týsdagur 2. mai 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. mai 2017 · Nr. 51
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Førisk kórbók við endur
skoðaðari stavseting
Ólavur Hátún
Fyri at lýsa mína
áskoðan á okkara
stavstingarligu
viðurskiftir
og
grundgeva
fyri,
hví kórbók, sum
eg havi tikið stig
til, er komin út við aðrari enn teirri
alment viðurkendu stavseting, man
tað vera skilagott at leggja fyri við
einari málsøguligari lýsing.
Sum kunnugt vóru tað í 15. øld
greið tekin um, at mál føroyinga
var við at koma fyri seg sum egin,
sjálvstøðug grein á norrøna mál
bulinum. Men við trúbótini um
1540 vann móðurmálið ikki frama
í okkara kirkju, so sum tað gjørdi í
øllum øðrum lutherskum londum,
burtursæð frá eisini Norra. Danskt
mál gjørdist einaráðandi í øllum
skrivligum viðurskiftum, og tí
finnst mestsum onki á pappíri, sum
lýsir málmenning okkara tær tá
komandi øldirnar fram til, at Jens
Christian Svabo í 1780-árunum sum
tann fyrsti tók stig til at fáa skapt
eina føriska stavseting.
Men í munnligum samskifti
hevði okkara móðurmál so við og
við vunnið sær sítt egna skap, og
sanniliga var tað ikki nakað fá
tæksligt málsligt jørðildi, sum í
okkara drúgvu miðaldartíð hevði
skapt ríka mentan – kvæðir, skjald
ur, sagnir, orðtøk o.a.m. -, borin og
fjølgað á mannamunni ætt eftir
ætt. Tað var m.a. hetta mentanar
liga arvagóðs, sum Svabo legði sær
eina við at fáa fest á blað so ljóð
rætt sum gjørligt.
Aðrir tóku, sum frá leið, undir
og løgdu sítt til, og komið fram
móti miðjari 19. øld var tað serliga
tann ungi V. U. Hammershaimb,
sum - stuðlaður av vinmanni sín
um Svend Grundtvig - við sínum
innsavningarvirksemi og sínari
kunning uttanlands gjørdi um
heimin varan við tað mentanar
liga ríkidømi, sum livdi og nørdist í
okkara lítla oyggjasamfelag.
Stavsetingarliga bygdi Hamm
ershaimb tá enn á Svabo, og sam
bært Chr. Matras helt hann so seint
sum í 1845, at komið var á mál við
føriskum stavingarlag. Sum dømi
nú hesi brot úr søgnum frá hansara
hond um tað mundið:
Sjódrèjil hèvur folkaskäpilsi,
stendur å skjèrun ettir sólasèting
og bìjur útirórabåtanar lòva sär
vì; fiskar väl, men vegrast burtur
tåi sól rùvar y hävi, tekur til at
minka jú majri lyjur ymóti dèji; ty
sìjist:”minkar sum sjódrèjil”.
Dvørgar èru låjir og tjúkkjir,
skjeggjalejsir, genga y gùlun
klävun,
gudlbeslijin,
rejja higvu;
tajr bigva y
stórun stajnun
(dvörgastajnar) ella
undir tajmun, öskan
sast ofta, sum tajr
häva sópa burtur. Tajr
lardu fist folk at smuja vi
eldi, åvur bùkavu tajr jadni
kalt, sujan lardu tajr òs ajsini
at hèra tä.
Saman við góðum monnum
vildu teir báðir Hammershaimb
og Svend Grundtvig taka stig til
at fáa í lag ein fróðskaparligan
felagsskap til bæði við tekstum og
við nótum at savna og varðveita
sum mest av hesum fjølbroytta
føriska mentanararvi, og saman
við kendum mentamonnum sum
Frederik Barfod, A. P. Berggren,
Fr. Hammerik, Fr. Helweg og Jón
Sigurðsson sendu teir út innbjóð
ing, dagfest 9. apríl 1845, til ein
stovnandi aðalfund.
Men tá blandaði danski pro
fessarin
í
fornmálinum
N.M.
