týsdagur 2. mai 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mai 2017 · Nr. 51
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
24. mai eru 90 ár liðin, síðani
fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari
greinarøð leita vit aftur til gomul
bløð og finna fram ymiskt
áhugavert tilfar
Realprógv
1967
Á Føroya Studentaskúla
hava hesi tikið realprógv:
Petur Alberg, Tórshavn
Maria Andreasen, Tórshavn
Sunneva Anthoniussen,
Oyndarfirði
Eydna Arge, Tórshavn
Peter Broderick, Tórshavn
Kári Bæk, Tórshavn
Jón Carlsson, Stykkinum
Marjun Dahl, Tórshavn
Bjarni Dalsgaard, Skálavík
Elin Djurhuus, Tórshavn
Arnleyg Eikholm, Hvalvík
Regin Ellingsgaard, Eiði
Jónleyg Fagralón, Kollafirði
Julius Guttesen, Skopun
Winny Hansen, Tórshavn
Dánjal J. Højgaard, Rytuvík
Johs. Eli Iversen, Kvívík,
Grækaris Joensen, Kvívík
Hanus Joensen, Kollafirði
Helgi Joensen, Tórshavn
Kári Lamhauge, Tórshavn
Fróði Sandoy, Tórshavn
Hans Jákup Simonsen,
Tórshavn
Jógvan Isaksen, Tórshavn
Elin Jaocbsen, Tórshavn
Lars Jespersen, Tórshavn
Bergljót Joensen, Tórshavn
Marius Joensen, Hvítanesi,
Elsa Johannesen, Kollafirði
Sólrun Johannesen,
Tórshavn
Sonja Klein, Tórshavn
Finnur Lützen, Tórshavn
Carl Mortensen, Tórshavn
Beinta Nattestad, Tórshavn
Hans Jørgen Olsen,
Tórshavn
Sæbjørn Olsen, Kunoy
Eyvør Patursson, Tórshavn
Kári Petersen, Tórshavn
Martin C. Restorff,
Tórshavn
Andreas Samuelsen
Símun Simonsen, Hoyvík
Eyðbjørg Sørensen, Húsavík
Zacharias Sørensen,
Tórshavn
Emil Viderø, Skálavík
Hans Gudmundur
Winthereig, Skopun
Bjarni Zachariasen,
Streymnesi
600 túsund
krónur teknaðar
SOSIALURIN 1967
1967: Okkum er komin drúgv frágreiðing í hendi frá nevndini í pf. Flogsamband um
flogmálið, og í frágreiðingini verður sagt:
S
osialurin skrivaði soleiðis 17.
juni í 1967:
»Sum støðan er í løtuni, torir
nevndin ikki at rokna við, at stórt
meira enn kr. 600.000 verða teknaðar
manna millum í partapeningin. Og
hevur nevndin tí søkt tað almenna
um, at landskassin tekur restina.
Tað vanliga er aðrastaðni, at tað
almenna hevur ferðslumálini í hond
um, og ikki minst flogferðsluna. Og
í tí líki, sum vit hava hugsað okkum
her, at tað almenna ogngur saman
við fólkinum, og har hvør einstakur
partaeigari hevur beinleiðis fyrimun
ir av at vera uppi í fyritøkuni, skuldi
flogferðslumálið havt besta grund
vøllin at byggja á.
Nevndin sigur víðari:
Tað verður hildið av størsta týdn
ingi, at hetta málið verður loyst nú.
Einginivi kannv era um, at hetta er
stórt framtíðarmál. So við og við sum
vit sjálvir útbúgva starvsfólkið og ta
tekninsku veitingina, verður hetta
ein heilt stórur lutur í tjóðarinnøku
okkara.
Eisini í spurninginum um innan
landsflúgving, sjúkraflúgving, leit
ingar- og bjargingarflúgving, vernd
av fiskimarkinum o. s. fr. er tað av
størsta týdningi, at vit sjálvir búgva
okkum út í flogferðsliuni.
