við panikræðslu er, at hesi eru ógvuliga gáin um vandaleys kropstekin.
Meinaleys eykasløg í hjartanum, sum øll menniskju kunnu føla, vera mett sum tekin um hjartasjúku.
Hjartað byrjar at sláa harðari og skjótari, og hetta veksur um óttan og vandan fyri nýggjum herðindum
Panikræðsla kann viðgerast við
framúrskarandi úrsliti - antin
við samtaluviðgerð ella við
antidepressivum heilivági