Petersen seg uppí við sum svar
upp á innbjóðingina í drúgvari
grein í “Fædrelandet” at niðurgera
ætlanina við teirri grundgeving,
at tað, sum hann metti sum mis
fostur av einari stavseting, ið
føringar
høvdu
funnið
fram
til, var ikki høviligt amboð til
endamálið at skriftfesta okkara
munliga siðaarv, heldur ráddi
hann staðiliga til, at leitast skuldi
tey fimm-sekshundrað árini aft
ur í tíðina til tann “ædelige og op
rindelige” skrivliga málbúnan frá
sagatíðini, og legði aftrat, at okkara
rættskriving átti at gerast meira
íslendsk, verða “islandificeret”, sum
hann tók til.
Teir ungu menninir Hamm
ershaimb og Sv. Grundtvig vóru
vónsviknir og “rustede sig til anfald
imod giganten”, sum Matras tekur
til í grein um hesi viðurskiftir; men
tað tordu teir kortini ikki rættiliga,
og tann glæsiliga ætlan, sum kundi
havt so ómetaligan týdning fyri
okkara mentanarliga tjóðararv,
datt tí bara niðurfyri aftur.
Svend Grundtvig gjørdi tó eina
roynd við nágreiniligum verju
skrivi fyri teirri ljóðfrøðiligu stav
setingini. Tað handritið finst á
Dansk Folkemindesamling, men
gjørdist ikki liðugt og kom tí ong
antíð alment fram. Hinvegin kom
svar til greinina hjá danska pro
fessaranum úr Føroyum - frá
fyrrverandi
Suðuroya-presti
J.
H. Schrøter, har hann vardi ljóð
frøðiliga stavingarháttin sum tann
við meira skili í.
Men
eitt,
sum
helst gjørdi nógv til, at
tað bleiv tann upprunafrøðiligi
hugsunarhátturin,
sum
fekk
yvirtakið í hesari telving um okk
ara rættskriving, var drúgv grein
frá tí kenda norska søgu- og mál
frøðinginum P. A. Munch, har hann
tók undir við áskoðanini hjá N. M.
Petersen.
Í Noregi var støðan um tað
tíðarbilið júst tann, at menn
keglaðust um sama evnið: atlit
til talaða málið ella uppbygging
av einum skriftmáli, sum í mest
møguligan mun skuldi grundast á
tað fornnorrøna, sum P. A. Munch
var heitur talsmaður fyri. Men
Munch virdi lítið um bygdamálini
og segðist heldur ikki at vera nakar
fólksins maður. Um hann sum
fyrilesara á universitetinum segði
ein av studentunum, at hann, “...
kom frem med mangt et gullkorn –
for specialisten og fagmannen. Men
for det almindelige forelesnings
publikum passet det ikke”.
Hetta var romantiska tíðin hjá
skandinavismuni, og evsti dreymur
hjá monnum sum P. A. Munch og
M.N. Petersen segðist vera eitt
felags skiftmál við fornnorrønum
sniði fyri øll Norðurlond.
Tankin
mátti
metast
sum
utopiskur – tó ikki so nógv meira
hjá skandinavum enn hjá okkum
oyggjabúgvum í Atlantshavi, tí
norðurlendsku tungumálini vóru
enn í 13. øld rættiliga átøk hvørj
um øðrum, sum fylgjandi lítla mið
aldardømi úr Svøríki vísir:
Fyrsti laghmaþer var Lumbär,
oc af hanum äru Lums lagh kalläð,
fore þy han sighs hawä huxät oc
gört en mykin lot af laghum warum
... Han var heðen. (“Fyrsti løgmaður
var Lummur, og eftir honum er
Lums lóg kallað, av tí at hann sigst
hava hugsað og gjørt miklan lut av
okkara lógum ... Hann var heiðin”).
Her er jú mangt, sum víkir frá nú
tíðarsvenskum, og soleiðis hava øll
mál broytt seg so við og við, uttan
at talan er um nakra málsliga
afturgongd.
Hvat P. A. Munch við betri
undirtøku kundi havt fingið lagað
norska rættskriving til, tá har enn
onki alment norskt skriftmál var,
er ilt at meta; men at fingið danir og
sviar til soleiðis at lagt málkósina
øldir aftur í farna tíð var sjálvandi
óhugsandi. Øðrvísi við fámentu
føringum. Her, sum tað tá enn
mestsum ongin skrivlig siðvenja
var, bar tað til at fáa grundfest
tann málsliga hugburð, sum enn
tykist rættiliga ráðandi hjá okkum,
at tað forna altíð er virðiligari og
betri enn tað samtíðarliga.