Neyðugt verður at fara undir víð
ari útbygging av flogvøllum í Føroy
um, tað vita vit. Men burtursæð frá,
hvat aðrir kunnu gera av hernaðar
tiltøkum í ófriðartíðum, kunnu vit
ikki vænta at fáa fíggjarliga hjálp til
slíka útbygging, uttan so at vit sjálvir
ganga á odda og skora á.
Soleiðis sum koncessiónsmálið
liggur í løtuni, og við teimum møgu
leikum, vit nú hava at taka yvir ann
að felag við teimum fyrimunum, sum
harav standast, er okkum greitt, at
rætta løtan hjá okkum at fara upp í
flogferðsluna um Føroyar er beint nú.
Liggja vit hetta sjóvarfallið av okk
um tá verða tað aðrir, ið fara vat røkja
føroyaflúgvingina í framtíðini.
Og tað verður takið so mikið
tyngri hjá okkum og so hnógv farið
fyri skeyti, um vit onkuntíð fara at
royna at sleppa okkum uppí aftur.«
Fokker Friendship flogfar
1967: Úr Hvalbæ
Sosialurin hevur av og á frætt
hiðani, men í einum so lítlum
plássi fara ikki serligar hendingar
fram, sum skapa tíðindi at bera
víðari.
Sum í øðrum minni plássum
leita fólk burt í vinnu; tó mest til
Grønalnds. Nakrir menn fást við at
bróta kol, tó tað ikki gevur so góða
úrtøkus um áður. Onkur fæst við at
rógva út og hevur tíbetur vignast
væl. Avrett verður til flakavirkið
í Nesi, og heur hetta virkið eisini
fingið væl av fiski úr Sandvík; hava
tí fleiri menn kunna havt arbeiði á
virkinum, ið eina viku viðgrjødi ca.
1000 ctr.
Vónandi kemur hetta virkið at
hava eydnu og umstøður at arbeiða
seg upp.
Tá talan er um nevnda virkið,
so fekk tað eina merkila kalda hon
d frá fráfarna landsstýri. Sitandi
landsstýrið tók betur undir og
gav tí sítt tilmæli, og tað skal tað
eiga tøkk fyri. Nú er tað gleðiliga
eisini, at farið verður undir tunnell-
gerðina til Sandvíka í komandi viku;
amboðini eru komin til bygdina.
Tíðindamaður
800 ára hátíðarhald
Keypmannahavnar býur hátíð
arheldur 800 ára dag býarsins við
stórum og veitsluskrýddum tiltøk
um. Umboð fyri býir úr øllum heim
inum hava luttikið, og veðrið hevur
verið teimum til vildar.
Hátíðarhalidð er ikki liðugt enn,
og verða enn fleiri stevnur í 800 ári
býarins, m. a. verður ein sonevnd
Hafniada í aug./sep., har ítróttar
fólk úr fleiri londum fara at taka
lut.
Fyri Tórshavn er Petur í Gong,
næstformaður í býráðnum, farin
at umboða býin. Tað løgna hedni, at
meirilutin, sum hevði ynskt at elsti
býráðslimurin, bæði av árum og
sum limur, J. P. Henriksen, skuldi
umboða býin. Hóast hetta, og utt
an nakar vist av, sendi býráðsfor
maðurin, S. Skaale, næstformannin
avstað.
Landalæra II
eftir Jacob Olsen, lærara í Sandvík
er komin út. Landalæran fevnir um
Europu og Sovjetasia. Skúlabóka
grunnurin hevur tivið út. Ummæli
seinri.
Framúr skurður
Nú um dagarnar drap Karl Andrea
sen í Kalkksvík eitt satt fitidjór.
Hetta var 7 ára gomul kúgv, sum
vigaði 621 pund, og tær vóru ikki
færri enn 350 meriur í tálg í henni.