Eftir umtalaða ágang frá viður
kendu donsku og norsku serfrøð
ingunum viknaðu nú
Hammershaimb og Sv. Grundt
vig so við og við í sínari sannføring,
lótu sær lynda og sannføra og
funnu seg til rættis í hesum forn
norðurlendska umhvørvi í Keyp
mannahavn.
Tað bar tá so á, at tað í 1846
kom eitt handrit til “Oldskriftsel
skabet” við føriskum sonevnd
um gandaorðingum (“tryllefor
mularer”), sum Pløyen amtmaður
hevði fingið frá einum skúlalærara
Ole Jespersen í Suðri.
Ritið hevði somu stavseting sum
tá útgivnu sagnir Hammershaimbs,
og nú vóru tí góð ráð dýr til nakra
prentútgávu, tí illa bar til annað
enn rættskrivingarliga at rætta seg
eftir tí mæta N.M. Petersen. Tó tað
at íslendska førisku orðingarnar,
so sum professarin mælti til, var
teimum so lagamanni, tí savns
skrivari felagsins var ongin minni
enn tann seinni so gitni íslendski
tjóðskaparvekjarin Jón Sigurðsson,
seinni vanliga nevndur Jón forseti.
Hansara prentaða smárit “Færøiske
trylleformularer
islandificeret
af Jón Sigurðssson” kom mær til
vildarliga upp í hendur, tá eg leit
aði eftir onkrum øðrum á Dansk
Folkemindesamling. Almikið havi
eg iðrað meg eftir, at eg ikki tá tók
kopi, tí seinni fann eg ikki fram til
tað aftur.
Men á goymslu hjá Føroyamáls
deildini á Fróðskaparsetri Føroya
eru brot úr hesum handriti, sum
prógva, at tilgongdin, sum førdi
okkum ortografiskt burtur frá
tí ljóðfrøðiliga stavingarlagnum,
sum annars er tað natúrliga í øllum
europeiskum málum - burtursæð
frá enskum og fronskum – og út
í teir rættskrivingarligu trupul
leikarnar, sum altsíðan hava verið
darvandi i føriskari skriving, kom
í lag eftir tilráðing frá danska
professaranum
N.M.
Petersen,
har tað varð íslendingurin Jón
Sigurðsson, sum førdi pennin.
Tó nevnir Petersen í brævi til
skrivaran í hesum “Kgl. Nordisk
Oldskriftseslskab” C. C. Rafn, sum
hevði við útgávur at gera, at hóast
teir nú høvdu fingið framt hesa
“islandificering”, so mátti “vistnok
en indfødt Færing bestemme,
hvorledes hans sprog bedst skal
skrives”.
Chr. Matras skrivar um hesi
viðurskiftir, at “..Sagen blev nu
lagt i V.U. Hammershaimbs hånd.
Den unge teologiske student fik
nu af Rafn stillet den opgave: på
grundlag af Jón Sigurðssons “is
landificerede” tekst, N.M. Peter
sens bemærkninger til denne samt
Pløyens “svaboske” manuskript
at finde frem til en ortografi, der
kunne godkendes af den færøske
sagkundskab. Det var således en
bunden opgave, der blev stillet
Hammershaimb, og i det store
og hele blev det Jón Sigurðssons
forslag, der blev fulgt”. Fram
haldandi skrivar Matras:” “Annaler
for nordisk Oldkyndighed” for
året 1846 bragte således den første
prøve på den retskrivning, vi nu
kalder den hammershaimbske.”
Hjá Hammershaimb ráddi tað
tó minni um hesa ella hasa staving,
men um at fáa savnað, varðveitt og
útgivið sum mest. Ikki man tað vera
ov mikið sagt, at hann ongantíð av
sær sjálvum hevur havt í huga at
gera um upp á tað skrivingarlag,
sum hann eyðsýniliga var væl
nøgdur við.
Men navnið V. U. Hammershaimb
verður standandi sum lýsandi varði
í okkara mentanarsøgu fyri alt tað
bókmentaliga, sum hann tók stig til
og fekk lagt úr hondum, og fyri tað,
sum hann í sínari embætistíð og við
sínari persónsmensku setti dám á
her á landi.
Eftirtíðin hevur tí eisini av
røttum veitt minninum um hend
an merkismann heiðurliga viður
kenning og takklæti. Men at hann
skal hava lagt støði til okkara
rættskriving er sambært oman
fyristandandi ikki røtt lýsing.
KJAK
Málsøguligt yvirlit